mánadagur 4. mars 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mars 2019 · Nr. 26
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MARIN KATRINA FRÝDAL
KJAK SÍÐA 12
Havnar
dalur eitt
størri
fríøki
SÍÐA 6
Løgtingið fer á grækarismessu at
viðgera sínar egnu lønir og eftir
lønir.
Vit hava her í blaðnum so mang
an funnist at tingfólki fyri at veita
sær sjálvum so avbera góðar eftir
lønir, sum eingin vanligur persónur
hevði havt ráð at goldið inn sjálvur
í eina eftirlønarskipan.
Pensjónsviðurskiftini hjá lands
stýrisfólki eru broytt – men á tingi
og í landsstýri eru fleiri fólk undir
hesi skipan. Vunnin rættindi verða
ikki tikin frá teimum. Og enn er
løgtingsformaður eftir, sum kann
forvinna sær fullan pensjónsaldur
upp á 8 ár – har onnur skulu brúka
37 ár.
Fyri
tveimum
árum
síðani
spurdi Sosialurin seg fyri hjá trygg
ingarfelagnum Lív, hvussu nógv
ein vanligur persónur skal gjalda
inn í eina eftirlønarskipan fyri at
fáa somu pensjón.
Svarið var, at fyri at upptjena
eina eftirløn upp á góðar 37.000
krónur um mánaðin upp á 8 ár, so
skalt tú rinda 135.000 krónur inn í
skipanina um mánaðin, ja 135.000
krónur um mánaðin! Sanna virði á
lønini er tí tað hægri.
Sjálvandi skulu politikarar hava
góða løn. Tað er neyvan nakar, sum
ikki unnir teimum tað. Men tað er
sera umráðandi, at politikarar ikki
tiltuska sær ófortjent rættindi,
so sum Løgtingið gjørdi um alda
skiftið, tá hendan fullkomiliga á
byrgdarleysa skipanin varð gjørd.
Løgið at hugsa sær, at fólkini, sum
høvdu sett sær fyri at loysa Før
oyar frá Danmark skuldu finna
upp á at tiltuska sær sjálvum slíka
skilaleysa dýra eftirløn, sum tey
einki skuldu rinda av sjálvi. Ein
útreiðsla, sum nú liggur og bíðar
landskassanum upp á 276 milliónir
krónur fyri tingfólk, sum ikki eru
pensjónerað enn.
Heldur enn at pádrigið føroy
ingum hesa skuld, so átti hendan
skipanin, sum nú liggur á borðinum
hjá løgtingsformanninum, at verið
sett í verk tá. Tí hvat er meira nát
úrligt, enn at politikarar hava akk
urát somu rættindi og skuldir sum
vanliga fólkið? Hví skuldu politik
arar ikki longu tá havt rindað sína
egnu pensjón?
Tað er langt úti, at politikarar
soleiðis hava skaltað og valtað við
at skuldarbinda Føroyar fólk fyri
hundraðtals milliónir frameftir at
rinda fyri ellisár hjá politikarum.
Tá politikarar soleiðis hava livað
í síni egnu ostaklokku, so er tað ikki
so løgið, at tey hava so ringt við at
seta seg inn í pensjónsviðurskiftini
hjá vanliga fólkinum – nú verður
kanska frægari, so fáið hetta málið
samtykt sum skjótast!
NORMALISERA TINGLØNIR
Fara nú at endurskoða
ferðslutrygdarætlanirnar
Tað hevði sæð penari út, um
landsstýriskvnnan bar seg undan
Samgonan, sum nú
situr, stuðlaði ikki Kaj
Leo Holm Johanne
sen, løgmanni, tá gylta
pensjónin hjá lands
stýrisfólki varð avtikin
Talan var um eina av teim
um
»smølu
semjunum«
í Løgtinginum, sum tók
burtur gyltu pensjónina hjá
landsstýrisfólkum í 2014.
