Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2019 · Nr. 21 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SVEND KROSSTEIN BJÓÐAR REINAR ORKULOYSNIR – Vit bjóða siðbundnar orkuloysnir við ketli og radiatorum og øllum tilhoyri, og vit bjóða eisini framkomnar orkuloysnir við hitapumpum og gólvhitaskipanum, bæði til stórt og smátt, sigur Sjúrður Olsen Fyritøkan Svend Krosstein, sum hevur sítt høvuðssæti á Falka­vegi 6 á Hálsi, hevur alt til hita og sanitet. Sjúrður Olsen, ið starvast við sølu-og marknaðararbeiði í fyri­tøkuni, vísir til heima­síð­ una – www.krosstein.fo – og sig­ur, at umframt allan útbúna til hita og sanitet, hevur fyri­ tøk­an eisini deild við øllum til kloakk-og vatnleiðing, har tvey fólk starvast burturav. - Ert tú í holt við at byggja ella umbyggja, eru vit altíð til reið­ar til eitt orkuprát, sum bæði er ókeypis og óbindandi, og vit vegleiða fegin um, hvør orku­loysn passar best til tín tørv. Sjúrður Olsen sigur, at Svend Krosstein altíð er til reið­ar at tosa um reinar orku­ loysn­ir, sum verja okkara nátt­ úru – um fyrimunir og vansar við ymiskum loysnum. – Vit bjóða siðbundnar orku­loysnir við ketli og radiat­ or­um og øllum tilhoyri, og vit bjóða eisini framkomnar loysn­ ir við hitapumpum og gólv­ hita­skip­anum, bæði til stórt og smátt. Alt sum krevst Sjúrður Olsen sigur, at Svend Krosstein hevur hitapumpu­ skip­anir, sum eru umhvøvis­ vin­arligar og orkusparandi og sum tryggja eitt gott inni­um­ hvørvi við luftskiftisskipan. - Vit hava í stuttum alt tað, sum krevst til eina góða hita­ skipan. Í nýggju bygningskunn­gerð­ ini er ásett, at nýggj hús skulu hava eina luft­skiftis­skip­an. - Hetta kemst av, sigur Sjúrður Olsen, at nýbygd hús oftast eru sera tøtt fyri, at hita­tapið skal vera so lítið sum gjør­ligt. Hetta krevur so eisini eina luftskiftisskipan, so inni­ um­hvørvið verður er gott, og fólk sleppa undan vandanum við fukti og blámusoppi, sigur hann. Jarðhitaskipanir Hjá Svend Krosstein hava tey eisini neyðugu góðkenningina sum instalatørur til jarðhita­ skip­anir, sum eisini er ein eftir­spurd skipan í dag. - Eru tað viðskiftafólk, sum ynskja sær eina jarðhitaskipan, noyðast tey at fáa fatur á einum góðkendum jarðhita­in­ stalla­tøri, og tað er júst hesa hesa góðkenning, sum vit hava. Sjúrður Olsen sigur, at Svend Krosstein bjóðar sær at rokna út orkutørvin hjá við­ skifta­fólki og at veita eina jarð­hitapumpu í hóskandi stødd. - Haraftrat kunnu vit syrgja fyri, at jarðhitapumpan verður sett upp. Hann vísir á, at tey eisini kunnu avgreiða eina umsókn til avvarðandi kommunu um loyvi til at bora á egnum grund­stykki. - Vit bjóða eisini øllum, sum fáa sær jarðhita, eina viðlíka­ halds­avtalu, sigur Sjúrður Ol­ sen hjá Svend Krosstein. vilmund@sosialurin.fo THOMAS DAM VIÐ VØKRUM SERVIETTUM OG BORÐLEYPARUM Hjá Thomas Dam á Hálsi hava tey verið ófør at seta síni fingramerki á ymiskt av tí, ið handilin selur, og her hava tey eisini lagt stóran dent á, at ávísur partur av vøruútboðnum er framleiddur úr burðardyggum endurnýtslutilfari Í snotuligu veitslu-og køksbúð­ ini á Heykavegi 3 hava tey latið gera føroyskar serviettar, eitt nú við føroyska flagginum – og eisini við Sandsvágs kirkju á einum vøkrum jólaservietti. Nú hevur Bjørg Dam, sum stend­ur fyri leiðsluni í handl­ inum hjá Thomas Dam á Hálsi, tikið eitt stig aftrat. Tey hava nevniliga latið gera nýggjar og sera vakrar servi­ettar og borð­rennara­leyp­ ar­ar, har motivini eru úr før­ oysku kvinnu-og mannfólka­ troyggj­uni og úr reyðum og blá­um spølutum skjúrti til før­ oysk klæði. - Serviettar og borðrennara­ leyparar eru evnaði úr mynd­ um, sum beinleiðis eru tiknar av føroyska kvinnu-og mann­ fólka­búnanum, og her hevur stórur dentur verið lagdur á, at alt er gjørt úr besta pappírs­ tilfari. Fermingardagar Bjørg Dam sigur, at hóast nýggju serviettarnir eru sera lit­fagrir, smittar liturin ikki av sær, hóast serviettarnir gerast vátir. - Føroysku serviettarnir eru lítið dýrari enn teir útlendsku, tó at teir eru framleiddir í av­ markaðari nøgd hjá útlendsk­ um framleiðara og veitara. Hon sigur, at nú tað stundar til fermingardagar, sum tey aftur í ár fara at hava í køks-og veitslubúðini, væntar hon, at nýggju serviettarnir fara at ganga sum heitt breyð. - Servietturin við føroyska flagginum hevur selt ógvuliga væl, og eg ivist onga løtu í, at fólk eisini fara at taka væl ímóti serviettum og borðrenn­ ara­leyparum, sum hava sín upp­runa í føroyska kvinnu-og mann­fólkabúnanum. Hon heldur tað ikki vera óhugs­andi, at ferðavinnan eis­ ini fer at spyrja eftir nýggju ser­viett­unum til útlendskar gest­ir, sum vitja í Føroyum. Eisini útleigan Bjørg Dam sigur, at nú fer­ming­ ardagar verða á Hálsi, fara tey í køks-og veitslubúðini eisini at hava ymisk góð tilboð, eitt nú við buffet-hitara og toylíkn­ andi dúkum. - Vit leiga eisini út allan borð­búna, stakar, gløs, tallerk­ ar, bestikk og hitaplátur – ella alt til borðreiðingina við eina fermingarveitslu, sigur Bjørg Dam hjá Thomas Dam á Hálsi. vilmund@sosialurin.fo Á HÁLSI