Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 230 - 1. desember 2004 Mánanáttina byrjaðu bakararnir í bakarín- um hjá Jórun í Klaks- vík fyri fyrstu ferð at baka í nýggja bakarín- um uppi við Borð- oyavík. Tað gekk alt hampuliga væl, hóast alt er nýtt fyri teimum NÝTT BAKARÍ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Fyrsta bakaríið, sum er bygt til júst tað endamálið, stendur nú liðugt. Tað er bakaríið hjá Jórun Mørk- øre, sum liggur á ídnaðar- økinum uppi við Borð- oyavík. Bakaríið hevur staðið í gerð síðani í maj og sunnu- kvøldið var so mikið væl áleiðis komið, at starvs- fólkini kundu byrja. Nakað av byrjanartrupul- leikum vóru, men tað gekk kortini fínt at baka hesa fyrstu náttina. Nýggja bakaríið gevur møguleikar fyri øktari framleiðslu og eisini møgu- leikum fyri at gera aðrar vørur. Jórun sigur tó, at í fyrstu atløgu verður alt tað vanliga gjørt. – Vit mugu finna eina ar- beiðsrytmu og arbeiðs- gongd allarfyrst, so fáa vit at síggja, hvat annað kann koma burturúr, staðfestir hon. Fyri umleið einari viku síðani komu allar tær nýggju maskinurnar. Eitt lið av donskum fakfólkum kom upp við at seta alt til. Teir gingu framvegis og hugdu at og eftirkannaðu alt hend- an morgunin, Sosialurin vitjaði. Sum skilst vera tey verandi til hósdagin. Ein prøvabakari er somu- leiðis við í fylginum, og hann skal royna at finna eina hóskandi arbeiðs- gongd saman við Jórun og hennara starvsfólki. – Hetta er alt spildurnýtt fyri okkum øll. Eg kenni meg júst sum ein lærling, sum fer til arbeiðis fyrstu ferð og ikki rættiliga veit, hvat og hvussu, sigur Jórun flennandi og leggur afturat, at soleiðis hava tey tað øll. Seinasta vikan fór við at seta alla ta nýggju útgerð- ina upp á pláss. Allar mask- inurnar frá gamla bakarín- um við Klaksvíksvegin vórðu ikki koyrdar niðan í Borðoyavík, fyrr enn alt var liðugt bakað sunnudagin. Sjarman er burtur Nýggja bakaríið uppi við Borðoyavík er tað fyrsta av sínum slagi, sum er bygt til endamálið í býnum. Hini bakaríini í Klaksvík, sum eftirhondini ikki hava verið so fá í tali, hava øll verið set- hús við bakaríi í kjallaran- um. – Hetta er ein virkisbygn- ingur, sigur Jórun. Samlaða støddin á bygn- inginum er 360 fermetrar. Sjálvt bakaríið er 180 fer- metrar. So er stórt goymslu- rúm, skeri- og pakkirúm, kantina og annað, sum enn ikki er liðugt at gera. Fyri Jóruna ráddi tað fyrst og fremst um at sleppa at fáa jólabaksturin frá hondini í nýggja bakarín- um, og tað er so eydnast hjá teimum. Tveir nýggir ovnar eru í nýggja bakarínum umframt tann sum tey nýttu í hinum, frysti og kølirúmini eru nýggj og so nógv størri, sum Jórun tekur til. Í hinum bakarínum hevði Jórun bara vanliga frystiboksir, sum húsarhald hava. Har slógu tey somuleiðis breyð- ini upp við hond og so framvegis. Alt tað fer fram- yvir at ganga fyri seg við maskinum. Alt hetta bøtir munandi um arbeiðsumstøðurnar og effektivitetin, men sam- stundis ásannar Jórun, at sjarman við gamla bakarín- um hervið er farin. – Vit stóðu nærum uppi á hvørjum øðrum í tí gamla, og eg veit ikki, hvussu ofta vit søgdu umskylda við hvønnannan gjøngum ein dag, tí vit rendu saman ella okkurt. Her verður tað trup- ult at renna á, sigur Jórun. Eitt annað, sum eisini lættir munandi um hjá teim- um nú, er at tað ber til at fylla bilin inni í garasjuni. Í gamla bakarínum máttu tey bera allar breyðkassarnar út sjálvi, og tað var mangan tungt og strævið. Víðka handilin Jórun Mørkøre keypti bak- aríið í 1999. Tá var tað nóg gott, sum tað var, men skjótt øktust krøvini, og hon byrjaði at hugsa um at byggja nýtt. – Tað gamla var gott tann tíð tað var, men í dag er tørvurin hjá fólki nógv størri, heldur Jórun. Nýggi bygningurin uppi við Borðoyavík hýsir ikki útsølu, handilin er fram- vegis í hinum bakarínum. Men Jórun væntar, at tá alt økið rundan um nýggja bakaríið er gjørt, og undir- sjóvartunnilin er liðugur, fer hon kanska at gera ein handil eisini. Pláss er í øllum førum fyri honum. Tað at bakaríið er flutt, gevur tó aðrar møguleikar við handlinum við Klaks- víksvegin. – Nú hava vit fingið kjallara við hús fyri tað fyrsta. Ætlanin er at víðka um handilin, men nú mugu vit líka steðga og síggja, hvussu hetta fer at ganga, sigur Jórun Mørkøre og leggur afturat, at um ikki hon hevði havt so góð fólk rundan um seg, so hevði hon ikki staðið í nýggja bakarínum nú. – Maður, foreldur, fam- ilja og ikki minst starvs- fólkini hava verið ótrúliga hjálpsom og bakkað meg upp allan vegin, sigur Jór- un, og meðan tey royna at arbeiða seg heit og at fella til í nýggja bakarínum, er tað vorðið kalt og einsligt hjá krambagentunum í gamla bakarínum við Klaksvíksvegin, har hitin frá bakstrinum nú er út- skiftur við ráan húsakulda. Nýtt bakarí í Klaksvík: Alt er nýtt fyri okkum Jórun Mørkøre til arbeiðis fyri fyrstu ferð í nýggja bakarínum uppi við Borðoyavík Nú er øskukalt í gamla bakarínum hjá Jórun við Klaksvíksvegin, men handilin er tó framvegis har Mynd: Jens K. Vang Afturat sær í bakarínum hevur Jórun tilsamans 10 starvsfólk. Fýra bakarar, tveir skerarar, tríggjar krambagentur og ein útkoyrara