Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 32 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Hví valdi tú hesa útbúgvingina? Eg gjørdi mær nakrar tankar um, hvat slag av arbeiði eg kundi hugsað mær, og hvat fyri arbeiðsmøguleikar eg kundi koma at hava, eftir loknan lestur. Tað var lítið at ivast í, at eg ynskti mær eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum, og at fysiskt tungt arbeiði og heldur rokaligar umstøður sømdu mær væl. Í fleiri førum datt eg fram á útbúgvingar innan medisinska økið, og eftir at hava valt og vrakað nakrar teirra, fall valið á djóralækna útbúgvingina. Eg valdi akkurát hendan skúlan, av tí at umstøðurnar eru so góðar. Býlingurin sjálvur er spildurnýggjur, og vit hava eitt djórasjúkrahús, ið er virkið 24 tímar um døgnið. Skúlin eigur 4 ymiskar “bóndagarðar” har tað millum annað búleikast ross, neyt, seyður, og høsn. Umframt hetta, hevur skúlin avtalu við Bioparc (Zoo) og Oceonografic (aquarium), har vit hava tímar, tá talan er um eksotisk djór. Skúlin er ein privatskúli og støðið í sponsku skúlaskipanini er høgt. Hetta er ein sera torfør útbúgving, har 60-70% av lesnaðinum gongur fyri seg á sponskum. Av tí at útbúgvingin er so krevjandi, noyðist ein at vera fúsur at læra hvønn dag, men afturfyri fær ein eisini eina ógvuliga breiða vitan, bæði innan fakið, men eisini við at læra málið og mentanina her at kenna. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði? Mín fyrsti tanki er veðrið, og síðan altjóða felagsskapurin. Eg búgvi eitt sindur uttanfyri Valencia, ið er trið størsti býurin í Spania, og her er altíð okkurt at takast við. Fyri eitt bygdafólk sum meg, er tað deiligt at búgva eitt sindur uttanfyri stórbýar “resið”, og tað, ið eg elski við akkurát Moncada er, at hetta er ein lestrarbýur. Ógvuliga nógv lesandi búgva her, og skúlin er fimm minuttir til gongu frá húsum har eg búgvi. Fólkið í Spania, eru eftir mínum tykki, sera blíð og fyrikomandi, og so er lítil og eingin kriminalitetur í Moncada. Tað, ið eg meti verða tað allarbesta er, at sum lesandi kann ein fáa møguleika at arbeiða innan gransking longu frá fyrsta lestrarári. Til dømis eri eg í skrivandi løtu, partur av einum granskingarliði, sum arbeiðir við at finna eina viðgerð ímóti eini eygnasjúku, ið rakar bæði fólk og djór. Úrslitið frá granskingararbeiðinum verður seinni lagt fram á einari ráðstevnu. Hetta er ein møguleiki, ið eg ikki kann ímynda mær at eg hevði fingið aðrastaðni. Hevur tú eitt gott ráð til onnur, ið ætla at lesa? Tað er heilt okey, ikki at vita hvat tú vilt! Eg vil sterkt viðmæla, at geva tær góða tíð, at finna útav hvat TÚ tímir. Skúlar fara ongan veg, og tað einasta tú skalt aftaná loknan lestur, er at arbeiða. So njót lívið, og ger tað, ið kennist rætt. Sjálv valdi eg at arbeiða og spara eitt sindur av pengum áðrenn víðarilesnað, og tað havi eg als ikki angrað, heldur tvørturímóti. Ein listi við “fyrimunum” og “vansum”, har tú skrivar niður, hvat tær dámar betur og verri við øllum útbúgvingunum tú finnur, kann hjálpa tær á veg. Um tú heldur teg vita hvat tú vilt, so er tað fantastiskt, og so er bert at leypa útí tað. Í øllum førum, leita tær vitan áðrenn, les so nógv tú kanst á netinum, far á heimasíðuna hjá skúlanum og spyr teg fyri hjá fólki, ið lesa tað, ið tú hugsar um at lesa, tey vilja heilt vist hjálpa. Einasti vegurin fram er at royna. Rakar tú ikki rætt fyrstu ferð, so royn aftur. Tað er umráðandi at njóta útbúgvingina, men líka umráðandi er at trívast í umhvørvinum rundanum teg! Hevur tú nakrar spurningar um skúlan, ella um at verða lesandi í Spania, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg, á vanligastu sosialu miðlunum. Lesandi til lesandi Lesandi til lesandi er ein táttur, ið gevur ungum, ið umhugsa at lesa víðari, innlit í lívið og lesnaðin hjá føroyskum lesandi kring heimin. Hetta er frá lesandi til lesandi NAVN: Noomi Dalbø Jacobsen LESTRARSTAÐ: Moncada/ Valencia, Spania ÚTBÚGVING: Veterinary Medicine (Djóralækna)