Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 28 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Skúlin við teim handaligu útbúgvingunum Tøknibreytin er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika næmingar til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kunnu næmingarnir her royna teirra bókligu vitan í verki Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo S íðan 1935 hevur verið møguligt at nomið sær eina útbúgving á tí, sum vit í dag kenna sum Tekniski Skúli í Klaks­ vík. Og knapp 90 ár eftir, at skúlin lat dyrnar upp á fyrsta sinni er talið av útbúgvingum størri enn nakrantíð áður. Skúlin bjóðar eina ørgrynnu av útbúgv­ ing­um, ið blanda tí handaligu og bókligu undir­vísingina, so at næmingarnir fáa roynt seg á fleiri økjum. Tøknibreytin Tøknibreytin er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika næmingar til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kunnu næmingarnir her royna teirra bókligu vitan í verki. Umframt vanliga floksundirvísing er und­ir­vísingin í stóran mun skipað sum verk­ ætlanir og fer fram á starvsstovum, roynd­ ar­stov­um og verkstøðum, har næmingarnir royna skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar. Nógv verður gjørt fyri at gera samanhaldið so gott sum gjørligt á breytini. Millum annað útferðir, har fyrstaársnæmingarnir gista onkustaðni í Føroyum, har tað verður spælt, kappast, gjørt mat og so framvegis. Triðja­ árs­næmingarnir á tøknibreytini fara eisini á námsferð uttanlands, har hugni og fakligur lærdómur verður samantvinnað. Við eini gymnasialum tøkniprógvi eru framtíðar møguleikarnir nógvir í tali. Út­ búgv­ingin er serliga viðkomandi fyri næm­ ingar, sum ætla sær at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøru­útbúgvingar, sjúkra­ røktarfrøði, læknavísindi, miðlar og annað. Við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar. Yrkisútbúgvingar Harumframt bjóðar skúlin 4 yrkisútbúgv­ ing­ar. Tær eru innan EL, timbur, maskin og mat­vøru. Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar á tann hátt, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læriplássi og skúlagongd á yrkis­skúla. El-innleggjarin arbeiðir við innleggjan av sterk- og veikstreymi í t.d. sethús, skriv­stov­ ur, virkir, skúlar og umborð á skip­um Hetta kann fevna um ljós, hita, motor­ar, elektron­ iskar stýringar til flutnings­skip­an­ir og fram­ leiðslu­eindir. Eisini fæst el-innleggjarin við tele-, teldu-, og antennuinnleggingar. Húsasmiðurin fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir um m.a. forskalling, gólv, útveggir og takverk. Eisini arbeiðir húsa­ smið­urin við at bjálva, klæða, seta vind­eygu og hurðar í, umframt uppseting av køks­eind­ um og øðrum lidnum bygnings­lutum. Maskinsmiðir arbeiða m.a. við fres­ing, dreying, boring, sveising og skrúvu­stiks­ arbeiði av maskinlutum og øðrum stálkon­ struk­t­ónum. Arbeiðið fevnir eisini um for­rit­an og framleiðslu við teldustýrdum mask­inum, umframt viðlíkahaldi av motor­ um og automatikkstýrdum skipanum. Fyrsti parturin av matvøruútbúgvingini tekur 20 vikur og er eitt grundskeið. Eftir grundskeiðið, velur næmingurin, um hann ynskir at halda fram sum gastron­om­ hjálp­ari ella føðsluhjálpari. Tá valið er tikið, byrj­ar 2.skúlakseið. Tá fer næmingurin í starvs­venjing í 10 vikur og síðan í skúla aftur á TSK í 10 vikur, sum endar við eftirmeting. Eftir 2.skúlaskeið, er møguligt at fáa sær læru­pláss, har ið næmingurin er í læru í 36 vikur fyri síðan at koma inn í skúla í tvær vikur fyri at taka eina endapróvtøku sum gastronomhjálpari ella føðsluhjálpari Eftir at hava tikið prógv sum gastronom­ hjálp­ari, er møguligt at útbúgva seg víðari til gastron­om. Hetta krevur ein lærusáttmála við góðkendan lærupláss. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá einum gastronomi snýr seg um at seta máltið saman, so at tann vitj­ andi fær eina góða uppliving. Eisini lærir ein millum annað um matvørugóðsku, kunda­ tæn­astu, borðreiðing og reinføri Velur næmingurin at útbúgva seg á TSK sum føðsluhjálpari, er møguleiki at útbúgva seg víðari til føðsluatstøðara við at gera ein læru­sáttmála við góðkent lærupláss. Sum føðsluatstøðari arbeiðir ein við at seta saman ser­kost til fólk við ymiskum sjúkum, eldri, ítótt­arfólk, børn og ung. Á skúlanum lærur tú mill­um annað um føðslu- og kostlæru, heilsu og reinføri. Serbreyt Serbreytin á TSK er eitt 4 ára skúlatilboð, ið tekur útgangsstøði í hvørjum einkultum næm­ingi. Skúlagongdin verður tillagað til hvønn einstakan næming og teirra førleikar, so­leiðis at næmingurin mennist og fær avbjóð­ingar, ið hóska til hann. Fyrsti flokkurin á Serbreyt á TSK byrjaði í aug­ust 2016, og í skúlaárinum 2018-2019 ganga 12 næmingar á Serbreytini. Grundhugsjónin fyri Serbreytina er at fata um næmingar, ið hava ynski um at nema sær førleikar innan handverksyrkið, men ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan. Høvuðsdentur verður lagdur á eina tæn­ astu­breyt, har næmingurin lærir ymiskt inn­ an tænastuøkið og fær serkunnleika innan eina valda yrkisleið. Serbreytin á TSK er inn­ an handverksyrkini matvøru ella timbur.