Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Greining: Borg­ ar­stjórin í Havn er hin ein­asti, ið kann tryggja flokk­i­num um­ boð á Fólka­ting Eirikur Lindenskov Tað er tvey viðurskifti, sum skulu gera seg galdandi, um ein flokk­ur ætlar sær at vinna ann­að av umboðnum á kom­ andi fólkatingsvali: 1. Tað er at hava í minsta lagi ein ordi­ligan atkvøðu slúk 2. Tað er at vinna slagið um Havn­ina. Tað fyrra eydnaðist ser­ stak­liga væl hjá Tjóðveldinum á sein­asta fólkatingsvali, tá flokk­ur­in fekk 30,8 prosent av at­kvøðunnum í Havn. Hann gjørd­ist tí eisini størsti flokk­ ur á valinum. Um ikki so væl, so gekk tað eis­ini væl hjá Javn­að­ar­flokk­i­ num, sum fekk 26 prosent av at­kvøðunum í Havn. Næst­ størst­ur eftir Tjóðveldi í Havn og næst­størstur eftir Tjóðveldi í øllum landinum. Javnaðarflokkurin hevði eis­ini tveir atkvøðuslúkar: Sjúrð­ur Skaale, sum fekk 2.496 at­kvøð­ur og Aksel V. Jo­hann­ e­sen, sum fekk 1.174 atkøvður Havnin hevur stóran týdning fyri úrslitið Hjá Sambandsflokkinum gekk tað illa í Havn. Flokk­ur­in gekk góð 10 prosentstig aft­ur til 18,5 prosent. Hjá Fólkaflokkinum gekk tað eis­ini illa, hóast tað gekk eitt vet betur enn á valinum í 2011, tá tað eisini gekk illa. Flokk­ur­in fekk 14,3 prosent í Havn og 18,7 prosent í øllum land­i­num – eitt vet verri enn í 2011. Í løtuni liggur Fólka­flokk­ ur­in væl í veljarakanningum. Tað kann geva flokkinum eitt upp­sving. Men klárar flokk­ur­ in ikki at lyfta seg einar 1.000 at­kvøð­ur fram í Havn, so megn­ar hann valla at vinna ann­an fólka­tingssessin – uttan so at tað gongur tilsvarandi illa hjá Tjóðveldi ella Javn­að­ ar­flokkinum í Havn. Annika verd meira enn tríggjar ferðir Jørgen Annika Olsen var topp­skor­ari hjá Fólkaflokkinum sein­ast. Hon fekk 607 at­kvøð­ur í Havn, sum gevur henni eitt fjórða­pláss millum topp­skor­ ar­arnar í Havn, har Sjúrður Skaale liggur fremst við 945 atkvøðum, Høgni Hoydal nummar 2 við 734 og Edmund Joen­sen nummar 3 við 695. Um alt landið fekk Ann­ika Ol­sen 1.754 atkøvður – trið­ mest av øllum. Bara Sjúrð­ur Skaale og Ed­mund Jo­ensen fingu fleiri Hon fekk meira enn tríggjar ferð­ir so nógvar at­køvður sum floks­for­mað­ ur­in Jørg­en Niclasen og fimm ferð­ir so nógvar sum Jacob Vest­e­r­gaard. Fólkaflokkurin klárar seg ikki uttan Anniku Í miðlunum var ró fram fram undir, at tað var nakað nýtt, at Annika Olsen er á lista­ num hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið. Tað er einki nýtt í tí. Hetta er fimta fólkatingsvalið á rað, at hon stillar upp. Og á tveim­ um teim­um sein­astu hevur hon ver­ið grei­ð­ur topp­skor­ ari hjá Fólka­flokk­inum, so tað er einki løg­ið í, at flokkrin vil hava hana á listan. Tað er púra greitt, at uttan Ann­iku Olsen á listanum, so hev­ur Fólkaflokkurin lítlan kjans at vinna sæti aftur á Fólka­tingi. Hinvegin so hevur Ann­ika Olsen ein for­klár­ings­trup­ul­ leika – ella eina for­klár­ings­ av­bjóð­ing, nú tað tykist, sum hon so fegin vil tryggja sær at­ gongd til tríggjar fólkavaldar sess­ir. Borg­ar­stjór­a­sess­in í Havn, løgtingsessin og fólk­a­ tings­ess­in. Hon hevur lovað, at hon bara røkir ein sess í senn. So kann veljarin spyrja, hví velja ein persón á Fólkating ella Løg­ting, sum ikki ætlar sær at røkja sessin? Er tað fyri at tryggja borg­ar­stjór­a­num í Havn eitt starv, tann dagin hon fær knívin í ryggin sum borg­ar­stjóri? Men tað er altso einki ein­ dømi fyri Anniku Olsen at vilja tryggja sær fleiri sessir. Mun­ ur­in er bara, at eingin hevur sum hon tosað so hart ímóti teim­um, sum hava sitið í fleiri sess­um í senn. Fær virðing um hon fer í farloyvi Við in.fo í síðstu viku segði Mar­in Katrina Frýdal, bý­ráðs­ lim­ur fyri Tjóðveldi í Havn, at um Ann­ika Olsen ætlar sær at reka valstríð, so má hon í far­ loyvi sum borgarstjóri. Helst er hetta bara ein parta­pol­i­tisk útmelding frá ein­u­m sam­starvs­flokki fyri at leggja ávíst trýst á borg­a­ r­stjór­an – so hon ikki brúk­ar sína dýra­bæru borg­ar­stjór­a­ tíð upp á at vinna Fólka­flokk­i­ num fólk­a­tings­sess­in frá Tjóð­ veld­i­num. Men her kundi Annika Ol­ sen verið snild og tikið øll á bóli! Hon kann taka farloyvi úr borg­ar­stjóra­starv­i­num í nakrar vik­ur ella mánaðir. Ger hon tað, so kann hon taka sæti aft­u­r á tingi og harvið tryggja sær, at hon fær løn. Hon kann tá eis­ini nýta platformin sum ting­kvinna at tryggja sær eitt gott hál til fólkatingsvalið – og at vera afturvald í Løgtingið. Eingin kann nokta henni at stilla upp. Og hon kann sakt­ ans halda sítt lyfti um ikki at røkja tveir sessir framyvir – og vera eins sannførandi um ikki at gera tað. Fer hon í farloyvi sum borg­ar­stjóri, so kann eing­in skjóta henni í skógv­ar­na­r, at hon brúkar tíðina til ann­að pol­it­iskt arbeiði, sum einki hev­ur við Tórshavnar komm­ unu at gera – og so heldur hon fast um prinsippið við ikki at blanda býráðsarbeiði og løg­ tings­/fólkatingsarbeiði saman. Soleiðis kann Fólka­flokk­ ur­in vinna sessin frá ann­að­ h­vørt sam­starvs­flokk­i­num í Tórshavnar bý­ráð, Tjóð­veld­ i­num ella frá sjálv­út­nenvda fíggi­nda Fólkafloksins, Javn­ að­ar­flokk­i­num. Umboð á Fólkatingi frá 1948-2019: 1948 . . . . . . . . . . . Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin Petur Mohr Dam og Thorstein Petersen 1950 . . . . . . Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin Petur Mohr Dam og Johan Poulsen 1953 . . . . . . Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin Petur Mohr Dam og Johan Poulsen (seinna valið í 1953, grundlógarvalið, var friðarval) 1957 . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin Thorstein Petersen (Hákun Djurhuus) og Johan Poulsen 1964 . . . . . . . . . . . Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin Petur Mohr Dam og Poul Adrian Andreasen 1966 . . . . . . . . . . . Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin Petur Mohr Dam (Johan Nielsen) og Poul Adrian Andreasen 1968 . . . . . . . . . . . Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin Johan Nielsen og Hákun Djurhuus 1971 . . . . . . . . . . . Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin Johan Nielsen og Hákun Djurhuus 1973 . . . . . . . Javnaðarflokkurin og Tjóðveldislokkurin Johan Nielsen og Erlendur Patursson 1975 . . . . . . Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin Johan Nielsen og Erlendur Patursson 1977 . . . . . . . Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin Pauli Ellefsen og Johan Nielsen 1979 . . . . . . . Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin Pauli Ellefsen og Jákup Lindenskov 1981 . . . . . . . Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin Pauli Ellefsen og Jákup Lindenskov 1984 . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin Óli Breckmann og Pauli Ellefsen 1987 . . . . . . . . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin Óli Breckmann og Atli Dam (Jákup Lindenskov) 1988 . . . . . . . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin Óli Breckmann og Pauli Ellefsen 1990 . . . . . . . . . . . . . . . . . Javaðarflokkurin og Fólkaflokkurin Atli Dam (Jákup Lindenskov) og Óli Breckmann 1994 . . . . . . . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin Óli Breckmann og Edmund Joensen (Johs. Martin Olsen) 1998 . . . . . . . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard 2001 . . . . . . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin Óli Breckmann og Høgni Hoydal (Tórbjørn Jacobsen) 2005 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Fólkaflokkurin og Tjóðveldi Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal 2007 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Sambandsflokkurin og Tjóðveldi Edmund Joensen og Høgni Hoydal 2011 . . . . . . . . . . . . Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin Edmund Joensen og Sjúrður Skaale 2015 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin Høgni Hoydal (Magni Arge) og Sjúrður Skaale 2019 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Toppskorarar á seinasta fólkatingsvali: 1. Sjúrður Skaale (C) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2.495 atkvøður 2. Edmund Joensen(B) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2.415 atkvøður 3. Annika Olsen (A) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.754 atkvøður 4. Høgni Hoydal (E) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.477 atkvøður 5. Aksel V. Johannesen (C) . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.174 atkvøður 6. Magni Arge (E) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.082 atkvøður 7. Kristina Háfoss (E) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 563 atkvøður 8. Sirið Stenberg (E) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 561 atkvøður 9. Jørgen Niclasen (A) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 531 atkvøður 10. Annita á Fríðriksmørk (E) . . . . . . . . . . . . . . . . 520 atkvøður FAKTA: Atkvøður Fólkafloksins á seinasta fólkatingsvali: 1. Annika Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.754 2 Jørgen Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 531 3 Jacob Vestergaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 375 4 Jógvan á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 329 5 Jákup Mikkelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 291 6 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 283 7 Janus Rein . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 191 8 Joen Magnus Rasmussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 126 9 Sólvit E. Nolsø . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 116 10 Brandur Sandoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 74 11 Hanus Samró . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 68 12 Ingi Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 62 FAKTA: FAKTA: Sjálvandi vil Fólkaflokkurin hava Anniku á listan Poli­ tikk­ur snýr seg um vald Fær Annika Olsen sannført veljarar um, at tað er rætt av henni at stilla upp – og tað kann hon sum einki – so kann hon bjarga Fólkaflokkinum annan fólkatingsessin