Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 18 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Ein kreativur frístaður - Føroya Fólkaháskúli er ein fríur skúli. Her snýr tað seg ikki um at savna lestrarstig ella fylgja eini lestrarætlan. Ei heldur nýtist man at stressa um próvroyndir ella at tryggja sær eitt gott prógv. Her snýr tað seg um persónliga menning. Tað sigur Annfinnur Heinesen, stjóri í Føroya Fólkaháskúla Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo H óast skúli er partur av navninum, so verð­ur neyvan nakar, ið er knýttur at Føroya Fólka­háskúla, firtin, um sagt verður, at tað er lítið við honum, ið minnir um vanligar skúlar. Tað er kanska meira hóskandi at lýsa Føroya Fólkaháskúla, ið hevur havt eitt sterkt tilknýti til føroyskt mentanarlív og tjóðskap síðan Rasmus Rasmussen og Sím­un av Skarði settu skúlan á stovn, sum ein kveikingardepil fyri føroyskum máli, mentan, søgu og samfelag. Hæddarpunktið í skúlaárinum hjá Fólka­ háskúlanum er heystskeiðið, tá 15-25 ungfólk gera innrás í hølunum á Hornabø og næstu fýra mánaðirnir virka, liva, eta, skapa og sova undir sama taki. Ein øðrvísi skúli At skúlagongdin brýtur frá øllum tí, ið fólk vanliga setir í samband við skúlar, kemur ser­liga til sjóndar við at skúlin er próvleysur, sigur Annfinnur Heinesen, stjóri í Føroya Fólka­háskúla. - Heystskeiðið er ikki próvgevandi, men tað er persónliga mennandi í staðin. Allar aðr­ar útbúgvingar í Føroyum, ið venda sær til ung fólk, eru allar grundaðar á ECTS-stig. Tú skalt ogna tær nakrar ávísar fakligar før­leikar og tað er eitt ella annað, sum skal brúk­ast sum ein lopfjøl at koma víðari, men Før­oya Fólkaháskúli er øðrvísi, tí hetta er ein fríur skúli, ið ikki snýr seg um lestrarstig og lestr­arætlan ella próvroyndir og prógv, sigur stjórin á Háskúlanum. Tað merkir ikki, at næmingarnir ikki læra nakað teir fýra mánaðirnar, ið teir eru á skúl­ an­um, men í staðin fyri støðugt at hugsa um næsta próvtalið ella stúra fyri eini komandi roynd, kann næmingurin brúka tíðina á Há­ skúl­anum til at mennast á annan hátt. - Her skalt tú ikki prógva nakað fyri nøkr­ um øðrum, enn tær sjálvum. Háskúlin snýr seg um persónliga menning. Menning gjøgn­ um tað kreativa arbeiði og felagsskapin. Tað at ung fólk búgva saman á einum háskúla í fýra mánaðir. At tey liva, virka, eta og sova undir saman taki, tað ger nakað við fólk. Tað er tann fólkaræðisliga grundtankin, ið vit nøra í teimum. Slíkt finnur tú onga aðra­ staðni í Føroyum, sigur Annfinnur Heinesen. Eitt áðrenn og aftaná Ein tann størsti styrkin hjá Fólkaháskúlanum, er sambært stjóranum, ikki bara at finna í sjálvum tilboðnum frá skúlanum. Styrkin liggur tvørturímóti í næmingunum sjálvum, og í teimum upplivingunum sum tey hava saman. Tann felagskap og tað fjølbroytni, ið tey møta í hvørjum øðrum, er tað sum menn­ ir tey mest sum menniskjur í teirra tíð á há­ skúlanum. - Á einum fólkaháskúla kemur tú saman við øllum fólkum. Her møtir tú ymiskum fólk­um úr ymiskum støðum, ymiskum aldri, ymiskar týpur, úr ymiskum familjum, við ymiskum politiskum hugsjónum og úr ymisk­ um økjum í landinum. Tað er stóri styrkin hjá Føroya Fólkaháskúla, og er tað