Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 34 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Aldrin ov tíðliga at læra um íverksetan - Tað er ótrúliga týdningarmikið, at man byrjar tíðliga við at læra børn og ung um íverksetan. Tað er eitt mál hjá okkum í Íverksetanarhúsinum, at hetta er nakað, ið skal byrja langt áðrenn tað ger í dag. Tað kann byrja við smáum í barnagarðinum, men eisini í teimum yngstu flokkunum í fólkaskúlanum, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetanarhúsinum Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo J ú fyrr føroysk børn læra um nýhugsan og íverksetan, jú betri er tað fyri samfelagið, ið fær gagn av, at nýggja ættarliðið ognar sær týdningarmikla vitan. Tað metir Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðara í Íverksetanarhúsinum í Klaksvík. - Tað er ótrúliga týdningarmikið, at man byrjar tíðliga við at læra børn og ung um íverksetan. Tað er eitt mál hjá okkum í Íverksetanarhúsinum, at hetta er nakað, ið skal byrja langt áðrenn tað ger í dag. Tað kann byrja við smáum í barnagarðinum, men eisini í teimum yngstu flokkunum í fólkaskúlanum, sigur leiðarin í Íverksetanarhúsinum. Við tí leggur hon ikki upp til, at tey yngstu í samfelagnum skulu læra at stovna eina fyritøku, seta roknskapir upp og kanna markn­aðir fyri eina vøru, men at man roynir at stimbra nýhugsan millum børn og ung. - Tað eru kanningar í øðrum londum, ið vísa, at jú fyrr man setir fokus á hetta og lærir børnini at tað er týdningarmikið at hugsa nýtt, jú betri er tað fyri samfelagið, tí tað koma fleiri fyritøkum burturúr tí, vísir hon á. Framhaldsdeildin Hóast fólkini handan Íverksetanarhúsinum sostatt halda tað hevði verið ynskiligt at meira fokus bleiv sett á nýhugsan og íverk­ set­an í einum ungum aldri, so er einki slíkt tilboð ment enn. Hinvegin skipar Íverk­set­ anarhúsið á hvørjum ári fyri SkúlaFM í íverk­ set­an. SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúl­a­ næm­ingar í 8., 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøki­lig­um vinnuligum verkætlanum. - Í SkúlaFM arbeiða næmingarnir við hugskotum og verkætlanum í fleiri mán­ að­ir. At enda sleppa ein ella tveir bólkar úr hvørjum skúla víðari til finaluna, har kapp­ ast verður við aðrar skúlar, greiðir Sigrun Jón­sveins­dóttir frá. Talan er um eina vinnuliga verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fok­ us. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverk­setara­mentan í Føroyum og geva næm­ ing­um møguleika at royna seg sum sjálv­ støðug vinnu­rekandi. Finalan í SkúlaFM verður í ár hildin í Norð­ur­landahúsinum fríggjadagin 1. mars og verður tað Hanna Jensen, menta­mála­ráð­ harri, ið setur finaluna og handar steyp til vinn­andi bólkin. Startup skeið Virksemið hjá Íverksetarahúsinum innan íverk­setan millum yngru ættarliðini er tó ikki einans avmarkað til fólkaskúlan, men hev­ur stovnurin seinastu árini skipað fyri so­ kall­að­um Startup skeiðum ymsa staðni kring landið, harímillum á fleiri mið­náms­skúl­um. - Eitt startup skeið kann lýsast sum SkúlaFM kókað niður í tríggjar dagar. Fyrsti dagurin byrjar við einum hugaroki, har bólkar royna at finna upp á eitt gott hug­ skot. Síðan verður arbeitt vit at menna og ítøki­lig­gera tað og seinasta dagin verður so ein vinnari kosin, sigur leiðarin fyri Íverk­set­ ara­húsið. Á skeiðinum læra næmingar at lyfta hug­ skot, finna og loysa avbjóðingar og fáa greiðu á fíggj­arviðurskiftum. Alt hetta fyri at kunna seta hug­skotið í verk.