Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 16 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Hví valdi tú hesa útbúgvingina? - Eg valdi fyrst og fremst at útbúgva meg innan løgfrøðina grundað á áhuga. Løgfrøðin er ein vísindagrein, ið er við til at skapa karmarnar um alt samfelagið. Løgfrøðin er viðkomandi innan øll økið í samfelagnum, sum t.d. tí familjurættarliga og revsirættarliga økið og ikki minst politiska økið. Útyvir hetta, havi eg altíð verið stinnur innanfyri tær málsligu lærugreinarnar í skúlanum, og tískil passaði løgfrøði til fulnar við mín profil. Tað, at løgfrøðingar eisini fáa eina kappingarføra løn fyri sítt arbeiði, skaðar heldur ikki. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Aalborg Universitet er tiltikið fyri at leggja dent á, at undirvísa á einum høgum fakligum støði, men samtíðis at tey lesandi trívast væl sosialt. Fyri at røkka hesum málinum hevur Aalborg Universitet ment eina læringsmodel innan PBL (Problem Based Learning). Tað merkir, at ein stórur partur av lesnaðinum á Aalborg Universitet fyrigongur seg við bólkaarbeiði. Heilt ítøkiligt viðvíkjandi løgfrøðiligu útbúgvingina, dámar mær væl, at ein hvørki hevur møtiskyldu ella innlatingarskyldu. Hettar gevur einum møguleika til, at tilrættisleggja lesnaðin eftir sínum persónliga tørvi. Hevur tú eitt gott ráð til onnur, ið ætla at lesa? SPYR! Tað er ofta ein stór og ógvuslig broyting at flyta uttanlands at lesa. Her hugsi eg bæði um tann praktiska partin, við at flyta uttanlands, men eisini tann fakliga partin. Lesnaður á einum universiteti er meira sjálvstøðugur, og er samtíðis eisini á einum væl hægri støði enn á miðnámsskúla. Tískil kann eg bert viðmæla, at ein ikki heldur seg aftur, við at spyrja aðrar føroyingar um ráð og vegleiðing, tí hetta kann veruliga lætta um eina ofta harða byrjan uppá lívið sum lesandi á einum universiteti. Tískil er mítt besta ráð, at ein spyr aðrar føroyingar um ráð og vegleiðing, bæði til tann praktiska partin og tann meira fakliga partin. NAVN: Ingi Kárason Midjord LESTRARSTAÐ: Aalborg Universitet (AAU) ÚTBÚGVING: Kandidat í Løgfrøði (Cand.Jur.) Lesandi til lesandi Lesandi til lesandi er ein táttur, ið gevur ungum, ið umhugsa at lesa víðari, innlit í lívið og lesnaðin hjá føroyskum lesandi kring heimin. Hetta er frá lesandi til lesandi Hví valdi tú hesa útbúgvingina? Eg elski at vera uttandura og havi verið skóti ein stóran part av mínum lívi. Eftir at hava gingið í Hoydølum valdi eg at fara í læru sum annleggsgartnari hjá Hjálpirót. Gjøgnum lærutíðina fekk eg eitt innlit í fakið og fann útav, at tað fanst ein útbúgving, har man kundi blíva "uttandura"-arkitekt og harvið fáa møguleikan at fáa eina ávirkan á hvussu eitt stað kemur at síggja út og verður fatað, og ikki bara skapa út frá einari tekning, hóast mær eisini dámar hendan partin. Tí gjørdi eg annleggsgartnaraútbúgvingina lidna fyrst, áðrenn eg byrjaði á universitetinum í 2015. Við at lesa víðari fekk eg fordjúpa meg enn meira í fakinum, sum mær dámdi so væl, og havi ikki angrað tað eina løtu. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Samansetingin av fakum er sera fjøltáttað. Tað er rættiliga sjáldsamt at finna fak innan tað listarliga (kreativa), samfelagsliga og náttúruvísindaliga á einari og somu útbúgving. Undirvíst verður í øllum frá plantufrøði til býarplanlegging. Undirvísingin er sera verklig og stórur dentur verður lagdur á "learning-by-doing". Bygningurin, sum vit halda til í, er sera hugnaligur og umhvørvið er sera gott. Til dømis hoyrir ein stórur urtagarður til, har skelti er á øllum plantusløgunum. Eisini verður skipað fyri ymiskum fyri tey lesandi, m.a. uttanlandsferðir í hvørjari summarfrítíð. Hevur tú eitt gott ráð til onnur, ið ætla at lesa? Tað er umráðandi at geva útbúgvingini ein kjans, tí ein veksur við uppgávuni - í roynd og veru haldi eg ikki, at tað er heilt ólíkt at byrja á miðnámi og hægri lesnaði. Støðið hækkar sjálvandi í mun til miðnám, og ein skal vænta at brúka nógva tíð uppá lesturin, men tá ið gongd er komin á, gerst alt lættari. Eitt annað gott ráð er at hava eitt ítriv, ið ikki hevur við lesturin at gera. Og so er tað umráðandi at fara til tað, hóast tað kann tykjast trupult uppundir royndir o.s.fr. Eg havi havt nógva gleði av at ganga til ymsan studentaítrótt, so sum badminton, adventure race og klintring. Tað er vanliga ikki so dýrt at ganga til og her er góður møguleiki at læra onnur at kenna. Harafturat eri eg skótaleiðari einaferð um vikuna og hetta hevur givið mær nógv góð vinfólk. NAVN: Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard LESTRARSTAÐ:: Universitetið í Keypmannahavn, Frederiksberg Campus ÚTBÚGVING: Landskabsarkitektur, 8. semester