hósdagur 28. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað koyrir væl í Løgtinginum í hesum
døgum, nú tingfólk longu er farin í ikki
færri enn tvey valstríð.
Málið um Fámjinstunnilin tykist farið
fullkomiliga av sporinum. Tá tað umsíðir
kom ein landsstýrisamaður, sum aftur
gav fólki trúnna uppá, at tað yvirhøvur
verða gjørdir tunlar til smáplássini, so
birtist eitt stríð, um tað skuldi vera Dalur
ella Fámjin, sum skuldi hava tunnilin
fyrst. Tað er ikki longur ein spurningur
um Fámjin skal hava tunnil. Men tey
skulu sambært borgarstjóranum hava
hann her og nú – og áðrenn dalbingar
fáa hann, hóast dalsvegurin er við at
loypa í havið.
Og so verður kjast um, at tað ber væl
til at bora Fámjinstunnlin ígjøgnum,
meðan dalstunnilin verður teknaður.
Tann sum trýr upp á tað, hann hevur
neyvan fylgt við í gongdini við til dømis
Glasi í Havn. Valla spælir klaverið so væl
har suðuri.
Skilið nú um dagarnar í Løgtinginum
er ikki annað enn ein glantrileikur, har
tann parturin av tinginum, sum ikki sit
ur við ábyrgd, brádliga vil samtykkja lóg
um at gera tunnilin til Fámjins nú. Somu
politikarar skulu gera tunlar norður um
Fjall nú og helst eisini bæði dalstunnil,
tjørnuvíkartunnil og vestmannatunnil
við.
Tað er akkurát hetta, sum er so ódám
ligt við politikki. Tey láta sum um, at tey
vilja í hesum førum fámjinginum tað
væl. Tað er slett ikki tað. Tey vilja spæla
samgonguni eitt puss, leggja fótonglar,
so samgongupolitikarar kunnu standa
sum ryssa yvir deyðum fyli av óðum
fámjiningum.
Tann, ið trýr at pípan fær annað ljóð
aftan á løgtingsvalið, um nýggj fólk sita í
Tinganesi, hann má trúgva umaftur.
Skilið verður presiss tað sama – hóast
leiklutirnir tá kanska eru broyttir. Tá
verður tað nýggja samgongan, sum fer
at halda aftur, og nýggja andstøðan fer
at koyra á – og tey fara at arga samgong
una, sum í februar í ár vildi gera tunnil
til Fámjins, men tá hevur skift støðu.
Skilið hesum viðvíkjandi er ringt og
bara versnar so hvørt valið nærkast. Eitt
er so broytt. Henrik Old fekk gav fólki
trúnna uppá, at tunlar verða boraðir til
smápláss í Føroyum. Tann vónin var
horvin sum døgg fyri sól.
Hvør hevði trúð tí?
Tunlar sum kávalótir og miskunnsemi
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
1. MARS 2019
– Í dag fekk eg hesa fittu vitjana av nøkr
um næmingum úr Gøtu skúla. Tey komu
við einar áheitan til býráðið um at fáa
skúlaplássið við skúlan í Gøtugjógv liðugt.
115 næmingar hava skriva undir.
Soleiðis skrivar borgarstjórin í Eystur
kommunu, Jóhann Christiansen, á Face
book um dagarnar.
Hann heldur tað vera hugaligt at vera
borgarstjóri í einari kommunu, har sjálvt
teir yngstu borgarar
nir kenna til teir
fólkaræðisligu spæli
reglurnar, og ikki
minst duga at gera
sína ávirkan gald
andi.
115 næmingar
við undirskriftum
hjá borgarstjóra
EYSTURKOMMUNA
Les eisini blaðið
á telefonini
Mistu beiggjan
Hans Christian á
sjónum
Siðsøga síða 16-17
Grannar hittast
aftur á Tórsvølli
Ítróttur síða 22-23
Mikudagin bórust deyðsboðini av
Poul Hansen, advokati í Havn
Poul Hansen er deyður 64 ára gamal.
Hann var sonur Edith, fødd Simon
sen úr Hoyvík, og Aksel Hansen, Aksel
hjá Poul Hansen, í Havn.
Vinnulív hevur eyðkent ættina. Abb
in, hann er uppkallaður eftir, kom úr
Vestmanna til Havnar. Hann starvaðist
í Vágsbotnshandlinum, men fór tíðliga
at handla sjálvur og stovnaði heilsøluna
P/F Poul Hansen í 1927.
Virksemið gjørdist størri og fevndi
bæði um skip og fiskaframleiðslu og
annan ídnað við.
Tá Poul Hansen í maimánaði bjóðaði
fjøld av fólki í Havnar Klubba í gildi, nú
hann legði frá sær sum veitslustjóri
Klubbans, vardi tað neyvan nakran, at
hetta skuldi vera hansara seinsata gildi.
Poul Hansen var ein hugnaligur
maður við nógvum ymsum áhugamál
um. Honum dámdi væl at hjálpa, har
onnur ikki rukku ella ikki vildu. Bæði
privat og gjøgnum felag sítt fíggjaði
hann ymiskt virksemi, sum vanligir
fíggingarstovnar ikki hættaðu sær und
ir.
Onnur dømir eru bjargingin av før
oysku sílunum og stórsligna verkætl
anin við víkingagarðinum í Kvívík.
Poul segði einaferð um mammu sína,
at hann og bróðurin sum smádreingir
vóru so flóvir av henni – tí hon í mun
aðrar kvinnur koyrdi bil.
– Eg minnist væl, at børn róptu eftir
bilinum, tá mamma koyrdi, at »ein kona
koyrir bil«. Tað hildu vit vera ræðuliga
flóvisligt, hevur hann greitt frá.
Poul var íðin hestamaður, og hann
hevði stóran alsk til náttúruna. Honum
dámdi ikki, at stór inntriv vórðu gjørd í
landslagið.
Poul legði ikki fingrarnar ímillum á
sinni, tá tey vóru noydd at selja parta
brøvini í Havsbrún í Fuglafirði. Hóast
felagið hjá teimum tjenti nógvar milli
ónir upp á søluna, so talaði hann al
ment og harðliga at teimum, sum
høvdu skipað so fyri.
Soleiðis var Poul Hansen. Ein heið
ursmaður. Friður veri við minninum
um Poul Hansen.
Poul Hansen deyður
Poul Hansen, sakførari og vinnulívsmaður
Tríggir næmingar handaðu Johann Christiansen,
borgarstjóra, mótæli við teimum 115 undirskriftunum