týsdagur 26. februar 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
14
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Skúlaflokkur
uttan landamørk
- Talan eru um eitt nýbrot innan norðatlantiska skúlaverkið, nú ein flokkur á fyrsta
sinni fer at flyta runt millum ikki bara fýra ymiskar skúlar, men eisini lond og mentanir.
Endamálið við flokkinum er at veita eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar,
ið ynskja at samantvinna studentsútbúgvingina við at læra norðuratlantiska økið,
mentanirnar og málini betri at kenna.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
A
ftanfyri summarferiuna fer ein slóð
brótandi verkætlan av bakkastokki,
tá tað fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður møguligt hjá ungum at taka eina
studentsútbúgving í fýra ymiskum londum
í Norðuratlantshavinum.
Talan er um nýggju norðatlantisku stud
entsútbúgvingina, ið fýra skúlar í Norður
londum samstarva um. Møguligt verður
hjá ungum í Íslandi, Grønlandi, Føroyum og
Danmark at koma í ein flokk, ið fer at hava
undirvísing í øllum fýra londum. Ein gyltur
møguleiki hjá teimum, ið ynskja at fáa upp
aftur meira burturúr tíðini á miðnámsskúla,
tí við hesum fáa tey lesandi møguleikan at
læra aðrar mentanir og lond at kenna, aftrat
tí vanligu skúlagongdini.
Í Føroyum er tað Miðnám á Kambsdali, ið
er við í slóðbrótandi verkætlanini og er ætl
anin, at næmingarnir skulu ganga annað árið
á útbúgvingini á Kambsdali og í Verzlonar
skóla Íslands í Reykjavík.
- Øll, sum hava gingið á einum studenta
skúla, vita, hvussu nógv hesi trý árini eru við
til at mynda og búgva okkum sum menniskju.
Hesin flokkurin fer uttan iva at geva næm
ingunum nakað heilt serstakt og verður eitt
upplivilsi fyri lívið. Samstundis fer flokkurin
eisini at skapa eitt serstakt norðatlantiskt
netverk. Bæði millum næmingar, lærarar og
skúlar, og tað gleða vit okkum til, sigur Páll
Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.
Fyrsta árið verður tikið á Gribskov gymn
asium í Danmark, meðan síðsta og triðja árið
verður tikið á GUX Sisimiut í Grønlandi.
Fýra mentanir – ein flokkur
Talan eru um eitt nýbrot innan norðatlant
iska skúlaverkið, nú ein flokkur á fyrsta
sinni fer at flyta runt millum ikki bara fýra
ymiskar skúlar, men eisini lond og mentanir.
Endamálið við flokkinum er at veita eitt
serstakt útbúgvingartilboð til næmingar, ið
ynskja at samantvinna studentsútbúgving
ina við at læra norðuratlantiska økið, ment
anirnar og málini betri at kenna.
Í flokkinum verður serliga dentur lagd
ur á náttúruvísindaligu fakini og verða
næmingarnir undirvísir í lærugreinunum
biotøkni A, arktiskari tøkni C, støddfrøði A
og alisfrøði B, umframt almenn málfatan,
náttúruvísindalig innleiðsla, danskt A, søga
A, enskt B, ítróttur C, samfelagsfrøði C, forn
aldarfrøði C, religión C, miðlakunnleiki C og
mentan C.
Næmingarnir koma tó úr ymiskum lond
um við egnum málum og verður hædd eisini
tikið fyri hesum. Sjálv undirvísingin er á
donskum, men føroysku, íslendsku og grøn
lendsku næmingarnir hava móðurmálsfrá
læru í ávikavist føroyskum A, íslendskum A
og grønlendskum A.
Fíggjarliga hjálp
Meðan sjálv útbúgvingin er ókeypis eins
og aðrar miðnámsútbúgvingar í Føroyum
og Norðurlondum, so er eitt ávíst gjald, ið
næmingarnir mugu rinda fyri kost og logi.
Kostnaðurin fyri at luttaka í flokkinum
er 2.500 - 4.000 krónur um mánaðin fyri
bústað og millum 15.000 til 20.000 krónur í
flogseðlum. Hjá føroyingum er tó hjálp at
fáa, tí í samband við Norðatlantiska flokkin
hevur BankNordik gjørt eitt legat, har ein
føroyingur fær tilsamans 150.000 krónur til
at rinda fyri skúlagongdina. 50.000 krónur
verða rindaðar um árið tey trý árini, útbúgv
ingin varar.
Umsóknarfreistin
til
Norðatlantisku
Studentsútbúgvingina er longu 1. mars og
skulu áhugaði senda eina grundaða umsókn
til post@gribskovgymnasium.dk.