Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 mars 2019 1 Danski matstovu- og hotelleigarin Claus Meyer heldur, at Føroyar hava grundarlag til at fáa eina spennandi framtíð sum út­ flytari av øllum møguligum vørum, um viljin er til tess. Hetta tí, at Føroyar eru so ser­stakar, sum tær eru. Hvar er føroyski samleikin? Men Claus Meyer eftirlýsir føroyska sam­ leikan í føroysku vørunum, tí tað er hetta, sum kann fáa føroyska íverksetan at skara framúr. Hann heldur ikki, at mann í nóg stóran mun hevur gagnnýt hendan møgu­leikan. - Tað snýr seg um at finna út av, hvussu mann fær ta føroysku sálina niður í vørurnar, um tær skulu víðari út í verðina. Mann skal onkursvegna kunna merkja føroysku tjóðarsálina í vøruni, sigur hann og leggur aftrat, at tað nýtist ikki neyðturviliga at vera treytað av, at rá­vør­ur­nar skulu vera framleiddar á stað­ num, um talan er um matvørur. - At fáa føroyska samleikan við í eina matvøru snýr seg ikki bara um, hvørt vøran er gjørd av hvali, føroyskum grøn­ meti ella seyði. Tað kann eisini vera tað at fáa onkran skeivleika í vøruna. Okkurt gandakent, onkran trølldóm og ein vill­ skap, sum síðani reflekterast í grafisku emballaguni av vøruni, sigur ein hugtikin Claus Meyer, sum byrjar at ímynda sær ymisk sløg av føroyskum vørum. Nógv potentiali Hann vísir á, at Ísland hevur havt eydnuna við sær við at útflyta øll møgulig stuttlig ting til allan heimin, sum eitt nú nógv sløg av sjokulátu. Tað sama eigur mann at kunna gera í líka stóran mun í Føroyum. - Í Føroyum eru sjálvandi enn ein rúgva av ónýttum møguleikum. Tað eru nógv produkt­ir, sum ikki verða framleidd her, men sum mann saktans kundi framleitt. Men her er kanska ikki sama siðvenja fyri for­edling, og mann saknar kanska eina meira útbreidda siðvenju fyri foredling, legg­ur Meyer merki til. Seyðaostur, kaffi og breyð Við at gagnnýta føroysku rávørurnar og før­oyska samleikan kann mann heilt sikkurt koma fram til nógvar ymsar spenn­andi vørur, sum kunnu røkka víða, roknar danski matíverksetin við. - Heimsins besti seyðaostur átti at verið úr Føroyum, staðfestir hann og spyr víðari. - Hvussu við kaffi, hví hoyrir mann ongan­tíð um føroyskt kaffi? Tað hevði eisini riggað væl. Í Noregi framleiðir mann kon­jakk… Tað eru so nógv ting, mann kann gera, sigur hann. Breyðið blæsir meg ikki um koll Sjálvur hevur Claus Meyer havt risasucces í Danmark við sínum bakaríi, Meyers Bageri. Hann vísir frá egnum royndum á, at tað eisini er ein heimamarknaður, sum mann kann arbeiða meira við í Føroyum. Eitt dømi er nettupp breyð. - Tá mann gongur í føroysku handlun­ um er tað ikki soleiðis, at mann verður blástur um koll av úrvalinum av breyði. Tað besta breyðið, eg havi smakkað í Før­oyum, var frá tveimum gentum, sum høvdu eina kafé uttan fyri Havnina. So eg síggi heilt sikkurt nakrar møguleikar í at framleiða dygdargóð breyð, tí mann hevði uttan trupulleikar kunnað hækkað góð­skuna av breyði í Føroyum. Hann hevur annars góðar vónir fyri før­ oyskari matframleiðslu fyri framtíðina. - Eg merki, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava fingið íblástur av, at tað hevur eydn­ast so væl við norðurlendsku køkini. Tað er ein heilt onnur sjálvsálit í vinnuni, enn tað var fyri fáum árum síðani, sigur Claus Meyer. Nógvir møguleikar: Føroyska sálin skal vera í vøruni - HEIMSINS BESTI SEYÐAOSTUR ÁTTI AT VERIÐ ÚR FØROYUM, MEINAR CLAUS MEYER, SUM SÆR EINA RÚGVU AV POTENTIELLUM VØRUM, SUM KUNNU FRAMLEIÐAST HER Á LANDI Claus Meyer heldur tað hava týdning, at matstovuverkætlanir hava eitt menniskjaligt endamál, sum gevur meining og ger mun