Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2004 9 – Menningarhjálp má latast til tann tørv, sum er í einum landi, tí tað er skjótt at brúka nógvar pengar til onga nyttu, um vit ikki bera okkum rætt at, sigur Johannes Jo- hannessen, sum í 10 ár var trúðboðari í Afrika. Føroyingar skulu næsta ár sum nakað nýtt brúka milliónir til menn- ingarhjálp MENNINGARHJÁLP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Pengar kunnu bæði brúkast og misbrúkast, tá ið tað ræður um menningarhjálp í frammandum londum. Føroyingar hava í nógv ár skavað nakrar fáar hundrað túsund krónur saman á fíggjarlógini til menningar- hjálp og neyðhjálp, men næsta ár skulu tríggjar milliónir krónur brúkast til hetta endamál. Hetta fer at gera Føroyar nakað meira virknar enn higartil, tá ið tað ræður um menningarhjálp. Men tað er skjótt at koma galið í býin við hesari hjálp. – Eg havi upplivað, hvussu pengar til menning- arhjálp kunnu brúkast uttan at gera nakra sum helst nyttu, sigur Johannes Jo- hannessen, sum í 10 ár var trúðboðari í Afrika. Í átta- tiárunum var hann í Liberia og í nítiárunum í Botswana. – Føroyingar mugu tryggja sær, at pengarnir verða brúktir rætt, og at teir veruliga hjálpa fólki úti í heimi, sigur hann. Mugu kenna tørvin Løgmaður hevði í síðstu viku vitjan av fólki frá Danida, sum greiddu før- oyskum politikarum og vinnulívi frá, hvussu tað ber til at arbeiða við men- ningarhjálp. Johannes Johannessen heldur, at føroyingar skulu vera varnir við at lata sínar pengar til slíkar felagsskap- ir, tí hann heldur, at teir brúka ikki altíð pengarnar rætt. – Vit mugu staðfesta, hvat fólk í øki, sum vit vilja hjálpa, verulig hevur brúk fyri, og vit kunnu ikki bara koma inn við okkara vest- ligu standardum og siga teimum, hvat tey skulu hava, sigur Johannes Jo- hannessen. – Tørvurin má staðfestast á staðnum, og hann má staðfestast av fólki, sum kennir umstøðurnar væl, kennir mentanina og kennir fólkið og teirra livihátt. Tað kemur einki gott burtur úr, at ein vesturlendskur fel- agsskapur roynir at trýsta nakað niður yvir fólk, sigur hann. Kakao heldur enn rís Tá ið Johannes Johannessen arbeiddi í eini bygd í Lib- eria, har hann og konan høvdu eitt barnaheim í trý ár, upplivdi hann, hvussu pengar til menningarhjálp kunnu brúkast á skeivan hátt. Tað komu seks mans frá einum vesturlendskum fel- agsskapi til økið at gera eitt rísanlegg. – Teir tosaðu danskt, og vit komu skjótt í prát við teir og fingu annars nógv við teir at gera. Eg spurdi teir beinanvegin, um teir hildu, at tað var neyðugt við einum rísanleggi har. Eg helt ikki, at tað var so nógv rís í økinum, men teir søgdu, at tað var nógv rís nakað norðanfyri. Eg helt, at eg skuldi ikki blanda meg ov nógv upp í, hvat teir ætlaðu at gera. – Rísanleggið var sera modernað og var teldustýrt, men tá tað stóð liðugt, funnu teir skjótt út av, at tað var ikki rætt við einum rís- anleggi, teir skulu heldur havt gjørt eitt kakaoanlegg. Og so skuldi alt broytast aftur, sigur Johannes Jo- hannessen. Hann sigur, at menninir fingu sera góða løn, teir ferðaðust javnan frítt heim í føðingardagar og annað, og teir tosaðu eisini nógv í telefon, hóast tað var sera kostnaðarmikið. Oysl Johannes Johannessen greiðir eisini frá øðrum við- urskiftum, sum høvdu við