Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov At politikarar hava løgnar ar­beiðs­ hættir – sum ikki høvdu ver­ið góð­ tiknir á vanligum arbeiðsplássum – er so ofta sjón fyri søgn. Tað síggja vit til dømis, tá politikarar úr andstøðuni »missa álitið á eitt lands­ stýr­is­fólk«. So er sera um­ráð­andi at fáa hetta lands­stýrisfólkið frá sum skjót­ast, fyri at »endurvinna álitið á pol­it­isku skpanina«. Vit kunnu siga »ja gomorin« sum um andstøðan hevur størri á­lit á landsstýrinum, tí til dømis Rig­mor Dam er farin frá sum lands­stýr­is­ kvinna. Ella um sitandi samgonga, sum tá var andstøða, fekk størri álit á sam­gong­uni hjá Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen, tí at Kári P. Højgaard varð koyrd­ur frá. Og vit síggja tað við ymsum tunn­ ils­upp­skotum. Andstøðan er fús at »hjálpa« Henriki Old við at gjøgn­ umføra Fám­jinstunnilin, sum langt síð­ani er sleptur, og sum als ikki var upp á tal, tá hin samgongan sat. Andstøðan er væl at merkja sinnað at »hjálpa«, tí at samgongan hev­ur avgjørt, at hann als ikki skal gerast. Soleiðis kundu vit hildið fram. Og vit skulu fyri ein ordans skyld leggja dent á, at hetta er ikki nakað eindømi fyri andstøðuna í dag. Soleiðis er pol­ itikk­ur í Føroyum. Tað tykist ofta opinlýst pillbýtt. Men soleiðis arbeiðir politiska skip­ an­in – ofta til púra onga nyttu. Og so sita landsstýrisfólk og pjak­ ar sær við lógaruppskotum, sum ikki koma fram. Hetta landsstýrið er vorð­ið kent fyri ikki at virða hoyr­ ings­freist­ir. Øll lógaruppskot skulu hava fýra vikur hoyringsfreist, men tað kem­ur næstan ikki fyri. Tey senda uppskot til hoyringar við fýra daga hoyringsfreist. Altso álvaratos Aksel V. Jo­hann­e­ sen. Hetta líkist púra ongum. At tað hend­ir í onkrum undtaksføri, tað er so tað. Sjálvandi kann tað koma fyri, at okkurt einstakt mál má hastast ígjøgnum politisku skipanina, men tað kann ikki passa, at alt skal koma upp í røkur. Hjá sitandi samgongu tyksit tað regulin heldur enn undantakið – og so er okkurt heilt galið. Ja mál taka tíð at viðgera. Men so mugu tit annaðhvørt arbeiða skjótari, ella hava longri ímillum málini. Tað ber ikki til, at fólk skulu fáa ta fatan, at málini bara vera fuskað ígjøgnum – ella tað sum verri er, um politiska skipanin tilvitað gevur pørtum stuttar hoyringsfreistir, tí hon ikki vil hoyringssvarini. Tá er heilt galið. Ja tað passar, at onnur landsstýri hava havt sama trupulleika og hava fingið somu atfinningar. Men tað hjálpir so litið. Onkur má vera tann, sum sigur, at hertil og ikki longur. Nú skuklu allar freistir haldast og so mugu málini bara røkka ella støkka. Tað hevði tænt løgmanni, um tað var hann, sum segði tað. Tað hevði sømt løgmanni at sagt her til og ikki longu HOYRINGSFREISTIR OG VIRÐING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Í morgin 28. februar fyllir Soph­us Dal-Christiansen í Havn 50 ár. Sophus er sonur Terja og Sunnv­á Dal-Christiansen, bæði úr Havn. Terji son­ur Rosu og Sofus Dal-Christ­an­ sen. Sunnvá dóttir Biritu og Ed­vard Lindenskov. Sophus er serliga kendur úr hond­bóltinum. Hann spældi í mong ár á veinginum á besta liðnum hjá Kyndli – og var í mong ár venjari, ser­liga hjá kvinn­ u­num, sum hann aftur fekk at ger­ast føroyameistarar í 1998 og 1999 fyri fyrstu ferð síðani 1981. Í fótbóltinum er liðið sjálv­andi HB – og so Liver­ pool, tá tað kemur til enskan fót­bólt. Sophus er giftur við Mar­ iann Dam í Havn. Hon eigur son­in Rók, og tey bæði eiga syn­ir­nar Terja og Christian. Tey búgva úti í Mattalág. Systkini hjá Sophusi eru Rosa Birgitta, Kári og Hans Áki. Beiggjarnir hjá Mariann eru Poul Dam og Hermann Dam. Sophus starvast hjá Før­ oya Bjór, har hann er sølu- og markn­að­arleiðari. Sophus Dal Christ­ ian­sen fimmti BAÐIRÚM SETT VIONE Hvid 100 cm. v/2 LUX skf. og Formia grebum, hvítt glans postalínsvask 100x45x57,6 cm 4.098,- u/spegl og krana v.m. TEL. 20 59 59 SMIÐJUGERÐI 6 WWW.UNO.FO VIT ERU HAR SUM RINGVEGURIN OG VELBASTAÐVEGURIN MØTAST Bozena Ras­ mus­sen Framhald: Er kommunan virkin og vakin/kanska smá­vakin? Sum kunnugt hevur komm­unan lovað at setta nýggj­ar bussar inn í 2020, og longu í ár verð­ur ein nýggj skipan roynd­ar­ koyrd. Sigast má, at tað er ein bati. MEN hvussu verður við okk­um bussferðandi, sum ikki hava eitt stað at bíða í, sum er tøkt í øll­um tíð­ar­ skeið­inum, tá ið buss­ar­nir koyra? Vit krevja, at komm­un­ an letur bíðihøllina, har a­po­tek­ið, kaféin og WC eru, vera opna, meðan buss­ar­nir koyra, t.e. eisini eft­ir kl. 18. Lívið í býnum heldur – vón­andi – ikki uppat kl. 18. Tað EINASTA, ið krev­st, er eitt vaktarfólk, sum kemur aftan á kl. 18 og held­ur skil á. Herverk kann ikki góðtakast nakra­staðni – heldur ikki í Tórs­havnar kommunu. Okkara veðurlag er so­ leiðis háttað, at tað ofta regn­ar og er kalt. Nevnast kann, at seinasta hósdag aft­an á kl. 18 vóru vit 20 fólk, sum stóðu og bíðaðu – í oysandi regni – eftir buss­ i­num. Tey, sum hava læst hurð­ina kl. 18, stóðu ikki her, tí tey koyra ikki við buss­i­num! Tað má eyðsæð vera so­ leið­is, at um kommunan veit­ir flyting í býnum, má hon eisini veita eitt bíði­ rúm í Steinatúni, sum er op­ið í tíðarskeiðinum, sum bussarnir koyra! Ætlar kommunan at fáa fleiri fólk at koyra buss, so býurin ikki verð­ur so strongdur av ferðslu, má kommunan veita teim­um, ið ferðast við bussi, rímilig kor = eina innandura bíðihøll! Kjak: Bussleið og bíðihøll