Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 230 - 1. desember 2004 Fiskasølan og Fiskavirking verða lagdar saman í eitt felag. Orsøkirnar eru óivað fleiri: raksturin hjá Fiskasøluni hevur ikki borið seg higartil í ár. Tað er funnist at søludeildini hjá Føroya Fiskavirking við bara einum ella tveimum sølu- fólkum. Virðið á Fiskaviring økist. Og samstundis minkar váðin eisini hjá Framtaksgrunninum, sum eigur bæði feløgini. Um samanleggingin er partur í eini miðvísari ætlan hjá Framtaksgrunninum at einskilja Fiskavirking er ikki greitt, men tað kann hugsast. So er spurningurin, hvussu heppin henda samanleggingin er. Frammanundan hava vit havt eina rættiliga stóra og sterka Fiskavirking, sum í ávísum førum kanska hevur monopol- støðu. Í øllum førum er hon sterk í kappingini mótvegis hinum fimm-seks fiskavirkjunum um føroyska ráfiskin. Fær hon so søluliðið afturat, eins og tey bæði virkini, sum Fiskasølan hevur rikið, kunnu vit siga, at vit nærkast eini monopolstøðu. Nevndin fyri Framtaksgrunnin arbeiðir rættiliga friðarliga og í loyndum. Nevndin fyri ein fíggingargrunn skal ikki at rópa út um geilar um ætlanir sínar, men nevndin fyri grunnin átti at kunna eit sindur meia, so leysasøgur ikki sluppu at ferðast í vikur, áðrenn nevndin fyri grunnin váttar ella avsannar eini tíðindi. Tað skapar órógv í vinnuni, bæði her heima og uttanlands, og tað kann hava avleiðingar fyri marknaðin, sum frammanundan ikki er tann besti. Tó skiltist fyrr í vikuni – helst eftir at løgmaður og lands- stýrismaðurin í vinnumálum høvdu havt fund við Framtaks- grunnin – at Fiskavirking skal seljast sum ein eind og at bøtast skuldi um summi virki fyri at hækka søluvirðið á Fiskavirking. Um tað er rætt at einskilja Fiskavirking sum eina eind ella selja hana í smærri eindum ella virki fyri virki kunnu tað óivað verða fleiri meiningar um. Ein stór eind - kanska á útlendskum hondum - verður ein risi í føroyskum høpi og fær eina, meira ella minni, monopollíknandi støðu í føroysk- ari fiskivinnu. Og tað er ikki heppið, halda summi. Men Fiskavirking er bygd upp sum ein eind við saltfiskavirking á einum virki, feskfiskavirking eina aðrastaðni, kongafiski á einum triða virki o.s.fr. Tí vil onkur kanska siga, at Fiska- virking eigur at verða seld sum ein eind fyri at virkini kunnu verða gagnnýtt sum best. Ella løgd still! Afturímóti er einki sum forðar fyri, at virkini verða seld ella einskild í smærri eindum og halda fram at virka, sum tey nú eru umbygd til. Ein slík loysn kann hugsast at vera meiri gagnlig fyri lokalsamfelagið og kann óivað verða við til at skapa javnari kapping millum tey ymisku virkini um ráfisk- in. Úrslitið av tí skuldi verði ein betri fiskaprísur. Men ber til at fremja eina slíka loysn, nú Fiskasølan verður løgd saman við Fiskavirking, og er hon í samljóð við ætlan- ina hjá Framtaksgrunninum? Í skrivandi stund er alt enn ógreitt, men neyvan er síðsta orðið sagt í hesum eyma mál- ið, tí ikki er hugsandi, at politikkarar úr landsstýrisflokkun- um fara at góðtaka eitt nýtt monopol í føroysku fiskivinnuni – líka mikið um tað er alment ella einskilt. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt nýtt og størri monopol? Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jan Mortensen frá Vinnu- húsinum fílist á at margin- alskatturin t.v.s. skattapros- entið á hægsta stigi er sett til 37% í uppskotinum frá arbeiðarafeløgunum til skattalætta fyri 2005 ímóti núgaldandi marginalskatta- prosentið, ið er 36% í 2004. Í hesum viðfangi skal verða mint á, at marginal- skatturin er alsamt lækk- aður síðan kreppuárini. Nevnast kann at marginal- skatturin í 1989 var 47% og at marginalskatturin var 37% í 2003. Marginalskatt- urin er tískil lækkaður 10% seinastu 15 árini. Tað er ongin náttúrulóg, at politiska valdið alsamt skal lækka marginalskattin. Ein lækkan av marginal- skattaprosentinum til 35% í 2005 svarandi til uppskot landsstýrisins gagnar í ser- ligan mun háinntøkum t.v.s. inntøkum frá kr. 400.000 og uppeftir. Miðalinntøkur og láginn- tøkur fáa nógv meira gagn burturúr einum skattalætta har skattastigini ið liggja mitt í skattatalvuni verða dagførd og regulerað og er skattastigin hjá arbeiðara- feløgunum tí tilevnaður á slíkan hátt at miðallønt og láglønt í serligan mun fáa gagn av skattalættanum. Vit vóna at Jan Morten- sen stjóri í Vinnuhúsinum skilir, at vanligar arbeiðara- lønir t.v.s. miðallønt og lág- lønt fáa ein rímiligan og rættvísan part av skattalætt- anum í 2005 og tað meta arbeiðarafeløgini, at skatta- uppskotið hjá feløgunum borgar fyri. Við arbeiðarakvøðu Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Heidi Petersen, løgtingskvinna Framsøgukvinna í vinnu- málum Tjóðveldisfloksins Tjóðveldisflokkurin vil hervið alment ávara ímóti eini óskipaðari sølu av al- mennum ognum. Tjóðveldisflokkurin vil staðiliga minna á at søla av almennum ognum skal fara fram við gjøgnumskygni og opinleika sum grundarlagi. Hetta fyri at tryggja, at al- mennu Føroyar fáa sum mest fyri ognir landsins, men eisini fyri at tryggja at ivi ikki skal kunna sáast mótvegis keyparanum og almenninginum um reellan framferðarhátt og prís. Eisini verður mælt til at søla av almennum ognum verður alment lýst, so hon gerst atkomulig hjá øllum møguligum keyparum, og heldur Tjóðveldisflokkurin, at hetta hóskandi kann gerast um tann almenna partabrævamarknaðin. Ásannandi at drál og politiskt initiativloysi bert eru viðvirkandi til at før- oysk vinnuvirki ikki hava eins góðar menningar- møguleikar og kappingar- neytarnir, eigur gongd sum skjótast at fáast á sølurnar av almennum ognum, har ein raðfesting av hvørjar fyritøkur skulu seljast verður gjørd, og ein tíðarkarmur av sølunum skal lýsast. Jógvan Horn Tórshavn Tað er at fegnast um, at ein arbeiðsbólkur í landsstýr- inum arbeiðir við at um- skipa sjúkrakassaskipan- ina, so tað í framtíðini bert verður ein sjúkrakassi í øll- um landinum. Í sambandi við umskip- anina er avgjørt neyðugt at halda fast í, at skipanin byggir á limagjald frá hvørjum einstøkum limi, og IKKI verður fíggjað yvir skattin. Í fyrstu syftu ljóðar tað hetta kanska eitt sindur løgið og ótíðarhóskandi, men skipanin við lima- gjaldi tryggjar, at øll í skip- anini gjalda sín lut. Tað tryggjar ein skattafíggjað skipan ikki. Orsøkin er øll tey, ið ikki gjalda skatt í Føroyum, men búgva her. Við eini limagjaldsskipan bera hesi sín lut á jøvnum føti við øll onnur. Tað gera tey ikki við eini skattafíggj- aðari skipan. Aftursvar til Jan Mortensen stjóra í Vinnuhúsinum Politisk viðmerking 28. november 2004 Almenn ávaring Varðveitið sjúkrakassagjaldið! VIÐMERKINGAR