Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 mars 2019 1 Vilmund Jacobsen Sjógæti fekk menningarkvotu í fjør. Hetta eru fýra ára kvotur, sum kortini kunnu broytast – alt eftir, hvussu stór føroyska makrel-og sildakvotan verður tey næstu árini. Hans Marius í Byrgi, sum er stjóri í Sjógæta, sigur, at felagið saman við øðrum hevur keypt virkið hjá Vaðhorn Sea­food á Eiði, og tað verður her, at verk­ ætlanin við makrelinum og sildini verður førd út í lívið. - Partarnir í samstarvinum við okkum eru Palli hjá Marionnu og North Pelagic í Klaksvík, sum saman hava keypt sjálvt virkið og eiga ein triðing hvør. Tað verður Sjógæti, sum kemur at standa fyri rakstri­ num og virkseminum á Eiði, og North Pelagic kemur at marknaðarføra og selja royktu vørurnar. Hans Marius í Byrgi sigur, at tey 1000 tonsini av makreli og 500 tonsini av sild, sum Sjógæti fekk í menningarkvotu í fjør, eru fiskað, og fiskurin liggur á goymslu í Ánunum. - Tá klárt er at byrja á Eiði, verður fiskur­ in tiðnaður so hvørt og verður roykt­ur á virki­num. Hann sigur, at hetta er ein stór íløga, og tí vóna eigararnir sjálvsagt, at tingini kunnu fáast at hanga saman beinanvegin. - Seinastu trý árini hava vit gjørt royndir við at roykja á virkinum við Norðskála, og vørurnar eru seldar bæði í Føroyum og uttanlands, sigur stjórin í Sjógæta. Veksandi áhugi Hans Marius í Byrgi sigur, at áhugin fyri royktu vørunum, eitt nú laksi, makreli og svartkalva, alla tíðina hevur verið veks­ andi, og hann vónar, at tað eisini fer at bera til at selja hesar vørur í munandi størri nøgdum, tá virksemið byrjar á Eiði sein­ni í vár. - Vit hava fingið at vita frá veitarunum, at klárt verður at byrja á Eiði um páskirnar, og málið hjá okkum er, at her skulu eini 20-30 fólk hava fast arbeiði, tá fram­ leiðslan er komin í eina fasta legu. Stjórin vísir á, at umstøðurnar, sum Sjógæti fær á Eiði, slett ikki kunnu samanberast við umstøðurnar, sum tey í dag hava á lutfalsliga lítla virkinum við Norð­skála. - Vit hava longu nú ein hampiligan marknað fyri royktar vørur í Danmark, og har­aftrat verður nakað selt til Italia og Spania. Men, Sjógæti selur eisini feskt av landi­num. Hans Marius í Byrgi sigur, at ein av orsøkunum til, at Sjógæti ikki hevur gjørt meira við tað roykta, er kapasiteturin, sum higartil hevur verið rættiliga avmarkaður, eins og neyðugt hevur verið at passa hesa framleiðslu inn í aðrar framleiðslur við Norðskála. - Á Eiði verður roykikapasiteturin einar átta ferðir so stórur, sum tann kapasitetur, vit hava við Norðskála í dag, sigur stjórin í Sjógæta. Serliga Evropa Hans Marius í Byrgi heldur, at um før­ oyingar ikki í størri mun gera sær roynd­ ir­nar við royking, so koma vit ikki nógv longur, enn vit eru í dag. - Vit hava gjørt av at taka hetta stigið og økja um kapasitetin við royking, og vit trúgva upp á hesa verkætlan. Hans Marius í Byrgi væntar, at keypara­ londini av royktu vørunum í størstan mun verða í Evropa og Suðurevropa, og hann heldur, at møguleikar kanska eisini verða eystan fyri, møguliga í Ruslandi. - Royktur makrelur verður etin víða um og sama er við laksi. So, vit hava góðar vónir um, at hetta fer at eydnast, sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæta. Sjógæti fer at roykja makrel og sild á Eiði - HETTA ER EIN SPENNANDI VERKÆTLAN, SUM VIT TRÚGVA UPP Á, SIGUR HANS MARIUS Í BYRGI, STJÓRI Í SJÓGÆTA, SUM UM STUTTA TÍÐ FER AT ROYKJA MAKREL OG SILD Á EIÐI Tað verður her á virkinum á Eiði, at Sjógæti fer at roykja makrel og sild. Tríggir partar eiga bygningin, men tað er Sjógæti, sum stendur fyri framleiðslu og rakstri