týsdagur 26. februar 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
6
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Klekingardepil fyri maritimar leiðarar
- Okkara fokus er at útbúgva næsta ættarlið av maritimum leiðarum til ein altjóða
arbeiðsmarknað. Tað er eisini tað, ið persónarnir verða brúktir til, tá teir komu úr
skúlanum. Tað eru her okkara yvirmenn á brúnni og í maskinrúminum hava ognað sær
sínar førleikar og vitan, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
1
26 ár eru liðin síðan skipararnir
Jens Mohr og Jens í Dali, í
hvør sínum lag, fóru undir at
hava skiparaskúlar í Føroyum.
Nógvir
skiparaskúlar,
sjó
mansskúlar,
stýrimansskúl
ar og motorpassaraskúlar
hava sæð dagsins ljós síðan,
og eitt ótal av monnum hava
gjøgnum árini fingið prógv til
at arbeiða á sjónum gjøgnum
hesar skúlar, men í dag er alt
savnað í einum lærustovni,
Vinnuháskúlin.
Hóast navnið bendir á, at
tað er talan um ein skúla, ið
bjóðar eitt breitt útboð av út
búgvingum til allar hugsandi
vinnur her á landi, so er tað
høvuðsvinnan, ið er miðdepilin
í Vinnuháskúlanum.
-
Okkara
fokus
er
at
útbúgva næsta ættarlið av
maritimum leiðarum til ein
altjóða arbeiðsmarknað.
Tað er eisini tað, ið
persónarnir
v e r ð a
brúktir til, tá teir komu úr skúlanum.
Tað eru her okkara yvirmenn á brúnni
og í maskinrúminum hava ognað sær
sínar førleikar og vitan, sigur Wilhelm
Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.
Endurnýggja
Hóast Vinnuháskúlin og útbúgvingar
á sjónum hava nógv ár á baki í før
oyska samfelagnum, so er talan
um útbúgvingar, ið eru áhaldandi
undir menning og endurnýggjan.
Nýggjar treytir verða so líðandi
settar fyri bæði útgerð og støði á út
búgvingunum.
- Tøkniliga menningin í sam
felagnum setir alla tíðina nýggj
krøv til okkara útbúgvingar. Vit eru
farin gjøgnum eina endurnýggjan
av skúlanum seinastu árini. Útbúgv
ingarnar á skúlanum og okkara útgerð
er dagførd, so at tey lúka tey krøv, ið
altjóða samfelagið setir til maritimar
leiðarar. Haraftrat eru vit eisini farin
at bjóða út nakrar nýggjar útbúgvingar
seinnu árini, sigur skúlastjórin.
Tá øll vinnubrøv skuldu end
urnýggjast við árslok 2016, var neyðugt
hjá skúlanum at taka eitt ordans tak, so
øll útgerð og undirvísing var dagførd, so
skúlin fekk bjóða tey kravdu skeiðini.
- Allir teir, ið eru virknir
í
vinnuni,
skuldu
tá
gjøgnum ávís skeið,
ið lúka altjóða
krøv, um teir
vildu
hava
vinnubrævið endurnýggjað. Tá gjørdu vit
íløgu í neyðuga tøknina, so vit fingu koyrt øll
gjøgnum skeiðini. Tað var eitt ordans trýst
á, men vit megnaðu at gjøgnumføra allar,
greiðir hann frá.
Nýggj útbúgvingartilboð
Nýggjasta útbúgvingin á skúlanum eru
aspirantútbúgvingarnar, ið sóu dagsins ljós í
2015. Tá byrjaði fyrsta holdið við navigatørum
og í fjør varð linjan víðkað, tá fyrsta holdið av
maskinmeistarum byrjaði.
- Aspirantútbúgvingarnar venda sær til
persónar, ið kanska hava gingið eitt sindur
longri í skúla og ikki siglt frammanundan.
Hendan útbúgvingin blandar siglingina og
skúlan, so at næmingarnir fáa siglingar
royndir undir sjálvari útbúgvingini. Hetta er
ein effektiv útbúgving, ið gevur eitt ótal av
arbeiðsmøguleikum á altjóða arbeiðsmarkn
aðinum, vísir Wilhelm Petersen á.
Harumframt verður nú arbeitt við at
styrkja um útbúgvingartilboðið á skúlanum,
so at tey lesandi fáa uppaftur betri møgu
leikar til víðari lestur seinni í lívinum. Arbeitt
verður nevniliga við at gera tað møguligt at
taka ein bachelor í teimum útbúgvingum, ið
skúlin bjóðar. Fyri tey lesandi merkir tað, at
tey fáa møguleikan at byggja víðari á útbúgv
ingina á DTU og øðrum universitetum.
Nógv orka verður sostatt lagt í at
endurnýggja og dagføra verandi útbúgving
artilboð, umframt at bjóða nýggjar útbúgv
ingar út.
- Tað krevur nógv av okkum, men hetta
letur seg gera, tí vit hava góð og dugnalig
starvsfólk her á Vinnuháskúlanum, sigur
stjórin.
Tætt tilknýti til vinnuna
Tá útbúgvingar á sjónum er tað, ið er serfrøð
in hjá Vinnuháskúlanum, er tað mest sum
natúrligt, at skúlin hevur eitt tætt tilknýti
til maritimu vinnuna í Føroyum, so tey vita
hvør tørvurin er hjá teimum, ið hava sítt
dagliga yrki á sjónum.
- Vit leggja dent á, at varðveita eitt tætt
samskifti við vinnuna. Vit lurta eftir hvat
liggur teimum á hjarta og hvørjar útbúgv
ingar tørvur er á, sigur Wilhelm Petersen.
Við aspirantútbúgvingunum ger skúlin
sær eisini dælt av tí góða sambandinum, ið
skúlin hevur við vinnuna. Vinnuháskúlin
ber nevniliga so í bandi, at navigatørarnir
fáa starvsvenjing umborð á skipum, meðan
maskinmeistararnir fara í starvsvenjing
umborð á skipi og á landi. Og tað er ein fyri
munur hjá næmingunum at sleppa at royna
seg á arbeiðsmarknaðinum, meðan teir enn
eru á skúlabeinki.
- Tað er ein øgiliga lættur og skjótur máti
hjá næmingum at fáa samband við fólk í
vinnuna, og tá teir eru lidnir aftaná trý ár
hava teir bæði prógv, vinnubræv og eru
klárir at arbeiða, sigur skúlastjórin.