Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 230 - 1. desember 2004 – Tað passar okkum nógv betri, at poli- tikkur er farin at fevna um mál sum umhvørvi, innflytara- mál, etik og yvirgang, tí hesi liggja nógv betur til konservat- ismuna enn tá poli- tikkur var var stætta- býttur í ídnaðarsam- felagnum, sigur kon- servativi politikarin og danski uttanríkis- ráðharrin, Per Stig Møller, sum um viku- skiftið vitjaði á lands- fundinum hjá Fólka- flokkinum KONSERVATIVUR POLITIKKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo "Vinstra høgra vinstra høgra tað er rætta lagið". Fyri at læra børnini at ganga syngja vit í barna- garðinum um at vinstra og høgra bein mugu samstarva fyri, at vit kunnu finna rætta lagið. Stóran part av farnu øld var semja um, at tað var rætta lagið at býta politisku flokkarnar í vinstra og høgra. Siðbundna býtið millum høgra og vinstra stavar frá ídnaðarsamfelag- num, har bláu kapitalistar- nir og reyðu sosialistarnir stríddust um at býta virðini. Ídnaðarsamfelag er í dag farið í søguna, og vit hava í dag eitt samfelagið, sum grundleggjandi øðrvísi enn fyri bert 30 árum síðan. Tað ber ikki til longur til at avmarka politikk til at snúgva seg um skatt, løn og sosialar ábøtur av ymiskum slag, tí onnur meira virðis- lødd mál hava stungið seg upp á samfelagskjakinum. Í rúgvuni kunnu nevnast um- hvørvi, innflytaramál, yvir- gangur, menningar-hjálp, harðskapur og etisk mál. Sonevndu virðisløddu málini gera eisini sítt til, at býtið millum høgra og vinstra í politikki gerst kámari og kámari. Nýggju málini seta øðrvísi krøv til flokkarnar til áhaldandi at menna seg fyri at fylgja við. Ein av gomlu og sið- bundnu politisku hugsjón- unum er konservatisman, og vit hava sett konserva- tiva politikaranum og danska uttanríkisráðharr- anum, Per Stig Møller, stevnu til eitt prát um, hvussu nýggja rákið við málum sum innflyting og yvirgangi passar til kon- servativu lívsáskoðanina. Sum fótur... Per Stig Møller tykist ikki verða fjálturstungin av stóru broytingunum, sum hava verið á politiska kjak- inum seinastu árini sein- astu árini-heldur tvørtur- ímóti. Fyrrverandi formað- urin í Konservativa flokk- inum í Danmark hevur skrivað fleiri bøkur um konservativu lívsáskoðan- ina, og hann heldur at nýggja rákið passar kon- servativu hugsjónini sum fótur í hosu. – Tey nýggju málini er ein gáva til konservatism- una, tí hvar var konservat- isman í stættarsamfelag- num? spyr uttanríkisráð- harrin. Hann vísir á, at stuðulin fyri Konservativa flokkurin í Danmark altíð hevur fevnt breitt, og at stuðulin gekk tvørtur um stættir í einum annars stættabýttum sam- felag. – Í gamla býtinum vóru vit flokkurin hjá yvirklass- anum, arbeiðarum, hús- møðrum, embætisfólki og pensionistum. Tað kendist ofta eitt sindur marg-hátt- ligt, at vit sum flokkur fevndu yvir fleiri stættir, tá samfelagið í stóran mun var stættarbýtt, fortelur Per Stig Møller. – Tað passar okkum nógv betri, at politikkur er farin at fevna um mál sum umhvørvi, innflytaramál, etik og yvirgang, tí hesi liggja nógv betur til kon- servatismuna. Okkara aðal- mál hevur altíð verið, at eitt samfelag má og skal hanga saman. Vit skulu tryggja, at samfelagið verður latið komandi ættarliðum í góð- um standi. Fyri at gera tað, má samfelagið fyri alt ikki býtast sundur, men verða varðveitt sum ein eind. Júst eindarsamfelagið er eitt heitt politiskt evni í dag, har serliga trupulleikarnir viðvíkjandi innflytarum og teirra rættindum fær størri og størri ávirkan á samfe- lagskjakið, greiðir 62 ára gamli uttanríkisráðharrin glógvandi frá. Í hesum viðfangi fortelur hann frá, at hugtakið "Sátt- máli millum ættar-liðini" framvegis er ein aðaltáttur í konservativu lívsáskoðan- ini, hóast stórar rembingar Nýggju evn