týsdagur 26. februar 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
12
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Setrið gongur
nýggjar leiðir
- Tað er torført at gera eina neyva meting, áðrenn fyrstu umsóknirnar
eru komnar inn, men stórur áhugi tykist vera bæði millum møgulig
lesandi og almenningin. Eitt nú varð skipað fyri eini ráðstevnu í fjør
í sambandi við listaútbúgvingina, ið var sera væl vitjað, og stórur
áhugi var fyri útbúgvingini og teimum møguleikunum listaútbúgvingin
fer at geva føroyingum og samfelagnum, siga fyrireikararnir av nýggju
listaútbúgvingini á Setrinum
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
F
róðskaparsetur Føroya víðkar um
útboðið av útbúgvingum í summar,
tá 15 lesandi sleppa at vera tey fyrstu,
ið fara í holt við nýggju diplomútbúgving í
listaligum arbeiði. Samstundis er tað fyrstu
ferð nakrantíð, at Setrið bjóðar eina út
búgving innan føroyska list.
Í fyrstu atløgu vendir útbúgvingin sær
til tey, ið fáast við ritlist og tónlist, upplýsir
Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðari á nýggju
útbúgvingini, og Anna Sofía Lava, samskipari
á Setrinum.
- Orsøkin til, at júst hesar listagreinirnar
eru valdar, er, at eitt fakligt umhvørvi er á
Setrinum, sum ger tað upplagt at byrja við
teimum fyrst, og kostnaðarliga eru tær eisini
hóskandi í mun til fíggjarligu orkuna. Hetta
er tískil rætta staðið at byrja, men ætlanin er,
at aðrar listagreinar skulu leggjast afturat
útbúgvingini so hvørt, sum hon verður ment,
siga tey bæði.
Karmarnir eru til staðar
Hóast talan er um eina nýggja útbúgving,
ið skilur seg frá teimum útbúgvingum, ið
frammanundan eru á Fróðskaparsetrinum,
so verður mett, at karmarnir longu eru til
staðar til nýggju útbúgvingina.
- Núverandi karmar eru nøktandi til
ritlist og tónlist. Føroyamálsdeildin hevur
longu umstøður, sum skulu til fyri at undir
vísa í ritlist. Til leiðina í tónlist er hóskandi
tónleikaútgerð fingin til vega við tí játtan
Setrið hevur fingið til at byrja listaútbúgv
ingina, upplýsa tey bæði.
Og í samband við sjálva undirvísingina
verða avtalur gjørdar við listafólk og fólk við
royndum í báðum listagreinum, ið vera við til
at tryggja, at undirvísingin verður bæði verk
lig og ástøðilig.
Stórur áhugi
Hóast umsóknarfreistin til nýggju útbúgv
ingina fyrst er 1. juni, so merkja tey bæði
longu ein ávísan áhuga millum fólk fyri
nýggju útbúgvingina. Hvussu ítøkiligur tann
áhugi er, er munandi verri at staðfesta.
- Tað er torført at gera eina neyva meting,
áðrenn fyrstu umsóknirnar eru komnar inn,
men stórur áhugi tykist vera bæði millum
møgulig lesandi og almenningin. Eitt nú varð
skipað fyri eini ráðstevnu í fjør í sambandi
við listaútbúgvingina, ið var sera væl vitjað,
og stórur áhugi var fyri útbúgvingini og
teimum møguleikunum listaútbúgvingin fer
at geva føroyingum og samfelagnum, siga tey
bæði og leggja afturat.
- Vit fáa eisini nógvar fyrispurningar. Av tí
at útbúgvingin er nýggj, hava fólk sjálvandi
nógvar spurningar um innihald og skipan av
útbúgvingini, men tey flestu tykjast at vera
á einum máli um, at tørvur er á eini hægri
útbúgving í listaligum arbeiði í Føroyum.
Samband millum ættarliðini
Tað er altíð torført at meta um hvønn sam
felagsligan týdning ein einstøk útbúgving
kann hava á restina av samfelagnum, men
eitt íkast er longu greitt. Hetta verður
fyrsta útbúgving innan list, ið kann takast á
universitetsstøði í Føroyum og tað munar hjá
teimum ungu.
- Mest ítøkiliga fer hetta at koma teimum
lesandi til góðar. Tey fáa nú ein møguleika at
menna síni listaligu evni í einum akademisk
um umhvørvi uttan at flyta uttanlands. Tað
at tey lesandi gerast floksfelagar við aðrar
listaspírar fer vónandi eisini at skapa ein
kreativan dynamikk, sum kann vera við til
at gera listaumhvørvið her heima enn meira
livandi, siga fyrireikararnir.
Ein onnur týdningarmikil avleiðing av
útbúgvingini er, at tað nú verður lættari hjá
eldri ættarliðunum hjá listafólk at lata sína
vitan og royndir víðari til yngru ættarliðini.
- Ein útbúgving í listaligum arbeiði at
skapa tættari samband millum ymsu ætt
arliðini í føroyska listaheiminum. Við lista
útbúgvingini tryggja vit okkum, at virðis
mikla vitanin og royndirnar, sum longu eru
í landinum, í størri mun verða førdar víðari
til komandi ættarlið. Sum frá líður fer hetta
óivað at ríka okkara samfelag á nógvar ymsar
hættir, siga tey bæði.