Niðanfyri sæst atkvøðu
greiðslan um uppskotið hjá
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmanni, sum varð sett í
gildi, tá landsstýrið hjá Ak
sel V. Johannesen tók við í
2015.
Spennandi verður nú
at síggja, um semja fæst
millum samgongu og and
støðu um at »normalisera«
pensjónsviðurskiftini hjá
tingfólki eisini.
Gamla samgongan
var einsamøll um
broytingina
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Arbeiðið at end
urskoða Ferðslu
trygdarætlanina
er byrjað
Heðin Mortensen, landsstýr
ismaður í samferðslumálum,
hevur saman við Ráðnum
fyri Ferðslutrygd tikið stig til
at endurskoða Ferðslutrygd
arætlanina frá 2007.
– Arbeiðið hevur leingi
verið ávegis, og tí er sera ja
ligt, at arbeiðið er byrjað,
skrivar Samferðsluráðið til
miðlarnar í morgun.
Tað hevur verið eitt sera
stórt ynski, at ferðslutrygd
arætlanin verður endurskoð
að og dagførd, soleiðis at hon
tekur støði í dagsins avbjóð
ingum í ferðsluni.
Nógv er hent síðani fyrstu
ferðslutrygdarætlanina, og
vit síggja í dag nýggjar av
bjóðingar, sum ikki vóru eins
sjónligar í 2007. Sum dømi er
gáloysni ein stór avbjóðing,
og telefonnýtsla er ein stór
ur partur av hesum.
Við støði í null-hugsjónini,
um at røkka málinum, at
ongin skal doyggja ella fáa
varandi mein í ferðsluni, er
týdningarmikið, at arbeitt
verður miðvíst og skipað
við ferðslutrygdini. Í ferðsl
utrygdarætlanini frá 2007
vóru 36 tilmæli til, hvussu
málið kundi røkkast.
Upprunaliga ætlanin var,
at ferðslutrygdarætlanin, ið
gekk út í 2015, skuldi endur
skoðast í 2012. Í hesi tíðini er
yvirskipaða málið um færri
ferðsluvanlukkur við fólka
skaða eydnast. Eisini gjørd
ist 2018 eitt søguliga gott ár í
ferðsluni, tí hetta var fyrstu
ferð í meira enn hálva øld,
at ongin doyði í ferðsluvan
lukku í Føroyum.
Arbeiðið at endurskoða
ferðslutrygdarætlanina
er
nú byrjað og verður vænt
andi liðugt seinni í vár.
Í
arbeiðsbólkinum
og
stýrisbólkinum
eru
um
boð
frá
Ráðnum
fyri
Ferðslutrygd,
Landsverki,
Løgregluni,
Akstovuni,
Kommunufelagnum og Sam
ferðslumálaráðnum.
2018 var fyrsta árið í hálva øld, har eingin doyði í ferðsluni í
Føroyum
Present
31
Total JA
19
Total NEI 0
Total BLANK 12
JA: 19
1. Jógvan á Lakjuni
2. Gerhard Lognberg
3. Edva Jacobsen
4. Jóna M. Mortensen
5. Helgi Abrahamsen
6. Alfred Olsen
7. Reimund Langgaard
8. Rósa Samuelsen
9. Bárður Nielsen
10. Eivin Jacobsen
11. Joen Magnus Rasmussen
12. Hanus Samró
13. Elsebeth M. Gunnleygsd.
14. Rodmundur Nielsen
15. Bjarni Djurholm
16. Janus Rein
17. Jákup Mikkelsen
18. Vinjard Johansen
19. Bill Justinussen
NEI: 0
BLANK: 12
1. Poul Michelsen
2. Kári P. Højgaard
3. Sirið Stenberg
4. Páll á Reynatúgvu
5. Gunvør Balle
6. Bjørt Samuelsen
7. Kristina Háfoss
8. Høgni Hoydal
9. Eyðgunn Samuelsen
10. Henrik Old
11. Rigmor Dam
12. Aksel V. Johannesen
Lista
maður frá
norðrastu
homrum