mikudagur 1. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 230 - 1. desember 2004
Ein vanlukka fyri kappingina um fiskin
– Hetta líkist einum
kvetti og eg skilji ikki,
hví alt arbeiðið verður
gjørt í tí dulda, heldur
Henrik Old, formaður
í vinnunevndini hjá
løgtinginum. Í løg-
tinginum í dag vil
hann hava eina for-
kláring frá Bjarna
Djurholm um hvussu
tað ber til at Fiska-
virking so knappliga
kundi yvirtaka Fiska-
søluna
FISKAVIRKING &
FISKASØLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg veit ikki hvat tað er,
sum gongur fyri seg. Tí vil
eg hava eina forkláring frá
landsstýrismanninum
í
vinnumálum.
Henrik Old, formaður í
vinnunevndini í Løgtingin-
um, er ógvuliga ørkymlað-
ur um tað sum fer fram í
Framtaksgrunninum í løt-
uni.
Í løgtinginum í dag fer
hann at biðja Bjarna Djur-
holm, landsstýrismann í
vinnumálum, um eina for-
kláring uppá, hvat tað er,
sum fer fram í Framtaks-
grunninum og, hvat ætlanin
er.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani bórust tey tíðindi, at
Fiskavirking hevði hug at
keypa Fiskasøluna. Síðani
kom fram, at nevnd og
leiðsla í Fiskasøluni ætlaði
at keypa fyritøkuna.
Men tað endaði við, at
Fiskasølan og Fiskavirking
vórðu samanløgd mána-
kvøldið og nevnd og stjóri í
Fiskasøluni vórðu send til
hús.
Tað er Framtaksgrunnur-
in sum eigur báðar fyritøk-
urnar, men formaðurin í
vinnunevndini skilir ikki
framferðina.
– Tá ið ein fyritøka skal
seljast, verður sum oftast
roynt at fáa so góðan prís
sum gjørligt. Hinvegin royn-
ir Framtaksgrunnurin at
hava alt so loyniligt sum
gjørligt og tað er mær ein
gáta.
– Tað er rættiliga løgið.
Men onkur ætlanin er aft-
anfyri alt hetta og tað eiga
vit at fáa at vita, heldur
Henrik Old.
Hann vísir á, at Fiska-
virking kann aldrin hava
goldið nakað fyri Fiskasøl-
una, tí tað hevur Fiskavirk-
ing ikki pening til.
Hann minnir eisini á, at
tað er ikki so langt síðani,
at Fiskasølan seldi fyri
Fiskavirking. Men tað var
alt umráðandi fyri Fiska-
virking at sleppa av við
Fiskasøluni, tí teir vildu
selja fiskin sjálvir.
Henrik Old spyr hvussu
tað nú ber til, at Framtaks-
grunnurin heldur tað vera
rættast at knýta Fiskavirk-
ing og Fiskasøluna saman.
Hann vísir eisini á, at
Fiskavirking hevur ikki
havt pening til at lata virkið
í Vàgi uppaftur. Tað kann
bara merkja, at Fiskavirk-
ing hevur fingið Fiskasøl-
una fyri einki frá Framtaks-
grunninum.
Og tað finst hann eisini
harðliga at, tí Framtaks-
grunnurin skal betala 93
milliónir aftur í láni
– Men eg dugi ikki at
síggja,
hvat
Framtaks-
grunnurin hevur gjørt fyri
at útvega pening til at halda
sínar lániskyldu og tað
haldi eg er átaluvert. Ístað-
in kundi Framtaksgrunnur-
in selt burturav sínum ogn-
um fyri at útvega pening.
Hann hugsar eisini um
virkið í Vági, sum Fiska-
virking ikki brúkar.
Hann sigur, at ein grund-
geving fyri at leggja Fiska-
søluna og Fiskavirking
saman kann vera fyri at
økja um virðið.
– Men tað økir sanniliga
ikki um keyparaskaran, um
ætlanin er at selja eina so
stóra fyritøku undir einum,
heldur Henrik Old.
Ein katastrofa fyri
kappingina
Henrik Old heldur eisini, at
tað rætt og slætt er ein van-
lukka fyri kappingina um
fiskin, at Fiskasølan og
Fiskavirking nú verða løgd
saman.
Fiskasølan hevur virki í
Hvalba og virki í Vági. Nú
hevur so Fiskavirking eisini
fingið hesi bæði virkini
undir hond, er tað eitt stórt
bakkast fyri kappingina um
fiskin.
– Í løtuni arbeiða vit hart
fyri at finna eina loysn, so
at skipini fáast at avreiða
meir í Føroyum. Men tað
sum nú er hent, er eitt álv-
arsligt skot fyri bógvin í
royndunum at fáa meiri
fisk upp á land í Føroyum,
tí nú er ein hampiliga stórur
keypari minni at kappast
um fiskin.
