týsdagur 26. februar 2019síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
36
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Hanna Jensen:
Útbúgving er
førleikamennandi
- Vit skulu ansa okkum, at vit ikki leggja gjáir millum akademisku útbúgvingarnar
og yrkisútbúgvingarnar, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum,
sum virðir týdningin av útbúgving í samfelagnum
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Ú
tbúgving og skúli hava altíð verið
hjartamál hjá Hannu Jensen, sum
um miðjan februar fekk sessin sum
landsstýriskvinna í skúlamálum. Fyri nýggju
landsstýriskvinnuna hevur útbúgving fleiri
týdningar.
- Fyri tað fyrsta kann útbúgving førleika
menna fólk til heilt ávís størv, sum krevja
heilt ávísar útbúgvingar. Dømi um hetta eru
skiparaskúli, maskinmeistarin, læraraút
búgvingin og læknaútbúgving, sigur Hanna
Jensen.
Samstundis hevur útbúgving tað við sær,
at hon mennir aðrar førleikar hjá tí, sum
tekur útbúgvingina – óansæð um tað er á
miðnámsstøði ella víðari lestri.
- Tú lærir at skipa títt arbeiði, at samskifta,
leggja fram, skriva fakliga, og tú fært eina
almenna bakgrundsvitan innan fyri títt
fakøkið, sum styrkir tann einstaka í hansara
vitanarstøði. Vitanin hjá tí einstaka kemur
eisini samfelagnum til góðar, sigur Hanna
Jensen.
Hon vísir eisini á, at endaligu pappírini
eftir lokna útbúgving geva tí einstaka nakrar
møguleikar og nøkur rættindi.
- Tá fólk hava fingið prógvið, gevur tað
teimum fleksibilitet. At hava pappír uppá
sínar førleikar ger, at tú kanst skifta starv,
um tú nú kanska verður uppsøgd ella upp
sagdur, ella um tú fært hug at royna okkurt
nýtt. Tað gevur eisini betri møguleikar at
fara uttanlands eitt tíðarskeið, tá tað er lág
konjukturur, og færri starvsmøguleikar eru
í Føroyum.
Tørvur á handverkarum
Landsstýriskvinnan heldur, samfelagið hev
ur stóran tørv á handverkarum og útbúgv
ingum, sum kunnu geva størv innan hand
verkaraøkið.
- Vit skulu ansa okkum, at vit ikki leggja
gjáir millum akademisku útbúgvingarnar og
yrkisútbúgvingarnar. Vit hava í alt ov stóran
mun staðið í skotgravum og tosað fyri og
ímóti báðum leiðunum, sigur Hanna Jensen
og vísir á, hvussu hetta evnið hevur merkt
kjakið í almenna rúminum og politisku skip
anini seinastu árini.
Gongda leiðin, meinar hon, er eitt fjøl
broytt tilboð av útbúgvingum, sum onkurs
vegna kunnu sambindast.
- Vit skulu duga at síggja virðið í báðum
og síggja, hvussu væl samstarvið og sam
virkanin millum tær praktisku og akadem
isku útbúgvingarnar kunnu rigga, og hvussu
tær uppfylla hvør sín tørv í einum landi.
Uppá hendan mátan kunnu vit røkka best
møguligu úrslitinum í føroyska samfelagn
um í framtíðini.
- Vel eftir nyttuvirði og motivatión
Hanna Jensen metir, at tað eru tvær raðfest
ingar, tú mást gera tær, tá tú skalt velja tær
útbúgving.
- Tú skalt sjálvandi hugsa um nyttuvirðið
av útbúgvingini antin í Føroyum ella har, tú
ímyndar tær, at tú kemur at arbeiða. Kanna
hvørjar møguleikar útbúgvingin kann geva
tær og hygg eftir menningarmøguleikunum
í samfelagnum og met síðani um, hvørji sløg
av útbúgvingum síggja út til at fáa týdning
í tínari livitíð.
At ganga á einum hægri lærustovni krev
ur úthaldni og eina innaru motivatión, og tí
hevur tað eisini stóran týdning at hugsa um,
hvørjum tú brennir fyri.
- Tú mást eisini hava eitt hjarta fyri út
búgvingini fyri at gjøgnumføra hana. Tí
um tú bara velir eina útbúgving eftir, hvat
onnur velja ella siga, so verður tað verri at
gjøgnumføra hana, sigur Hanna Jensen.
Avgerðin liggur hjá tí einstaka
Ein útbúgving krevur nógv, og tað snýr seg
ikki altíð bara um at hava eitt høgt vitanar
støði.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað er eitt
gott hugskot at tosa við onnur lesandi, sítt
nærumhvørvi, lestrarvegleiðara og fólk, sum
arbeiða innan fyri tað økið, mann ætlar at
lesa í. Hetta kann mann bæði gera í sambandi
við hægri lesnað, men eisini í miðnámi, tá
breytir og vallærugreinir skulu veljast. Og er
ein møguleiki at royna at arbeiða innan fakið
frammanundan ella ígjøgnum praktikk, so
gevur tað sera gott innlit.
- Tað er altíð gott at fáa góð ráð. Men
tað er ein sjálvur, sum skal taka avgerðina.
Tá tú hevur fingið øll hesi ráðini, mást tú
eisini merkja, hvat tað er, sum motiverar
teg, og hvat drívir teg. Tað hevur týdning,
at tú velir eina leið, tú verður glað/ur fyri at
gjøgnumføra, og sum tú vilt leggja alla tína
orku í, sigur Hanna Jensen.