mikudagur 1. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
5
Mánakvøldið tók
biskupurin ímóti
stuðlinum, sum
Skótahjálpin í
Føroyum hevur veitt
til hjálpararbeiði
millum børn í
Kolumbia
HJÁLPARARBEIÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Av teimum 100.000 krón-
unum, sum Skótahjálpin í
ár letur til barna-og ung-
dómsarbeiði, verða 50.000
krónur latnar sjálvhjálpar-
bólkum fyri børn og ung í
Føroyum, ið hava mist
foreldur við deyða. Hinar
50.000 krónurnar verða
latnar til hjálpararbeiði
millum børn í Kolumbia.
Restin av tí peningi, sum
Skótahjálpin í ár gav,
33.468
krónur,
fara
í
Bráfeingishjálpargrunnin.
Tito í Føroyum
Við eina almenna gudstæn-
astu í Vesturkirkjuni mán-
kvøldið varð stuðulin til
hjálpararbeiði handaður.
Kolumbiski biskupurin,
Tito Jesus Mora Esquerra,
var komin úr Noregi at taka
ímóti hjálpini, og hann
talaði eisini við gudstæn-
astuna í Vesturkirkjuni,
meðan Bergur Debes Joen-
sen týddi taluna til før-
oyskt.
Atlantsflog og Tórshavn-
ar Sjómansheim hava stuðl-
að ferðini og uppihaldinum
hjá biskupinum í Føroyum.
Tito Jesus Mora býr sum
flótti í Noregi, haðani hann
roynir at hjálpa børnum í
heimlandinum,
sum
er
fongt
við
ræðuligari
korruptión.
Biskupurin úr Kolumbia
sigur í samrøðu við Sosi-
alin, at hann er ovfarin av
landinum og fólkinum, ið
her býr.
– Hetta er eitt ógvuliga
vakurt land, tit eiga, og her
býr eitt sera vinsælt fólk.
Hann vísir á, at umstøð-
urnar í Føroyum og Kolum-
bia á ongan hátt kunnu
samanberast.
– Men bæði her í Føroy-
um og í Kolumbia eru børn
sum hava uppiborið ein
góðan og tryggan upp-
vøkstur, sigur hann.
Hóttur eftir lívinum
Bæði anglikanska kirkjan,
har Tito Jesus Mora starv-
aðist og katólska kirkjan í
Kolumbia, verða forfylgdar
av myndugleikunum í land-
inum.
Tær ríku familjurnar,
sum stýra landinum, vilja
ikki, at tey fátøku, sum eru
teirra arbeiðsmegi, skulu
upplýsast.
– Tá ið vit skipa fyri
undirvísing fyri hesum
børnum, gerast tey upplýst
og meira bevíst um sína
støðu og vilja ikki finna seg
í hvørjum sum helst.
Biskupurin vísir á, at tað
er ein liður í ræðuligu
korruptiónini at halda fólk-
inum niðri á einum støði,
har kunnleikin er lítil og
eingin.
– Okkara arbeiði hevur
gingið út yvir fleiri av
mínum nærmastu starvsfel-
øgum, sum eru myrdir í
Kolumbia, sigur biskupur-
in.
Sum
skilst,
hevur
korruptiónin í landinum
kostað fleiri anglikanskum
og uppaftur fleiri katólsk-
um prestum lívið, og tað
var um reppið, at biskupur-
in, Tito Jesus Mora, eisini
lá eftir á, áðrenn hann slapp
úr landinum.
– Eg var næsta málið hjá
teimum, men av tí, at eg tá
sat í fongsli fyri mítt ar-
beiði, slapp eg við lívinum,
sigur hann.
Hjálpir úr Noregi
Síðan biskupurin kom til
Noregs fyri fýra árum síð-
an, hevur hann hjálpt børn-
um í Kolumbia.
Við sær úr Føroyum
hevði Tito Jesus Mora so
tær 50.000 krónurnar frá
Skótahjálpini, sum hann
vegna børnini í Kolumbia
var ógvuliga takksamur
fyri.
Tito Jesus Mora Esquerra
er nógv avhildin millum
eitt nú studentarnar á skúl-
anum í Stavanger, har hann
hevur sína dagligu gongd
og samskiftir við fólk í
Kolumbiu
um
hjálpar-
arbeiði.
- Biskuppurin hevur nógv
at læra okkum við sínum
verumáta og sínum ágrýtni
fyri at hjálpa øðrum, siga
næmingar á skúlanum, har
eisini onkur føroyingur
gongur.
Tito Jesus Mora Esquerra, biskupur úr Kolumbia:
Stóð fyri tørni at verða myrdur
– Hetta er eitt ógvuliga vakurt land, tit eiga, og her býr eitt sera vinsælt fólk, sigur biskupurin,
sum slapp við lívinum úr Kolumbia
Mynd: Jens Kr. Vang