Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 24 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Lætt og stuttligt Ger tínar dreymar til veruleika – sama um tú vilt fara undir útbúgving, ert sjómaður ella vilt spara saman til eini hús. Fokus pakkin hevur alt tað tú hevur tørv á – NemKontu, FokusLán, FokusKreditt, Gjaldskort, Netbanka og FramtíðarKontu. Sum Fokus kundi fært tú ókeypis tænastur, lagaliga fígging og góða rentu. Vitja okkum í Vági og Havn. KR KR Gjaldskort Netbanki Fígging FramtíðarKonta ss.fo ANNIJANNI Hví valdi tú hesa útbúgvingina? Fremmandamál og ferðing hava altíð havt mín áhuga. Tað tykist kanska undarligt at fara til Íslands at lesa týskt, men á tann hátt fekk eg møguleikan at prøva okkurt nýtt og at læra akkurát tað, sum eg vil. Tað eru nógvar áhugaverdar síður av lesnaðinum her, millum annað verður dentur lagdur á at kenna týsk hugtøk fyri íslendsku náttúruna, sum mann síðan lættliga fær ført tað yvir á tað føroyska umhvørvið. Soleiðis gevur útbúgvingin nógv meira meining. Samstundis fara vit eisini ofta til Týsklands í ymiskum sambondum, so mann fær ferðinga knýtta uppí eisini. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Tað er øgiliga ymiskt, alt eftir hvat mann lesur. Á hugvísindadeildini eru vit heppin at tað eru fáir næmingar í hvørjum faki, so at undirvísingin verður øgiliga persónlig. Tað merkir, at professararnir kenna okkum øll, og vit kunnu eisini altíð ringja til tey, um tað er nakað. Tað hevur nógv at siga, tí mann sum lesandi følir, at undirvísararnir leggja lív og sál í tað. Samstundis eru vit í einum nýggjum bygningi, sum Vigdís Finnbogadóttir setti á stovn til frama fyri fremmandamál, sum er luksus hjá okkum. Eisini er felagslívið øgiliga gott, tí næmingafeløgini skipa fyri nógvum góðum tiltøkum. Hevur tú eitt gott ráð til onnur, ið ætla at lesa? Tað er av størsta týdningi, at mann tímir tað, sum mann lesur. Tað er kanska sjálvsagt. Eg havi tað sum, at tað eru nógv ráð, sum eg kann geva, so sum at tær fyrstu vikurnar av lesnaðinum eru ofta tær strævnastu, so tað skal mann ofta bara í gjøgnum. Men tað er eisini nógv, sum mann kann gera fyri at lætta um lívið sum lesandi. Eitt nú hevur felagslívið nógv at siga, tí góðir vinir kunnu hjálpa tær ígjøgnum tey rotnu fakini, sum mann nú eina ferð skal taka. Lesandi til lesandi Lesandi til lesandi er ein táttur, ið gevur ungum, ið umhugsa at lesa víðari, innlit í lívið og lesnaðin hjá føroyskum lesandi kring heimin. Hetta er frá lesandi til lesandi NAVN: Beinir Bergsson LESTRARSTAÐ: Háskóli Íslands ÚTBÚGVING: Bachelor í týskum