Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 230 - 1. desember 2004 Stúrdi fyri at pallurin fór runt Framleiðslustjórin á norska oljupallinum Snorre A, Per Ove Staveland, stúrdi fyri, at pallurin fór at koppa eins og Alexander Kielland-pallurin á sinni. Sunnudagin vórðu tey flestu starvsfólkini flutt av Snorre A, eftir at gass fór at bløðra upp úr sjónum. Sjálvur fór Per Ove Staveland ikki av pallinum fyrr enn mánanáttina. Hann hevur verið framleiðslustjóri á pallinum í átta ár og kendi tí pallin væl. Í samrøðu við Bergens Tidende í gjár segði Staveland, at eitt skifti hevði hann stúrt fyri, at Snorre A skuldi fara runt. Ein minnist jú tað, sum hendi Alexander Kielland, segði hann. Kanningar niðri á botni vístu, at gassið kom upp úr einum stórum holi. Per Ove Staveland sigur, at lekin kundi havt við sær, at stabbarnir, sum pallurin er fest- ur í, fóru at søkka, ella at pallurin sjálvur fór at søkka. Norska oljueftirlitið heldur kortini ikki, at vandi var fyri pallinum. Illgruni um valsvik Tað er ikki bara í Ukraina, at andstøðan leggur mynd- ugleikarnar undir valsvik. Soleiðis er eisini í granna- landinum Rumenia. Sunnudagin skuldu rumensku veljararnir velja tjóðarting og forseta. Í gjár bendi alt á, at sosialdemo- kratarnir fóru at vinna ein tepran sigur á tjóðartings- valinum, og at sosialdemokratiska forsetavalevnið, Adrian Nastase, hevði fingið heldur størri undirtøku enn andstøðuvalevnið, Traian Basescu. Evropeiski samstarvsfelagsskapurin OCSE sigur seg ikki hava staðfest valsvik í Rumenia, men borg- ararættindafelagsskapurin Pro Democratica sigur seg harafturímóti hava fleiri dømi um avik. Eitt nú vil felagsskapurin vera við, at summir veljarar hjá sosialdemokratunum atkvøddu tvær ferðir. Stjórnin hevur avsannað skuldsetngarnar, men andstøðan kunngjørdi í gjár, at hon vil hava eina óhefta nevnd at kanna valúrslitini. Minni svart arbeiði Danska stjórnin hevur leingi arbeitt við tiltøkum, sum skulu skerja tað svarta arbeiðið, og nú er enn eitt upp- skot komið á borðið. Hesaferð eru tað teir búskaparligu vísmenninir, sum koma við sínum uppskoti. Eftir tí skulu sethúsa- eigarar fáa rætt til at draga útreiðslur av viðlíkahaldi frá á sjálvuppgávuni. Vísmenninir siga, at ein tílíkur frádráttur hevði uttan iva gjørt, at tað svarta arbeiðið hevði minkað. Frádrátturin skal fíggjast, og hann skulu sethúsaeigararnir gjalda við hægri ognarskatti, siga vísmenninir. Teir ásanna, at ein frádrátturin fyri viðlíkahald kann geva nakað av umsiting, og tí hava teir eisini eitt annað uppskot. Sambært tí skulu sethúsaeigararnir fáa stuðul til viðlíkahald, men treytin er eisini í hes- um førinum, at sethúsaeigararnir sjálvir fíggja stuðul- in við hægri ognarskatti. Fjaldu seg í 25 ár Nú um dagarnar komu fólk har norðuri í Kambodja framá 40 fólk, sum høvdu fjalt seg inni í frumskógin- um. Tað vísti seg, at tey 40 fólkini høvdu hildið til í frumskóginum í samfull 25 ár. Tey greiddu frá, at tey flýddu inn í frumskógin, tá vietnamesiski herurin gjørdi innrás í Kambodja at reka ræðustýrið hjá Pol Pot frá, og at tey høvdu fjalt seg í skóginum síðani. Av tí at tey ikki høvdu havt samband við onnur fólk, vistu tey ikki, at vietnamesiski herurin fór úr Kam- bodja fyri 15 árum síðani. Kambodiska løgreglan sigur, at fólkini hava livað av plantum og djórum øll tey 25 árini, og at tey vóru í klæðum, sum tey høvdu gjørt av barki og bløðum. UTTAN ÚR HEIMI Fleiri amerikanskir politikarar halda at USA er so ovbyrjað av Irak og Afganistan, at landið hevur ikki nóg mikið av hermonnum til at loysa eina møguliga kreppu onkra aðrastaðni. Men so er ikki HERMEGI Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fleiri amrikanskir kongr- esslimir hava í seinastuni ávarað um, at USA hevur sent so nógvar hermenn til Irak og Afganistan, at land- ið kann ikki átaka sær at senda hermenn til at loysa eina møguliga kreppu aðra- staðni. Teir vísa á, at lond sum Iran og Norðurkorea kunnu fara at gera sær dælt av, at amerikanska her- megin hevur avmarkað rásarúm í løtuni, og at hetta eisini økir vandan fyri yvirgangi. Men sambært ovastanum fyri amerikonsku herdeild- unum í Irak hava politikar- arnir einki at stúra fyri. – Vit kunnu vísa okkara hermegi í hvørjum króki í heiminum, og einki annað land er so sterkt hernaðar- liga sum USA. Leggja vit okkara kjarnorkumegi omaná, eigur tað at vera øllum greitt, at einki annað land kann sammeta seg við okkum hernaðarliga, sigur John Abizaid generalur, við USA Today. Generalurin sigur, at allir ríkisleiðarar eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir koma til ta niðurstøðu, at USA er viknað hernaðar- liga. USA hevur í løtuni 130.000 hermenn í Irak, 20.000 í Kuwait, 18.500 í Afganistan og 1.300 í Afrika. Harafturat hevur USA herdeildir í Japan, Korea, Týsklandi og Bosnia. Ein kanning hjá ST hevur avdúkað, at sonur Kofi Annan, aðalskrivara fekk pengar frá einum felagi, sum var við í matvøruætlanini hjá ST KANNING Árni Joensen: fartekst@mail.dk Kojo Annan, sum er sonur ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, arbeiddi hjá sveis- iska felagnum Cotecna í nítiárunum, til hann gavst har í 1999. Nú hevur ein kanning hjá ST avdúkað, at hann fekk 2500 dollarar um mánaðin frá felagnum, eftir at hann var givin. Pengarn- ar fekk hann, tí hann hevði lovað, at hann skuldi ikki fara undir nakað virksemi, sum kappaðist við sveis- iska felagið. Tíðindini koma ST illa við, tí Cotecna var virkið í fleiri matvøruætlanum hjá ST í nítiárunum og var við í teirri sokallaðu olju fyri mat-skipanini, sum ST og Irak høvdu frá 1998 til 2003. Kojo Annan, sum býr í Nigeria, hevur fyrr sagt, at hann hevur ikki havt nakað samband við Cotecna, síð- ani hann gavst at arbeiða hjá felagnum í 1999, men skjølini hjá ST vísa, at hetta er ikki so. – Eg eri sjálvandi bæði vónsvikin og ovfarin, segði Kofi Annan við tíðindafólk í New York fyrrakvøldið. Hann greiddi frá, at hann og sonurin hava valt hvør sína lívsleið, og at teir ikki leggja seg út í arbeiði hjá hvør øðrum. USA er ikki viknað Kofi Annan, ST-aðalskrivari, sigur seg vera vónsviknan av soninum Kofi Annan vónsvikin av soninum