Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 30 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Vilja vera fyrsta val hjá vinnuni - Okkara mál við hægri útbúgvingum og yrkisútbúgvingum er, at vit skulu vera fyrsta val hjá vinnuni. Tað vil siga, at tá vinnan hevur tørv á at førleikamenna ella útbúgva starvsfólk, so velja tey Glasir til tað, sigur Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Ú ti á Marknagili hevjar nýggja stór­ bara býarmyndin í Havnini seg yvir restina av høvuðsstaðnum og ber vitnisburð um, at her á Føroya landi verður lærdómur raðfestur við meira enn bara orð­ um. Bygningurin húsar landsins størsta skúla, Glasir, og er harvið ramman fyri ein stóran part av gerandisdegnum hjá 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum, ið eru knýtt av teimum yvir 30 útbúgvingunum, ið kunnu takast á skúlanum. Við einum so høgum talið av útbúgv­ing­ um sigur tað seg sjálvt, at útboðið av útbúgv­ ingum á Glasi er munandi størri enn ein vanligur studentaskúli. Glasir bjóð­ar nevni­ liga eina røð av hægri- og víð­ari út­búgv­ing­ um, umframt fleiri útbúgv­ingar­leiðir innan yrkis­nám. Tríggir bólkar Í grovum trekkum ber til at bólka útbúgv­ inartilboðini á Glasir í trý. Gymnasialt mið­ nám, ið er serliga til teirra, ið hava ætlanir at lesa víðari á hægri lærustovni, Yrkisrættað miðnám, ið eru útbúgvingar innan tekniska, merkantila og skapandi økið, sum geva skjóta atgongd til arbeiðsmarknaðin, og ávís­ ar møguleikar fyri víðari lestri, og Hægri- og víðari nám, ið eru tær útbúgvingar, ið venda sær til føroyingar, ið ynskast at før­leika­ menn­ast á einum hægri støði. Tað er innan fyri hendan síðsta bólkin, at nýggjasta útbúgvingin í Føroyum er at finna. Fyrr í mánaðinum kunngjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, ið tá umsat menta­ mál, at hann hevði givið Glasi loyvi at fara und­ir eina professionsbachelor útbúgving inn­an innovatión og íverksetan. Talan er um ein yvirbygning til stutt­ar framhaldsútbúgvingar, so sum marknað­ar­ førslu­búskap, fíggjarbúskap, framleiðslu­ tøkn­ing, og byggitøkning, og verður fyrsti flokk­urin tikin inn í summar. Við nýggju útbúgvingini er talið av út­ búgv­ingum, ið Glasir bjóðar gjøgnum Hægri- og víðari nám nú uppi á átta og kunnu tær bólkast í tveir bólkar. Tríggjar av útbúgvingunum eru parttíð­ ar­útbúgvingar og eru ætlað fólk­um, ið til dagliga arbeiða, men ganga í skúla um kvøldið. Tá rindar antin arbeiðs­gev­arin ella tann lesandi fyri útbúgv­ingina. Tær útbúgv­ ing­arnar eru HD, Akademiútbúgv­ingin og Diplom­útbúgvingin í leiðslu. Hinari fimm útbúgvingarnar eru yrkis­ akademiskar útbúgvingar, og eru fyri fólk, ið ynskja at fara undir fulltíðarlesnað og fáa fullan studning undir lesnaðinum. Tær eru Byggitøkningur, Framleiðslutøkningur, Fíggjarbúskapur, Marknaðarførslubúskapur og nýggja útbúgvingin innan innovatión og íverksetan. Yrkisrættað miðnám Innan yrkisrættað miðnám fevnir útboðið um FHS yrkisnám, atstøðisútbúgvingar og allar tær siðbundnu handverkaraútbúgvingarnar. Hesar eru skipaðar í hár-, el-, timbur-, smiðju-, maskin- og bilbreytina, har møguleiki er at søkja inn á hesar breytir við ella uttan lærusáttmála. Um ein ikki hevur læru­sátt­ mála, er møguleiki at taka 1. og 2. skúlaskeið, sum er 40 vikur, og síðani søkja lærupláss. FHS yrkisnám er ein eitt ára útbúgving, har tveir møguleikar eru eftir FHS-prógv. At fara í 3 ára læru sum handils- ella skriv­stovu­ lærlingur ella, við teimum røttu val­læru­ greinunum, at søkja inn á 2. árið á búskap­ ar­breytini, ið liggur undir gymnasial­um mið­námi. Tvær útbúgvingar, ið skilja seg nakað frá restini, eru atstøðisútbúgvingarnar und­ir yrkisrættað miðnám. Talan er um klædna­ at­støði og tilvirkisatstøði, ið báðar eru tvey ára útbúgvingar. Á klædnaatstøði fær næm­ingurin frálæru innan sniðgeving og fram­leiðslu av klæðum, taskum o.l., meðan tilvirkis­atstøði er ein útbúgving innan tilfar og tekstil, ið gevur føroyskum tilfeingi og tilvirk­an av hesum serligan ans. Vilja vera fyrsta val At nýggjar útbúgvingar síggja dagsins ljós á Glasi er nakað, ið føroyingar kunnu venja seg við beinanvegin, tí sambært Bogi Bech Jensen, skúlastjóra á Glasi, arbeiðir man støðugt við at menna og víðka um útbúgv­ ingartilboðið í Føroyum. Og tað verður gjørt í tøttum samstarvi við vinnuna. - Okkara mál við hægri útbúgvingum og yrkisútbúgvingum er, at vit skulu vera fyrsta val hjá vinnuni. Tað vil siga, at tá vinnan hevur tørv á at førleikamenna ella útbúgva starvsfólk, so velja tey Glasir til tað, sigur skúlastjórin. Tær útbúgvingar sum Glasir longu bjóðar á Hægri- og víðari Nám eru eisini beinleiðis rættaðar til privatu vinnuna, vísir stjórin á. - Vit hava fulltíðarútbúgvingar og part­ tíð­arútbúgvingar og eru tær allar rættaðar móti tí privata. Tær eru eisini allar skipaðar soleiðis, at tá tú ert liðugur, skalt tú duga nakað beinanvegin. Tað vil siga, at tá tú byrj­ ar í tínum nýggja starvi ella vendir aftur til títt gamla starv, møtir tú við nýggjari vitan og førleikum, sum tú kanst nýta frá fyrsta degi, sigur Bogi Bech Jensen.