Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 26 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Bjóða turboskeið í Føroyum - Sum nakað heilt nýtt í Føroyum fer Tórshavnar kvøldskúli framyvir at bjóða næmingum møguleikan at taka evnafrøði sum eitt sokallað turboskeið. Tað minnir um tey turboskeiðini, ið fólk taka í Danmark, tá tey vilja uppgradera prógvið frá miðnámsskúlanum, sigur Jógvan Sørin Hansen, stjóri í Tórshavnar kvøldskúla Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo T að er mangur ein føroyingur, ið gjøgn­ um ár og dag hevur sæð seg noyddan at leita á skúlabonk í Danmark fyri at taka onkra stak­lærugrein av nýggjum ella fyri fyrstu ferð, tí miðnámsprógvið ikki reiði­liga livir upp til tey krøv, ið dreyma­ útbúgvingin ásetir. Higartil hevur tað nevniliga verið av­ markað hvørjar lærugreinir verða bjóðaðar sum stakgreinalesnaður í Føroyum, men tað er um at broytast, nú Tórshavnar Kvøldskúli fer undir at bjóða sokallaðu turboskeiðini. - Sum nakað heilt nýtt í Føroyum fer Tórs­ havnar kvøldskúli framyvir at bjóða næm­ ingum møguleikan at taka evnafrøði sum eitt sokallað turboskeið. Tað minnir um tey turboskeiðini, ið fólk taka í Dan­mark, tá tey vilja uppgradera prógvið frá mið­náms­skúl­ an­um, sigur Jógvan Sørin Hansen, stjóri í Tórs­havnar kvøldskúla. Frammanundan hevur man í kvøld­skúl­ an­um havt møguleikan at taka støddfrøði sum stakgreinalestur, men er evnafrøði tað fyrsta av fleiri turboskeiðum, ið man arbeiðir við, og kunnu næmingar í kvøldskúlanum í fram­tíðini vænta at síggja enskt og alisfrøði mill­um útboðið av útbúgvingum.Arbeitt verð­ur eisini við at turboskeiðini verða stuð­ uls­heimilaði. Eftirspurningur Jógvan Sørin Hansen greiðir frá, at hetta er ein roynd fyri at vita, um nakað grundarlag er fyri slíkum turboskeiðum. Fitt av eftir­spurn­ ingi hevur verið eftir slíkum skeiðum, men hig­ar­til hevur tilmeldingin til turboskeiðið í evnafrøði á B-stigi ikki verið nakað at reypa av. - Tørvurin á hesum skeiðum hevur nakað at gera við hvussu skipanin í miðnáms­skúl­ un­um er skrúvað saman. Tá næmingurin sjálv­ur skal velja hvørjar lærugreinir, hann skal hava, er evnafrøði kanska ein av teimum læru­greinunum, ið er løtt at velja frá. Tað er gamla søgan um at hoppa upp um har garð­ ur­in er lægstur. Men tá tey so skulu søkja um upp­tøku á hægri lestri er evnafrøði brádliga eitt krav. Tá er turboskeið ein máti at rætta upp á tað, sigur Jógvan Sørin Hansen. Turboskeiðið í evnafrøði er eitt samstarv millum Tórshavnar kvøldskúla og Glasir og verður tað Jákup Mørkøre, ið áður hevur undirvíst í evnafrøði á Fiskivinnuskúlanum, ið fer at standa fyri skeiðunum, og er ætlanin at hava undirvísing mánadag, týsdag, hósdag, fríggjadag og leygardag. Føroyskt til tilflytarabørn Við umleið 3000 næmingum, harav 1.200 næm­ingum, ið hava sína vikuliga skúlagongd í høl­unum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í J.H.Schrøt­ersgøta og M. A. Winthersgøtu og teimum umleið 1800 næmingunum, sum eru runt á ymisku fólkaskúlunum í Tórshavnar komm­unu, telist skúlin millum teir størstu skúl­arnar í landinum. Sostatt er talan um ein skúla við einari rúgvu av tilboðum, og eitt skeið, ið javnan hevur verið frammi í fjølmiðlunum seinnu árini, er grundskeið í føroyskum máli og ment­an fyri útlendingar. Undirtøkan fyri teimum skeiðunum hev­ ur verið rættiliga stór, og eru tað nógv­ir til­ flyt­arar, ið hava verið fegnir um møgu­leik­an at læra føroyskt í kvøld­skúl­an­um. Nú er tíðin tó komin til at víðka um útboðið. Í februar fór kvøldskúlin nevniliga undir undirvísing í føroyskum og føroyskari mentan fyri tilflytarar í aldrinum 8-16 ár. - Undirvísingin er skipað soleiðis, at hon er tvær ferðir um vikuna í Sankta Frans skúla, og er tað Aud Joensen, ið tekur sær av und­ir­vísingini. Ætlanin er at læra tey børnini før­oyskt gjøgnum spæl, sang, undirvísing í mat­gerð og tílíkt, sigur Jógvan Sørin Hansen um nýggja tilboðið.