hósdagur 28. februar 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
mars 2019
1
Claus Meyer:
Føroyar
kunnu
vera eitt
Mekka fyri
íverksetan
Noma rannsakaði Føroyar:
Føroyar
avgerðandi fyri
yrkisleiðina
Pætur Hjalmar Evensson
At Føroyar liggja fjarskotnar mitt í
Atlantshavinum, nýtist ikki vera ein forð
ing fyri einari blomstrandi íverksetara
vinnu - tvørturímóti eigur hetta at vera
styrkin og fyrimunurin hjá føroyskari
íverksetan.
Tað heldur víðagitni kokkurin og
íverksetin, Claus Meyer, í øllum førum.
Navnframi danin hevur gjøgnum ár og
dag stáplað nógvar fyritøkur og verk
ætlanir uppá beinini, og serliga er tað
í matvinnuni, at hann hevur gjørt seg
galdandi. Hann hevur ment og definerað
nýnorðurlendska matin og er ein av
stovnarunum av kollveltandi donsku
matstovuni, Noma. Claus Meyer var í Før
oyum í farnu viku, og hann sær nógvar
møguleikar í føroyskari íverksetan.
- Føroyar eru eitt kul brand. Her eru fá
fólk, tað er vakurt, náttúran er vill, og tí er
tað er kul, tá okkurt kemur úr Føroyum.
Við hesum fyritreytum hava Føroyar
potentiali til at vera eitt Mekka fyri
íverksetan, sigur Meyer.
Hertaka heimin úr Føroyum
So er tað spurningurin, um Claus Meyer
heldur, hann hevði kunnað rokkið júst
somu tindunum, um hann byrjaði sína
gastronomisku yrkisleið í Føroyum. Tað
ivast hann ikki í, at hann hevði, sjálvt um
Føroyar liggja avskornar frá evropeiska
meginlandinum.
- Eg meini heilt avgjørt, at eg hevði
kunnað eydnast uppá sama máta, um
eg var føddur í Føroyum ella fyri so vítt
í Íslandi. Í teoriini kanst tú væl byrja
sum matstovueigari í Føroyum og
síðani hertaka allan heimin við tínum
matstovum, sigur hann og vísir imponer
aður á, at føroyska matstovan KOKS júst
hevur fingið tvær Michelin-stjørnur.
- Tað prógvar nettupp, at tú ikki nýtist
at búgva í einum stórbýi fyri at fáa altjóða
success við einari matstovu. Heimurin er
lítil, og næsta stopp er bara ein flogtúr á
tveir tímar burtur, sigur Claus Meyer.
Tey røttu fólkini
Men tað er ikki lætt at leggja heimin undir
seg, og tað eru lutfalsliga fá, sum megna
at hava matstovur í fleiri londum. Tað er
Claus Meyer um nakar greiður yvir, og tí
leggur hann stóran dent á týdningin at
hava tey røttu fólkini - tí eitt gott team er
neyðugt, fyri at ein verkætlan skal blíva til
eina altjóða success.
- Uttan tey røttu fólkini at útinna tað
góða hugskotið, so fer alt til einkis. Men
tey bestu fólkini kunnu eisini falla í fátt,
um tey brúka orku uppá eitt vánaligt
hugskot. Bæði hugskotið og fólkini eru av
størstum týdningi, tí tað eina er einki uttan
hitt, sigur hann og vísir á aðrar fyritreytir.
- Timing hevur ekstremt stóran
týdning. Góð eydna spælir eisini inn, sjálvt
um mann ikki so væl kann stýra eydnuni
sjálvur. Persónliga haldi eg harumframt,
at tað altíð er ein fyrimunur at hava eitt
endamál, sum røkkur út yvir ein sjálvan,
við í baggaguni, sigur Claus Meyer.
pature@sosialurin.fo
- TÚ KANST VÆL BYRJA SUM MATSTOVUEIGARI Í FØROYUM
OG SÍÐANI HERTAKA ALLAN HEIMIN VIÐ TÍNUM MATSTOVUM,
SIGUR ROYNDI DANSKI ÍVERKSETIN, CLAUS MEYER
Fyri júst 16 árum síðani gjørdi Claus
Meyer saman við tveimum samstarvs
partnarum av at byrja eina nýggja
matstovu í Keypmannahavn, sum
skuldi rannsaka møguleikarnar í tí
norðurlendska rávørugrundarlagnum.
