Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 27 Postrúm 2151 Skálatrøð 20 110 Tórshavn Tlf.: 35 26 00 T-postur: taks@taks.fo heimasíða: www.taks.fo Sosialurin 34 18 00 Innlatingarfreistir og innlatingarhættir í sambandi við sjálvuppgávuna og kapitalvinningssjálvuppgávuna 2018 Í hesum tíðum sendir TAKS út bræv um sjálvuppgávuna og kapitalvinningssjálvuppgávuna fyri 2018. Tey, sum hava Mínboks, fáa brævið har. Annars verður tað lagt í postkassan. Hesar innlatingarfreistir og hesir innlatingarhættir eru galdandi: Vanligir skattgjaldarar, sum ikki skulu lata inn roknskap Vanligir skattgjaldarar, sum ikki skulu lata inn roknskap, men sum skulu lata inn sjálvuppgávu og/ella kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu gera hetta í síðsta lagi 1. mai 2019. Latast kann inn á Borgaraglugganum og manuelt. Sí tá skjøl á taks.fo/sjalvuppgava2018. Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum skulu lata inn roknskap Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum skulu lata inn roknskap, skulu lata inn roknskap, sjálvuppgávu, kapitalvinningssjálvuppgávu og ognaruppgerð í síðsta lagi 1. mai 2019. Roknskapur skal vera í talgildum Excel-formati og skal setast upp eftir einum av roknskaparleistunum hjá TAKS. Finn teir á Borgaraglugganum og á taks.fo/ sjalvuppgava2018. Alt skal latast inn á Borgaraglugganum. Feløg o.tíl. Feløg o.tíl., hvørs roknskaparskeið endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2018, skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu í síðsta lagi 1. juli 2019. Feløg o.tíl., sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya í roknskaparklassa B og C, skulu lata inn skattaroknskap og ársfrásøgn í talgildum XBRL- og PDF-formati. Sjálvuppgávur o.a. skal latast inn í talgildum PDF-formati. Onnur feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu í PDF-formati. Feløg o.tíl., sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya, skulu lata inn sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu í talgildum PDF-formati. Roknskapur skal vera í talgildum Excel-formati og skal setast upp eftir einum av roknskaparleistunum hjá TAKS. Tú finnur teir á taks.fo/sjalvuppgava2018. Alt skal latast skal inn á Vinnuglugganum. Deyðsbúgv Deyðsbúgv skulu lata inn sjálvuppgávu, kapitalvinningssjálvuppgávu og ognaruppgerð í síðsta lagi 1. juli 2019. Latast skal inn manuelt. Sí skjøl á taks.fo/ sjalvuppgava2018. Um ognaruppgerðina Øll, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, skulu lata hana inn aftur. Tey, sum ikki fáa ognaruppgerð, men sum hava broytingar í ogn og skuld í mun til 31. desember 2017, skulu eisini lata inn ognaruppgerð. Uppgerðin fæst á Borgaraglugganum ella við at venda sær til kundatænastu okkara á tel. 35 26 00. Um tørvur er á longri innlatingarfreist Er tørvur á longri innlatingarfreist, skal skrivlig umsókn sendast til TAKS. Freistin verður bert longd, um serlig orsøk er til tess, t.d. sjúka. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longri enn til 15. august 2019. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta gerast fyri hvønn persón og hvørt felag sær. Harafturat verður kravt: • at umsóknin er innlatin áðrenn 1. mai 2019 hjá vanligum skattgjaldarum og sjálvstøðugt vinnurekandi og áðrenn 1. juli 2019 hjá feløgum o.tíl. • at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin. Rættstundis er innlatið, tá ið tilfar er TAKS í hendi í síðsta lagi teir dagar, sum nevndir eru omanfyri Verður innlatið ov seint, hevur TAKS heimild til at seta inntøkuna til eina metta upphædd og til at áleggja sekt. TAKS 21. februar 2019 Arbeiðsmannafelagið FYLKING Ársaðalfundur felagsins verður í Fylking onskvøldið 6. mars kl 19.00 Skrá sambart lógum felagsins. Nevndin Aðalfundur Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 24. apríl 2019 kl. 19.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum - sí www.hs.fo Havnar Svimjifelag Frá Føroya Sílaveiðifelag Ársaðalfundur felagsins verður fríggjadagin 8/3-2019 kl. 19:00 í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, 100 Tórshavn. Skrá sambært lógum felagsins. Føroya Sílaveiðifelag Dreymastarvið finnur tú á in.fo