ikki nakar ann­ar skúli í Føroyum, ið kann bjóða ungum fólki tað sama, sigur Annfinnur Heinesen. Tey ið fara á háskúla og brúka fýra mán­ aðir av sínum lívi at vera í einum slíkum sjálv­valdum felagsskapi við øðrum ungum, fáa eina heilt serliga uppliving. - Øll siga, at tað er eitt áðrenn og eitt aftaná háskúlan, tí tey mennast so nógv av uppi­haldinum, og ikki minst, tí tey fáa vinir fyri lívið, sigur Annfinnur Heinesen. At liva fólkaræði Tað sum heystskeiðið hjá Føroya Fólka­há­ skúla bjóðar ungum, er ein kreativan frístað har tann einstaki lærir gjøgnum at liva. Hvør dagur og tími er partur av undirvísingini. - Vit bjóða fyrst og fremst frálæru innan almennan mentaskap innan føroyskt, bók­ ment­ir, søgu og samfelag. Men ikki einans gjøgn­um vanliga undirvísing, men eisini tí tú livur tað. Tú livur t.d. fólkaræði í einum búfelags­skapi, sigur Annfinnur Heinesen. Við tað meinar hann, at við at liva so tætt saman við 25 øðrum ungfólkum, so lærir tann einstaki av sær sjálvum hugsjónina handan felagsskap. - Man lærir at taka atlit fyri øðrum, og at hava virðing fyri øðrum fólkum, ið eru og hugsa øðrvísi enn tú. Tá kanst tú læra øgiliga nógv um onnur fólk, um heimin og ikki minst teg sjálvan á einum slíkum stað. Møguleikin at læra meira um seg sjálvan við at spegla sær í øðrum menniskjum, er ein møguleiki sum Fólkaháskúlin bjóðar, ið er heldur óvanligur í dag. - Tíverri kanska, spegla fólk flest sær eina­mest í øðrum, ið eru líka sum ein sjálvur. Verð­ur tað seg í skúlanum, saman við vinum, í samkomu ella ítróttafeløgum, so ert tú nógv saman við sama slag av fólki. Men skal tú búgva saman við 20-25 øðrum ungum fólk­ um, ið á nógvan hátt eru nógv øðrvísi enn tú, so verður tú ríkari sum menniskja, og tá menn­ist tú sum einstaklingur. Leggja dent á tað kreativa Heystskeiðið fyri ung byrjar fyrsta mána­dag­ in í september og teir næmingar, ið sleppa inn á skúlan, kunna í fýra mánaðir vænta at sleppa royna seg á øllum hugsandi økjum. - Føroya Fólkaháskúli er ein kreativur frí­staður. Tað er ein sosialur og skapandi frístaður. Vit leggja stóran dent á tað kreativa og hava undirvísing í øllum teimum skapandi fakunum innanfyri list. Vit royna eisini at raka øll tey evnini, ið tey ungu í dag halda vera áhugaverd, so sum tekning, tónleik, sjón­leik, dans, foto, filmslist, skapandi skriv­ ing o.s.fr, sigur Annfinnur Heinesen, sum bið­ur tey ungu tjekka instagram-síðuna hjá Háskúl­anum. - Har kunnu tey fáa eina góða fatan av hvat gongur fyri seg herúti í Hornabø, sigur hann. Harumframt fáa tey ungu møguleika at royna tað tey læra í verki á ymiskan hátt. - Tú sleppur at hitta fólk, tú ongantíð hev­ur hitt, royna okkurt tú ongantíð hevur roynt, og síggja støð tú ongantíð hevur sæð. Upp á fýra mánaðir sleppur man at royna alt møgu­ligt stuttligt og spennandi og menn­ andi, bæði fak og felags upplivingar, útferðir, haga­túrar, o.s.fr. Longu 1. mars 2019 ber til at melda til heyst­skeiðið á Føroya Fólkaháskúla og er til­meldingin opin so leingi tøk pláss eru. Til ber at lesa meira um Føroya Fólkaháskúla og heyst­skeiðið á heimasíðuni www.haskulin.fo // www.instagram.com/foroyafolkahaskuli // https://www.facebook.com/haskulin