týsdagur 26. februar 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
2
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Útbúgva seg til grønu
framtíðina í Vestmanna
- Útbúgvingin samsvarar væl við grøna rákið, ið er frammi í løtuni, har dentur
verður lagdur á, at menningin av samfelagnum skal vera burðardygg og taka
hædd fyri føroysku náttúruni. Ein partur av undirvísingini er av meira praktiskum
slagi. Næmingarnir eru regluliga á virkisvitjanum, arbeiða í laboratorium ella gera
royndarkanningar úti í náttúruni. Men undirvíst verður eisini í øðrum meira vanligum
gymnasialum fakum sum t.d. søgu, ítrótti, støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði, sigur Jákup
Andreasen, stjóri í Miðnám í Vestmanna.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
I
nni á Fjørð í Vestmanna, í einum stási
ligum hølum á gomlu ferjuleguni, liggur
skúlin Miðnám í Vestmanna, ið føroy
ingar kanska betri kenna undir gamla navn
inum Fiskivinnuskúlin í Vestmanna.
Tað er ikki bara navnið á skúlanum, ið er
broytt seinnu árini, men útbúgvingartilboðið
er eisini víðkað frá einans at miðsavna seg
um útbúgving innan fiskivinnu og aling,
til nú eisini at fevna um alt tað føroyska
náttúrugrundarlagið.
Og meðan hinir miðnámsskúlarnir í land
inum bjóða ymiskar breytir á teirra skúlum,
so skilur miðnámsskúlin í Vestmanna seg frá
restini, tí allur skúlin er fokuseraður á ta einu
breytina, ið skúlin bjóðar.
Grøna tilfeingisbreytin
Tað var, tá nýggja gymnasiala lógin kom í
gildi í 2013, ið skipaði føroyskar miðnámsút
búgvingar í breytir, at skúlin í Vestmanna
legði á annan bógv og skipaði eina serstaka
tilfeingisbreyt.
- Vit eru farin eitt sindur burtur frá fiski
vinnuni og hava í staðin víðkað um útbúgv
ingina, so at vit nú bjóða eina útbúgving
innan føroyskt náttúrutilfeingi í breiðari
merking. Tað vil siga bæði fisk, aling, land
búnað, fugl, fuglaveiðu, hvalaveiðu og so
víðari. Vit hava ment hesa serliga føroysku
breytina og eru einasti skúli í Føroyum, ið
bjóðar hana, sigur Jákup Andreasen, stjóri í
Miðnám í Vestmanna.
Umframt at veita teimum lesandi serligan
lestrarførleikan innan føroyska náttúru
og umhvørvi, gevur tilfeingisbreytin eisini
næmingunum almennan lestrarførleika til
hægri lærustovnar og universitet á jøvnum
føti við hinar gymnasialu breytirnar.
Burðardygd í fokus
Nýggja útbúgvin rakar sostatt tíðarandan í
alheimssamfelagnum har alsamt størri dent
ur verður lagdur á burðardygga og grøna
menning og at verja umhvørvið, vísir Jákup
Andreasen á.
- Útbúgvingin samsvarar væl við grøna
rákið, ið er frammi í løtuni, har dentur verður
lagdur á, at menningin av samfelagnum skal
vera burðardygg og taka hædd fyri føroysku
náttúruni. Ein partur av undirvísingini er av
meira praktiskum slagi. Næmingarnir eru
regluliga á virkisvitjanum, arbeiða í laborat
orium ella gera royndarkanningar úti í nátt
úruni. Men undirvíst verður eisini í øðrum
meira vanligum gymnasialum fakum sum
t.d. søgu, ítrótti, støddfrøði, alisfrøði og evna
frøði, sigur Jákup Andreasen.
Útbúgvingin er serliga ætlað ungum, ið
hava áhuga fyri føroyska náttúruni, og til tað
endamálið kann staðsetingin av skúlanum
ikki vera nógv betri, tí frá gomlu ferjuleguni
í Vestmanna er stutt til alt hugsandi plantu-
og djóralív og til sjógvin.
Tvær serstakar lærugreinar
Tá talan er um eina nýggja breyt, ið ikki er
á øðrum skúlum, eru sjálvsagt nakrar læru
greinar, ið skilja seg frá hinum breytunum.
Talan er um lærugreinarnar tilfeingisfrøði á
B-stigi og tilfeingi á A-stigi.
Í tilfeingisfrøði á B-stigi verða næming
arnir undirvístir í grundleggjandi vitan um
tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku
náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin,
tey hava. Endamálið er, at næmingarnir
skulu duga at meta um, hvussu vit gagnnýta
okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menn
ingarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í fram
tíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.
Undirvísingin í tilfeingi á A-stigi er í høv
uðsheitum skipað sum verkætlanararbeiði.
Næmingarnir arbeiða við trimum verkætl
anum 10 tímar um vikuna í 3. skúlaárinum,
ið skulu vera innan náttúrutilfeingi, aling,
landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu
og náttúrunýtslu. Tann seinasta verkætlanin
er ein próvtøkuverkætlan, sum næmingarnir
eisini skulu verja til eina munnliga próvtøku.
Umsóknarfreist til tilfeingisbreytina á
Miðnámi í Vestmanna er 15. mars.