Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 20 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Sambondini eru avgerandi - Næmingurin skal merkja, at skúlin er ein aktivur partur av samfelagnum og ikki eitt avbyrgt stað, ið livir sítt egna lív. Tí har fólk møtast, henda ting. Tað er tann hugburðurin, ið er so týdningarmikil fyri okkum. Tað er so øgiliga skjótt, at vit í dagsins samfelag hava nokk í okkum sjálvum. Tí ynskja vit, at skúlin er við til skapa hesi sambond, sigur Páll Isholm, stjóri í Miðnám á Kambsdali Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo F SF Úrvalstilboð og ein norðatlantisk studentsútbúgving eru millum nýggju tilboðini, ið Miðnám á Kambs­dali í ár bjóðar sínum næm­ ing­um. Talan er um tvey tilboð, ið fylgja and­ an­um hjá skúlanum um at skapa eitt virkið um­hvørvi, har fokus er á, at næmingurin skal mennast til at gerast ein virkin og ábyrgd­ar­ full­ur samfelagsborgari. Á Kambsdali trýr man nevniliga, at tað best verður gjørt við at skapa karmar, har ym­isk­ar mentanir og fólk hittast. - Næmingurin skal merkja, at skúlin er ein aktivur partur av samfelagnum og ikki eitt avbyrgt stað, ið livir sítt egna lív. Tí har fólk møtast, henda ting. Tað er tann hugburðurin, ið er so týdningarmikil fyri okkum. Tað er so øgiliga skjótt, at vit í dagsins samfelag hava nokk í okkum sjálvum. Tí ynskja vit, at skúlin er við til skapa hesi sambond, sigur Páll Isholm, stjóri í Miðnám á Kambsdali Ymiskur tørvur Stóra avbjóðingin við einum slíkum máli er, at næmingahópurin ikki er ein homogenur bólkur, men hevur nógv ymisk áhugamál og fjølbroyttar tørvir. Tí hevur skúlin lagt seg eft­ir at bjóða fjølbroytt tilboð, umframt tí van­ligu skúlaundirvísingina. - Tað almenna dannilsi liggur millum annað í, at man skapa karmar, ið eisini passa til tørvin hjá næminginum. Har eru sam­ størv við onnur ein av hornasteinunum. Tað fakliga er sjálvandi altíð í fokus, men hvussu líma vit alt saman, so vit fáa nakrar ábyrgd­ ar­fullar borgarar, spyr skúlastjórin og heldur á. - Fyri úrsvalsíðkarar skapar man karmar fyri serstøku evnunum og áhugamálunum, so tey betri fáa samansjóðað tað við skúla­ gongd­ina. Í samband við tað norðurlendska skapar man eitt meira avbjóðandi tilboð til teir næm­ingar, ið vilja royna onnur mál, lond og mentanir og skapa mentanarlig sambond. Ørgrynna av tilboðum Skúlin hevur frammanundan nógv tilboð til næmingarnar. Nevnast kunnu FabLab, Mið­ náms­kórið, Musikkskúla- og ítróttamið­nám og nord­plussamstørv. Í ár verða so norður­atl­ ant­iski studentsflokkurin og FSF Úrval løgd afturat listanum. Norðuratlantiski studentsflokkurin er ein møguleiki hjá ungum úr Føroyum, Ís­landi, Danmark og Grønlandi at taka eina felags studentsútbúgving. Ung úr øllum fýra lond­ unum koma í ein og sama flokk, sum fylg­ist øll trý árini. Tilboðið er rættað móti næm­ ingum, sum hava serstakan áhuga fyri teim­ um norðuratlantisku samfeløgunum og nátt­ úru­vísindum. Fyrsta árið verður tikið á Gribskov gymn­ asi­um í Danmark, annað árið á Miðnámi á Kambs­dali og Verzlonarskóla Íslands í Reykja­vík og triðja árið á GUX Sisimiut. Í samband við nýggja flokkin hevur Mið­ nám á Kambsdali fingið í lag sam­starv við BankNordik um eitt legat, ið verð­ur latið einum føroyskum lesandi í norð­uratl­ants­ flokk­inum. Talan er um eitt legat á til samans 150.000 krónur, og verður tað býtt í 50.000 krón­ur um árið í tey trý árini, útbúgvingin varar. Nýtt er eisini úrvalstilboðið frá FSF, ið er ætlað teimum næmingum, ið vilja meir við fótbóltinum. - Her er talan um at skipa skúladagin á slíkan hátt, at FSF fær møguleikan at leggja eyka venjing til úrvalsspælarar. Tað er fyrst og fremst landsliðsspælarar og tey, ið eru upp á tal til ungdómslandsliðini, sigur Páll Is­holm. Frammanundan hevur skúlin eisini sam­ starv við Musikkskúlan um Musikkskúla mið­nám, har næmingar við áhuga fyri tón­ leiki fáa møguleikan at taka eitt skipað und­ ir­vís­ingartilboð á miðnám. - Tað er eitt tilboð, ið vit gjarna vilja menna víðari í skúlanum. Tað passar eisini væl við tónleikaundirvísingina og kórið í skúl­anum, ið vit hava brúkt nógva orku uppá. Hesi er júst dømi um skapandi umhvørvi á skúl­anum, har fólk møtast upp á tvørs av breyt­um, árgangum og áhugamálum, sigur Páll Isholm.