týsdagur 26. februar 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
4
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Ein skapandi
og savnandi skúli
E
in innbjóðandi skúli, við nógvum
hugnaligum krókum og spennandi
rúmum. Eitt heimligt stað sum angar
av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Her
verður bundið og boderað og seymað og
sniðgivið. Alt frá lekkrum leðurjakkum til
fín føroysk klæði. Glaslist, silvursmíð, silki
máling og skinn arbeiði er á skránni. Og
so sleppa næmingarnir á skeið, - bæði á
brandskeið og fyrstuhjálparskeið. Viðhvørt
er stíling, make-up og yoga eisini partur av
gerandisdegnum. Altíð er okkurt á vási og
dagarnir eru innihaldsríkir.
- Á skúlanum leggja vit stóran dent á at
næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi
evni. Og vit hava síðani skúlin varð stovnaður
í 1974 havt størstu virðing fyri føroyskum
hondarbeiði, handverki og matgerð. Men
felagsskapurin og góða huglagið er helst
høvuðsorsøkin til at skúlin er so eftirspurdur
og vælumtóktur. Vit gera nógv burtúr at
vera savnandi og skapa eitt gott samanhald í
millum tey sum búleikast her, so evnisvikur,
hugnakvøld og útferðir mynda eisini skúlan,
sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari.
Húsarhaldsskúlin er ein vistarskúli, og tað
merkir, at øll tey ungu, sum ganga á skúlan
um eisini búgva har. Á skúlanum er búpláss
fyri 21 næmingum og skeiðið varðar í 26 vikur.
Gerandisdagurin er skipaður á tann hátt, at
næmingarnir gera allar máltíðirnar frá botni
av. Í mattilgongdini verður eisini kunnað um
føðslu, reinføri, matsiðir og góðskuvørur.
- Vit brúka góðar ráðvørur, helst føroysk
ar, og ynskja at verða so burðardygg sum
gjørligt. Vit hava virðing fyri náttúruni og
okkara tilfeingi og leggja stóran dent á end
urnýtslu, sigur Jóhanna og heldur áfram:
Flestu máltíðirnar taka stað í køkinum, men
viðhvørt verður eisini borðeitt í uppihalds
stovuni ella uttandura.
Hóast Húsarhaldsskúli Føroya byggir á
eina áhugaverda søgu, og stendur sum ment
anarberi á húsarhaldsøkinum og eigur lív í
laga í mangari uppskift og bindingarmynstri,
sum vit í dag taka sum sjálvfylgu, er skúlin
eisini framsíggin. Innan fá ár verður nýggjur
húsarhaldsskúli bygdur í miðbýnum og hó
ast ætlanin framhaldandi er at verja um før
oysku mentanina og somuleiðis varðveita
eina burðadyggari framleiðslu, so vil skúlin
eisini altíð verða karmur um eina modernaða
ungdómsmentan, sum tekur støði í nú’inum
og raðfestur hjartarúm og dygd og tekur
trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álv
ara.