Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 22 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Hví valdi tú hesa útbúgvinga? Audiologopædi snýr seg nógv, um hvussu menniskju samskifta. Í útbúgvingini læra vit tí nógv um, hvussu eitt nú skaðar (t.d. blóðtøppar) kunnu ávirka samskiftið okkara millum. Tað eru tríggjar orsøkir til, at eg valdi at lesa audiologopædi: 1. Eg haldi, at hetta er eitt sera spennandi øki, at kunnað læra um, hvussu ein kann hjálpa fólki, sum uppá ein ella annan hátt hava ringt við samskiftinum. Hendan hjálpin kann verða tøknilig (t.d. hoyritól), endurlæra málið (t.d. eftir blóðtøpp) ræddarvenjing (til t.d. lærarar, politikarar o.s.v.) og mangt annað. 2. Tað eru nógvir arbeiðsmøguleikar innanfyri fleiri spennandi økir (tala/rødd/mál, hoyrnin, lesing) bæði í Føroyum og uttanlands. 3. Møguleiki er fyri at arbeiða við øllum aldursbólkum. Samskiftistrupulleikar kunnu raka allar aldursbólkar, og tað kann vera viðføtt ella koma seinni í lívinum. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Vanliga búgvi eg í Keypmannahavn. Keypmannahavn er ein deiligur býur upp á nógvar mátar, men tað besta eru øll vinfólkini, bæði føroysk og donsk. Frá teimum donsku vinfólkunum fái eg meira at vita um donsku mentanina og Keypmannahavn, og tey føroysku vinfólkini styrkja tað føroyska samanhaldið í Keypmannahavn. Í løtuni búgvi eg í Stokkhólmi, tí at eg eri í skiftislesnaði her. Stokkhólm er ein vakur býur við øllum teimum smáu oyggjunum, men her búgvi eg saman við øðrum lesandi, sum eisini eru í somu ørindum. Mær dámar sera væl at búgva her og læra eina nýggja mentan at kenna saman við ungum lesandi úr øðrum londum. Hevur tú eitt gott ráð til onnur, ið ætla at lesa? Kannað útbúgvingina gjølla áðrenn tú byrjar. Les hvat er væntað av tær, og hvussu útbúgvin er skipað. Sjálv hevði eg ongantíð væntað, at eg skuldi hava um danska mállæru aftur eftir studentaskúlan, men tað er ein partur av útbúgvingini, og eg eri glað um, at eg visti tað áðrenn eg byrjaði. NAVN: Borgný Súsonnudóttir Hansen LESTRARSTAÐUR: Keypmannahavn (nú skiftislesnaði í Stokkhólmi) ÚTBÚGVING: Hoyri- og talufrøði (Danskt heitið: Audiologopædi) á Københavns Universitet Lesandi til lesandi Lesandi til lesandi er ein táttur, ið gevur ungum, ið umhugsa at lesa víðari, innlit í lívið og lesnaðin hjá føroyskum lesandi kring heimin. Hetta er frá lesandi til lesandi Hví valdi tú hesa útbúgvingina? Handan spurningin havi eg mangan sett mær sjálvum, eins og tey flestu gera. Tað er ikki lætt at vita hvat fyri yrkisleið er hóskandi fyri seg, og serliga ikki við teimum óavmarkaðu valmøguleikum ein hevur. Mín avgerð varð grundað á eina búkkenslu, sum stavar frá míni tíð á miðnám. Mær dámdi ótrúliga væl lívfrøði, og skrivaði tí mína høvuðsritgerð í lívfrøði. Mín lærari mældi mær til at skriva um taraaling í Føroyum og møguleikanum at vinna brennievni úr taranum. Tað var ein avbjóðandi uppgáva, men samansetingin av vanligari lívfrøði og tað at gagnnýta lívfrøðina til at skapa nakað, helt eg vera eitt áhugavert evni. Eg metti tí, at ein slík yrkisleið kanska var nakað fyri meg. Ungur sum eg var, og opin fyri at royna nakað nýtt, valdi eg at fara til Svøríkis at lesa. Fyrst tók eg eina bachelor í bioteknologi í Karlstad, og nú lesi eg master í biokemi í Uppsala. At eg nú skjótt eri vorðin serfrøðingur í lívrunnari evnafrøði hevði eg ikki kunna ímynda mær, tá ið í eg sat í evnafrøði tímanum á miðnám, sum eg hataði nakað so nógv, og lá til at dumpa til hvørja próvtøku. Tað sigur eitt sindur um hvussu trupult tað er at vita hvør man er og hvat er rætta yrkisleiðin fyri seg. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Uppsala er ein lestrarbýur, so tað ýður við ungum og tí undirhaldi, ið fylgir við tí. Tað eru 13 sokallaðar natiónir í Uppsala, ið eru vertshús fyri lesandi, sum umframt rúsdrekka, bjóða mat og náttklubba virksemi næstan hvønn dag. Tað er tí trupult at keða seg sum lesandi í Uppsala. Eitt sum eg tó ikki visti frammanundan, var at mín útbúgving er international, so mín flokkur er samansettur av fólkum úr øllum heimspørtum. Tað er allarhelst vorið tað, sum mær dámar best við mínum lestrarstaði. Tí øll eru á sama fóti; tey eru nýggj í Uppsala og eru tí opin fyri fáa sær nýggjar vinir og njóta frítíðina saman við sínum floksfeløgum. Burtursæð frá tí sosiala, so er universitetið og ídnaðurin í Uppsala øgiliga frammarlaga í náttúruvísindaligari gransking. Tað gevur eisini góðan íblástur til at halda áfram við lesnaðinum. Hevur tú eitt gott ráð til onnur, ið ætla at lesa? Mítt ráð er: Leyp avstað! Tað kostar bara ein flogferðaseðil at rýma heim aftur. Tú veit ikki hvat rætta avgerðin er fyrr enn tú hevur tikið hana. Vel tær okkurt sum ljóðar áhugavert og gevur tær arbeiðsmøguleikar í framtíðini. Prøva teg fram, men týdningarmiklast av øllum, fá tær góðar floksfelagar og njót tína lestrartíð! NAVN: Bartal Mikladal LESTRARSTAÐ: Uppsala universitet ÚTBÚGVING: Master í biokemi