Matstovan fekk navnið Noma.
Tríggjar mánaðir áðrenn matstovan
lat upp, fóru teir tríggir stovnararnir
á eina pílagrímsferð til tey arktisku
londini fyri at kanna, um kalda norður
lendska veðurlagið hevði nakra ávirkan
á góðskuna av rávørunum, sum vóru til
her um leiðir.
Uppdagaði føroysku dygdina
Á hesari pílagrímsferðini gekk leiðin
sjálvsagt til Føroya, og her blivu teir
móttiknir við opnum ørmum og blivu
væl vegleiddir av føroyingum, ið kendu
best til føroysku rávørurnar.
- Eg minnist kvalitetin av fiskinum
og jomfrúhummarunum, eg smakkaði,
og eg var fullkomiliga blástur um koll
av føroysku hvítarótunum. Eg fekk
eisini øður, sum eg ongantíð hevði
roynt fyrr, sigur Claus Meyer.
- Møtið við tær føroysku rávørurnar
og tey føroysku fólkini, eg møtti á
ferðini, bleiv definerandi fyri mína
yrkisleið, sigur hann. Fyrstu árini brúkti
Noma livandi jomfrúhummarar og øður
úr Føroyum.
Hava vit loyvi at droyma?
Tá Claus Meyer hevði fyrilestur í
Kongshøll 21. februar, vísti hann á, at
fyrr var norðurlendskur matur hvørki
serliga áhugaverdur ella høgur í metum
í altjóðari gastronomi. Tí vóru tað nakrir
spurningar, sum vóru umráðandi at
reisa og umhugsa, tá Meyer og restin
av Noma fóru undir sítt virksemi. Teir
spurdu seg sjálvar:
- Hava vit í norðurlondum loyvi til
at droyma um, at tað kann lata seg
gera at samstarva um at skapa eina av
heimsins vakrastu, mest ábyrgdarfullu
og mest undranarverdu køk, sum allur
heimurin fer at elska, at vit tóku initiativ
til? Ella hava vit ikki loyvi til at droyma
um tað?
Samstundis reistu teir spurningin,
hvørji virðir eitt slíkt mál skuldi byggja á,
um teir høvdu loyvi til at droyma hetta.
Ein annar týdningarmikil spurningur
var, hvat ágóðin til heimin hevði verið
í fleiri ymsum sambondum, um mann
rakk málinum at blíva ein av heimsins
fínastu matstovum – sum Noma nú
hevur verið heiðrað sum fýra ferðir.
Máltíðir vóru ein synd
Claus Meyer vísti í framløguni á, at
áðrenn norðurlendsku køkina hevði
matgleðin hjá danum verið avmarkað
í nógv ár. Tað einfalda hugskotið at til
reiða eina framúrskarandi máltíð hevði
líkafram verið mett sum ein synd, segði
hann og greiddi skemtiliga frá:
- Tað er í hesum andanum, at
foreldur míni eru blivin uppdrigin. Tí
havi eg kanska eisini lættari við at fyri
geva teimum fyri allar tær andstyggi
ligu máltíðirnar, eg bleiv útsettur fyri í
byrjanini av 60’unum. Eg vaks upp í tí
myrkasta tíðarskeiðnum í søguni hjá
donskum mati – í einum av svartastu
støðunum á gastronomiska landakorti
num, nevniliga Lolland, tók hann til.
Hann fortaldi víðari um allar tær
frystu gularøturnar og steikimargarinið,
sum plagdi at seta dám á máltíðirnar
í barndómsheimi hansara. Sum ungur
flutti hann til Fraklands, har hann
fekk íblástur til franska matgerð, og
hetta legði lunnar undir matgleðina
og framtíðar ævintýr hansara. Eisini
greiddi hann frá um aðrar verkætlanir
hjá honum, eitt nú Meyers Bageri og
um eina kveikjandi matstovuverkætlan
í Bolivia.
BEINT ÁÐRENN NOMA LAT UPP Í 2003, VAR CLAUS
MEYER Í FØROYUM FYRI AT LEITA EFTIR RÁVØRUM VIÐ
MYTOLOGISKARI GÓÐSKU – OG TAÐ FANN HANN