Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 søkir eftir journalistum – at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi UM STARVIÐ Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at gera tilfar til ymisku miðlar okkara, fyrst og fremst Sosialin og in.fo. Tú dekkar tað, sum hendir og er vakthundur í samfelagnum. Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja halda dult. Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt mál. Arbeiða í toymum VIT VÆNTA: • at tú brennur fyri tíðindaflutningi • at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði. • at tú ert málsliga væl fyri • at tú hevur góðan telduførleika • at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt • at tú dugir at halda høvdið kalt • at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans • at tú dugir at arbeiða undir trýsti • at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi tíðindaflutningur • at tú ert klár/ur, tá ein søga skal forteljast VIT BJÓÐA: • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss • Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna arbeiðsdag • Góðar starvsfelagar • Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka • Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum • Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn. LØN OG SETANARTREYTIR Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@ sosialurin.fo Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo Um Miðlahúsið Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Tíðindi á FM1 verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk. Eirikur Lindenskov Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum fel­ ags­ins leygardagin 2. mars, har meira enn 30 verk­frøð­ ing­ar vóru møttir. Á aðalfundinum ynsktu Le­ on Smith og Jákup Mørkøre ikki at verða afturvaldir í nevnd­ina, og í teirra stað vóru valdir Bjarni Petersen og Sig­ urd L. Lamhauge. Bæði Leon og Jákup eru fyrrverandi for­ menn í felagnum, og hava teir báðir eisini sitið leingi í nevnd­ ini. Felagið takkaði tí teim­um báðum fyri drúgva og góða tænastu við eini gávu á aðal­ fund­i­num. Eftir aðalfundin skipaði nevnd­in seg við Arna Pet­er­sen sum formanni, Mariu Chun Nielsdóttir sum næst­for­ manni, Fríðriki Heinesen sum skrivara, Bjarna Petersen sum kass­a­meistara, Sigurd L. Lam­ hauge sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Súsannu Berg sum tiltakslimum. Nevndin ætlar at arbeiða við at seta fokus á fakligheitina í verk­frøðiyrkinum komandi tíði­na. Tað vísir seg tíverri, at tað sum oftast verður sett fokus á kostnaðin av verk­ ætl­anum, serliga tá ið tær kosta meir enn væntað, og ein gloym­ir, at tær sum oftast eru væl­gjørdar, til gleði fyri tey sum skulu brúka tær. ARNI FOR­MAЭUR Í VERK­ F­RØÐINGAFELAGNUM Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund leygardagin Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag frá vinstru: Maria Chun Nielsdóttir, Fríðrik Heinesen, Bjarni Petersen, Arni Petersen, Sigurd L. Lamhauge, Albert Pætursson og Súsanna Berg. Fýra bjóða seg fram at umboða Sambandi í Norðurstreymoy – Stórur áhugi í Norðstreymoy at stilla upp fyri Sambandsflokkin Tað sigur Sam­bands­flokk­ urin í tíðindaskrivi: Sambandsflokkurin er nú av álvara farin undir at brynja seg til valstríð, og ein týð­andi partur av hesum er at hava góð valevni, bæði kvinn­ur og menn, ung og til­ kom­in o.a. Á fyrsta uppstilling­ar­ fund­i­num til løgtingsval - í Koll­a­firði 27. februar hjá Norð­streym­oyar Sam­bands­ felag - bjóðaðu hesi valevni seg fram: Bárður Nielsen Hans Marius E. Høgnesen Anja Haldansen Ragnar Isaksen – Talan er um bæði roynd valevni, ung valevni, nýggj valevni og eina kvinnu, skrivar Norðstreymoyar Sam­bands­felag.