– Og tað er tað mest
óhugnaliga við hesi ætlan-
ini og tað kann fáa álvars-
ligar avleiðingar fyri roynd-
irnar at fáa meiri fisk upp á
land í Føroyum.
– Tí sampakkar saman-
leggingin av Fiskavirking
og Fiskasøluni als ikki við
arbeiðið at fáa meiri fisk á
land í Føroyum.
– Hetta er farið at líkjast
gomlum, russiskum til-
standum, sigur Henrik Old.
Væntar tað ringasta
Henrik væntar eisini tað
ringasta fyri virkini í Vági
og í Hvalba.
– Skulu vit meta útfrá tí,
sum er hent, kunnu vit
baravænta tað ringasta og at
virkið í Vági og í Hvalba
lata aftur.
Hann vísir á, at síðani í
vár hevur Fiskavirking lov-
að at lata virkið í Vági
uppaftur, men enn røkist
onki fyri tí.
Og nú Fiskavirking hevur
stórt saltfiskavirki á Toft-
um, gevi eg ikki virkinum í
Vági stórar møguleikar og
tað sama við virkinum í
Hvalba, tí Fiskavirking
hevur fleiri feskfiskavirki
frammanundan.
Tummas Arabo visti
ikki av nøkrum, fyrr-
enn telefonin ringdi
mánakvøldið og hann
fekk boð um, at hann
ikki longur var
nevndarlimur í Før-
oya Fiskavirking
FISKASØLAN &
FISKAVIRKING
Áki Bertholdsen
Aki@sosialurin.fo
– Eg visti ikki av nøkrum,
fyrrenn Framtaksgrunnurin
ringdi og eg fekk at vita, at
Føroya Fiskasøla hevði
fingið nýggja nevnd og at
eg ikki longur var nevndar-
limur í Føroya Fiskasølu.
Tummas Arabo var tikin
á bóli, tá ið hann mána-
kvøldið fekk at vita, at
Fiskasølan og Fiskavirking
skuldi leggja saman.
Tað hendi mánakvøldið,
undir so duldum umstøð-
um, at tað meststum líktist
einum kvetti.
– Framtaksgrunnurin eig-
ur bæði Fiskasøluna og
Fiskavirking og hann hevur
so gjørt av at leggja fyritøk-
urnar saman og at senda
nevnd og leiðslu í Fiskasøl-
uni til hús og at lata alt upp
í hendurnar á leiðslu og
nevnd í Fiskavirking.
Tummas Arabo veit ikki,
hvat hetta fer at merkja fyri
framtíðina hjá fiskivinnuni
á landi.
Men hann heldur ikki, at
Fiskavirking hevur sýnt
serliga stórt hugflog í
royndunum at menna før-
oysku fiskivinnuna.
Hinvegin heldur hann, at
Fiskasølan hevur verið
meiri framrættað. Fiskasøl-
an hevur virkið í Hvalba og
í Vági, umframt at hon hev-
ur sett pening í alivinnuna í
Suðuroy. Harafturat hevur
Fiskasølan laksavirkð í
Fuglafirði, umframt virki í
Hirtshals og Fiskasølu í
Onglandi og í Fraklandi.
Alt hetta fær Fiskavirk-
ing nú undir sítt veingja-
breiði og spurningurin er
nú, hvørja framtíð hesi
virkini hava.
Aðrar keldur í Fiskivinn-
uni vísa á at Fiskavirking
hevur stóra framleiðsluorku
norðanfjørðs, bæði til fesk-
an fisk og á tí stóra salt-
fiskavirkinum á Toftum.
Og mett verður, at sostatt
er Fiskavirking ikki serliga
áhugað í at halda fram við
virkjunum í Suðuroy, men
fer at flyta virksemið norð-
urum fjørð á virkini á
meginøkinum.
– Um virkið í Hvalba og
virkið í Vági ikki steðga í
morgin, so fara tey helst at
steðga um eina tíð, halda
fiskivinnukeldur.
Meinhard
Jacobsen,
stjóri á Fiskavirking, boð-
aði í útvarpinum frá í gjár,
at hann hevði onga við-
merking og nevndarfor-
manninum í Framtaks-
grunninum fingu vit ikki
ikki fatur á.
Vistu av ongum fyrrenn
teir vórðu koyrdir til hús
– Henrik Old stúrir fyri
virkjunum í Vági og í
Hvalba, nú Fiskavirking og
Fiskasølan eru løgd saman.
Samstundis er hetta eitt
álvarsligt afturstig fyri
royndinar at fáa meiri fisk á
land í Føroyum, sigur Henrik
Old, formaður í vinnunevnd
løgtingsins
Tummas Arabo visti ikki av nøkrum, fyrrenn Framtaks-
grunnurin ringdi og boðaði frá, at hann var koyrdur til hús