Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra systir, fastur, mostur, abbasystir, ommusystir, langabbasystir og langommusystir okkara Anna Helena Husgaard andaðist og varð jarðað Takk til starvfólki á Boðanesheiminum. Takk til prest, kirkjutænara og sangarar. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og til tykkum, ið fyldu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Malfryd og Ester TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Edil Thomsen andaðist og fór til gravar. Takk fyri umsorgan og hjálp til jarðarferðina og við ervinum, fyri blómur, kransar og minnisgávur. Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eivind, Terji, Heri og Makonny TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaða mamma, vermamma, omma og unnusta okkara Tórgerð W. Nielsen f. 27.07.1947 – d. 26.12.2018 andaðist og varð jarðað Vit takka tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til, og eisini ein tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til tykkum á B6, Hera Joensen, prest og Heimatænastuna. Helgi, Bogi og Terji við familjum, Álvur við familju Tøkk Øllum tykkum sum á ymiskan hátt sýndi samkenslu í samband við høgt elskaða kona, mamma, omma, systi og svigarinda, Elisa Tomina(Mina) Reinert fødd Lauritsen f. 30-09-46 d.8.11-18 andaðist og varð jarða. Ein serlig tøkk til míni systkin við teirra familju, sum tóku so væl ímóti okkum í tí sváru tíð og fyri alt hjálpsemi okkum var sýnd. Tøkkin fer eisini niðan á Trøðna í Miðvági, á Mýrar í Sørvági og Handan á í Mykinesi. Takk til Hera prest fyri vælvald og vøkur orð. Takk til Hannis fyri vakurt urguspæl. Takk til tykkum sum vitjaðu Minu á Landssjúkrahúsinum. Takk til berarar, sangarar og gravarar. Takk fyri vøkur minningarorð í bløðunum, fyri vakrar kransar, blómur og minningargávur. Takk tit øll sum fylgdu Minu til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Takk øll somul. Svenning, Heini, Tórhallur við familju Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaða kona mín og mamma mín Sigrid Funding f. 23.08.1945 d. 22-12-2018 andaðist og varð jarðað Vit takka tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Vit takka tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Kurt og Jógvan TAKK Okur vilja takka øllum tykkum, sum gjørdu okkara diamantbrúdleypsdag ógloymandi og so avbera hugnaligan. Takk til øll tykkum, sum á ein og hvønn hátt rættu eina hjálpandi hond, so at okur kundu hátíðarhalda dagin. Takk øll tykur, sum við sangi gjørdu okkum dagin so rørandi og ógloymandi longu frá morgunstundini. Takk fyri gávur, heilsanir, sangir og talur. Hjartaliga tøkk øll somul. Samstundis vilja okur eisini takka so hjartaliga fyri sýnda samkenslu, fyri alla tað hjálp og vitjanir, tá ið sonur okkara so brádliga andaðist tann 6. juli 2018. Kærar heilsanir Jonny og Áki DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á