Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 1

allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stjórin í DAT: Føroyingar hava goldið ov nógv Handilsmaður: Afturlatingarlóg fer at raka kundan Síða 30 síða 39 síða 9 Menningarhjálp: Skjótt at brúka óneyðuga nógvar pengar Hatta líkist einum kvetti, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevnd løgtingsins, sum ikki skilir, hví alt arbeiði verður gjørt í tí dulda. Hetta er eitt álvarsligt afturstig fyri royndinar at fáa meiri fisk á land í Føroyum Fiskasølumálið: Líkist einum kvetti Síða 8 síða 13-29 Nr. 230 • mikudagur • 1. desember 2004 • 78. árgangur • Kr. 13,00 Nr. 230 - 1. desember 2004 VINNUsíðurnar í Sosialinum - hvønn dag men serstakliga mikudagar Kæru viðskiftafólk Frá 1. desember tvs. í dag fer Sosialurin mikudagar (møgu- liga annanhvønn at byrja við men kortini hvønn mikudag, tá orka og tilfar er til tess) at gera meira burtur úr føroyska vinnulívinum. Á sama hátt sum vit t.d. týsdagar ger meira burtur úr ítróttinum og leygar- dagar meira burtur úr mentanini og orðaskiftinum, so fara vit mikudagar hereftir at gera meira burtur úr vinnulívstilfari. Hetta er sjálvandi ein táttur, sum finst í blaðnum hvønn dag, men rætt er í hvussu er mikudagar at steðga á og viðgera vinnulívsmál í størri mun. Hetta er eisini ein ásannan av, at tað er eitt ynski millum lesarar okkara, at vit gera meira burtur úr vinnulívinum. Sosialurin hevur annars hesi mongu sein- astu árini gjørt serbløð um vinnulívið, sum koma einar tvær ferðir um árið. Hetta er eisini nakað vit fara at halda fram við, serstakliga í sambandi við ráðstevnur á vinnulívsøkin- um. Eitt slíkt serblað kemur sum íkast í Sosialinum nú leygardagin. Hugsanin aftanfyri hesum vinnulívstáttinum í blaðnum er bæði at kunna lesaran um tað, ið vinnan tekst við í dag eitt nú við at vitja virki og arbeiðspláss kring landið, men vit fara eisini at seta fokus á ársroknskapir og hagtøl fyri vinnulívið annars. Somuleiðis fara vit at bjóða til og leggja upp til eitt orðaskifti/ debat um vinnulívið. Hvørja viku fer eitt vinnulívsfólk ella onnur í samfelagnum við áhuga fyri vinnulívinum at siga sína hugsan. Vit halda, at tað hevur alstóran týdning fyri eitt samfelag sum okkara, at miðlarnir gera nógv burtur úr vinnuni. Sjálvandi er torført hjá einum blað, sum eisini skal viðgera flest øll samfelagsmál dag um dag, at gera serliga nógv burtur úr onkrum einstøkum tátti. Tó so – tá hetta er eitt ynski og eisini hevur áhuga okkara - eiga vit at gera tað. Sosialurin fer í næstu framtíð at flyta oman í miðbýin í Havn, har vit fáa góðar og rúmligar umstøður. Í tí sambandi verður eisini lættari hjá okkum og tykkum at samskifta og sam- tarva. Vit verða í mongum førum nærri tykkum og tit nærri okkum. Men tað er eisini ein verð uttan fyri Havnina, og tað ásanna vit. Tí hava vit eisini ment okkara redaktiónir úti kring landið og fara at gera tað framhaldandi á ymsan hátt. Tað skal vera okkara vón, at vinnulívið í landinum tekur væl ímóti hesum okkara tiltaki á einhvønn hátt, tvs. við at senda okkum tilfar, lýsa í blaðnum og annars vísa hesum tiltaki ans, tá tiltøk á einumhvørjum slag eru. Sum so er einki nýtt í hesum. Vit hava fleiri ferðir tikið hetta stigið, men so er tað dottið niðurfyri aftur. Vit vilja tó gera enn eina roynd og hesaferð meira miðvíst og betur tilrættalagt. Vinnutíðindi hvønn dag – tó serliga mikudagar. Vinarliga Sosialurin Nógv vinnutilfar í blaðnum í dag