hósdagur 28. februar 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
mars 2019
2
1
Jon
Hestoy
stjóri á
Prentmið
støðini
Nøvn
Jón Hestoy er nýggjur stjóri á
Prentmiðstøðini.
Seinastu sløku sjey árini
hevur Christian Nagata verið
stjóri. Tað eru Sosialurin og
P/F Tjaldur, sum eiga Prent
miðstøðina.
Talan er um einastu ro
tatiónsprentsmiðju í Føroy
um, tann einasta, sum kann
prenta bløð. Í 2000 løgdu
Sosialurin og Dimma
lætting báðar prent
smiðjurnar saman í
Prentmiðstøðina, sum
síðani hevur prentað tey
bløð, sum hava verið prentað
í Føroyum. Tjaldur keypti partin
hjá Dimmalætting, tá blaðið fór
av knóranum í 2010.
Umframt at vera stjóri á
Prentmiðstøðini, so eigur og
rekur Jon Hestoy Føroyarprent.
Ewald í nýtt stjórastarv í dag
Nøvn
Tað var ikki leingi, at Ewald Kjørlbro,
fyrrverandi stjóri á Landsverki gekk
arbeiðsleysur eftir at hann fór frá sum
stjóri á Landsverkí kjalarvørrinum á
byggigøluni á Glasir. Tað er nevniliga
greitt, at hann skal vera stjóri á MT
Højgaard í Føroyum, og hann tekur
við starvinum í dag, 1. mars.
MT Højgaard hevur nógv at gera
og tað stóra virksemið er orsøkin
til, at tað nú verður styrkt leiðsluna,
sigur felagið í eini fráboðan beint nú.
Og í hesum sambandi verður Ewald
Kjølbro deildarstjóri við ábyrgd fyri
virkseminum í Føroyum. Ewald Kjøl
bro er 54 ára gamal, hevur eina MBA
og HD og er útbúgvin akademiverk
frøðingur í bygging. Ewald hevur ver
ið stjóri á Landsverki frá apríl 2011 til
desember 2018.
– Frá sínum fyrrverandi arbeiðum
hevur Ewald stóra vitan um byggi- og
verklagsmarknaðin í Føroyum, stað
festir MT Højgaard. Hansara leiklutur
verður at styrkja støðuna hjá felag
num og at vera við til at gera lang
tíðarætlanina fyri, hvussu fyritøkan
kann veksa, sigur Jóannes Niclassen,
stjóri fyri Norðuratlantisku deildina
hjá MT Højgaard.
Núverandi leiðari hjá MT Højgaard
í Føroyum, Gunnar Grækarisson,
heldur fram við ábyrgdini fyri sølu og
tilboðum í Føroyum. Harumframt skal
hann framyvir styrkja um tilboðsar
beiðið í allari Norðuratlantisku deild
ini.
MT Højgaard hevur áður staðið
fyri at byggja høvuðssætið hjá Før
oya Tele, umframt at tey hava bygt
SMS bæði um og út, og tey hava
gjørt tríggjar vatntunlar fyri SEV í
samband Eiðisverki. Harafturat hev
ur HT Højgaard eisini verið við til at
útbyggja infrakervi í Føroyum og
hevur staðið fyri vegagerðir og bygg
ing av samferðsluhavnina á Gomlu
rætt.
Fyrrverandi stjórin í Landsverki, Ewald Kjølbro, er nú deildarstjóri hjá MT Højgaard í Føroyum
TEKNISKUR LEIÐARI
TIL FUGLAFJARÐAR KOMMUNU
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA SØKIR EFTIR DUGNALIGUM OG
ÁGRÝTNUM LEIÐARA AT STANDA Á ODDA FYRI TEKNISKA ØKINUM.
Leiðarin er við til at mynda menningina av Fuglafjarðar kommunu
saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum.
K R E A
FREIST AT SØKJA: 11. MARS 2019 KL. 12.00
LES MEIRA Á fuglafjordur.fo