sær, at nógvir pengar vóru brúktir, uttan at tað gagnaði fólkinum á staðnum. – Eg legði merki til, at menninir vóru burtur hvørt vikuskiftið, og eg undraðist eitt sindur á, hvar teir vóru. Eg ætlaði nevniliga at bjóða teimum heim til okkum okkurt vikuskiftið, tí eg stúrdi fyri, at teir keddu seg. – Tá eg spurdi teir, hvar teir vóru um vikuskiftini, fekk eg at vita, at teir vóru á hotelli í høvuðsstaðnum og tóku sær av løttum. Seinni fekk eg uppspurt, hvat eitt slíkt vikuskiftið kostaði, og tað svaraði til tað, sum tað kostaði at reka okkara barnaheim fyri í tríggjar mánaðir, sigur Johannes Johannessen. – Um føroysk menning- arhjálp skal brúkast so til- vildarliga og skeivt, sum vit sóu í Liberia, so er tað bara spill av pengum, heldur hann. Brúka føroyingar Johannes Johannessen held- ur, at ein loysn fyri føroyska menningarhjálp hevði verið, um føroyingar gjørdu nyttu av øðrum føroyingum, sum virka úti í heimi – til dømis trúðboðarum. – Hesir kenna umstøður- nar í sínum øki sera væl, teir hava verið á sama staði í nógv ár, og lokala fólkið hevur álit á teimum. Tað hevði verið upplagt, at hesi fólk vóru brúkt, tá føroy- ingar skulu lata menningar- hjálp, heldur fyrrverandi trúðboðarin í Afrika. – Trúðboðararnir vita, hvat fólkið manglar, og teir kundi verið ein trygd fyri, at vit ikki koma at brúka pengar til onga nyttu. Tað tænir ongum endamáli, at vit royna at noyða nakað niður yvir fólk, sigur Jo- hannes Johannessen. Tveittu grót í brunnin Hann greiðir frá eini aðrari søgu um menningarhjálp, sum vísir hvussu trupult tað kann vera at skilja mentan- ina í einum fremmandum landi. – Í ein bygd fann ein hjálparfelagsskapur út av, at kvinnurnar gingu so langt eftir vatni hvønn dag. Tað vóru nógvir kilometrar at ganga aftur og fram, og tað vildi felagsskapurin gera nakað við. Tí varð ein brunnur gjørdur mitt í bygdini, og nú høvdu øll stuttan tein eftir vatni. – Tá ið umboð fyri fel- agsskapin nakað aftaná komu aftur til bygdina, funnu tey út av, at brunnur- in var fyltur við gróti og var ikki brúktur longur. Orsøk- in var, at tað hevði verið so nógvur ófriður og kegl í bygdini, síðani brunnurin var komin har. Kvinnurnar høvdu einki at gera, og tað endaði við, at øll klandrað- ust í bygdini, greiðir Jo- hannes Johannessen frá. Hann heldur, at hetta vísir, hvussu trupult tað kann vera at skilja eina fremmandan mentan, og at tað er góður møguleiki fyri at veita skeiva hjálp, um tann lokali tørvurin ikki verður staðfestur á rættan hátt. Skjótt at brúka nógvar pengar til onga nyttu TÍÐINDASKRIV Jólakonser við 17 Sangar- um og Suð verður í Skúlanum við Ósánna í annaðkvøld 2. desember kl. 19.30. Aftur í ár verður jóla- konsert í Skúlanum við Ósánna við 17 Sangarum og kvinnukórinum Suð. Á skránni eru bæði eldri kendir jólasangir, sum geva okkum serligu jólakenslurnar eins og lættari klassisk stykki. Eisini hava bæði kórini nakað av nýggjum jóla- sangum úr Svøríki og Ís- landi týddir til føroyskt. Pætur við Keldu og Steinvør Fonn fara eisini at spæla kendar jólasang- ir á cello og klaver. Fylgi- spæl á klaver til Suð hevur Helga Gerðalíð. Jólakonsert í Ósáskúlanum Fyrrverandi trúðboðari í Afrika heldur, at føroyingar skulu ansa sær væl, tá ið teir næsta ár fara at brúka meira pengar til menningarhjálp