týsdagur 26. februar 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1.
LÝS TEG SJÁLVa/n VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Óhátíðarlig, spontan og eitt sindur kynisk.
2.
Hvar starvast tú?
Eg arbeiði við samskifti í eini
danskari NGO sum eitur Lær for
Livet. Harafturat eri eg fyri stuttum
byrja at skriva fyri Miðlahúsið.
(2.1) Ert tú lesandi (um
ja, hvat lesur tú)?
Eg lesi eina kandidat í sprogpsykologi,
málsálarfrøði um tú vilt, á setrinum í
Keypmannahavn. Eg skrivi serritgerð
og verið eftir ætlan liðug í summar.
3.
Hvønn Sosialan Miðil
nýtur tú oftast?
Eg brúki mest Twitter og Facebook,
men av tí at eg arbeiði við samskifti
royni eg at vera allastaðni.
4.
Hvørjari sjónvarpsrøð
hyggur tú eftir fyri tíðina?
Girls á HBO, og eg flenni allatíð.
5.
Hvør bók hevur havt
størst ávirkan á teg?
Um vit tosa um jaliga ávirkan, so kann eg
koma í tankar um The God of Small Things
hjá indiska rithøvundanum Arundhati Roy.
6.
HVØR var TÍN BESTA
UPPLIVING í 2018?
Hvørja ferð Ísland ella Danmark
skoraðu mál í HM endaspælinum.
7.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
“Eg møti eitt sindur seinni í dag”.
8.
Heldur tú at menniskjan
er natúrliga góð/ónd ella
eitt stað mitt ímillum?
Hatta er ein filosofisk diskussión, sum
eg slett ikki dugi at fara inn í. Men
eg trúgvi ikki vit eru antin ella.
9.
Um tú hevði kunnað hitt
ein søguligan persón,
hvør hevði tað so verið?
Nólsoyar Páll, sjálvandi.
10
. Hvør er størsta hóttanin
ímóti mannaættini?
Tíðin.
11
. HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Hann skal hava góðan svartan
humor og myrkt hár.
12
. HVAT STRESSAR TEG?
Mín telefon. Eg brúki alt
for nógva tíð uppá at hyggja inn í
telefonskermin, og tað stressar meg.
13
. Hvat gleðir teg?
Tann fyrsti koppurin av
kaffi um morgunin. Og gott veður.
Alt er feitt tá sólin skínur.
14
. Hvat elskar tú, at
øsa teg upp um?
Pengaoyðsl, hykl og anti vaxxers
(fólk sum ikki vilja vaksinerast).
15
. HVAT VAR SEINASTA YNSKI,
SUM TÚ FEKk UPPFYLT?
Eg ynski mær ongantíð nakað.
16
. HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Vaskimaskinan er ein rættiliga undirmett
uppfinning. Frá 50’unum og fram gjørdi
vaskimaskinan av við størstu arbeiðsbyrðuni
hjá kvinnum, sum var at halda hús, og
slóðaði sostatt fyri kvinnurørsluni.
17
. HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Eg keypti eina íbúð í fjør. Tað var ein
rættiliga skilagóð íløga, haldi eg sjálv.
18
. HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Tað er ringt at kóka niður, men okkara
mentan og samleiki eru tað sum gera
Føroyar til nakað serligt fyri meg. Eg elski
at vera errin av at vera føroyingur, og eg
síggji á øðrum t.d. dønum at tey ikki skilja
tað, tí tey ikki hava sama stoltleika.
NAVN OG ALDUR:
Óluva Nattestad, 32 ár
Óluva Nattestad, 32 ár
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
STÓLURIN