mikudagur 1. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
11
VIÐMERKINGAR
Petur Martin Petersen
Grenaa
Havi lisið uppskot frá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum. Ikki eiti á
hvat hesum maðurin kann.
At geva flest fólkum í
Føroyum ta vón, at skyldar
tú tí almenna pengar, so
spælir hann jólamaður.
Skriva eina umsókn til
jólamannin, og eg fyrigevi
tær.
Hevur jólamaðurin hugsa
um, at nógvir av hesum
persónunum liva í besta
velgående, men við konu
og børnum, id eiga alt sum
ein
myndugleiki
kann
trevja seg fram til.
Hevur jólamaðurin hugsa
um, at hann her gevur teim-
um ið skylda almennan
pening, ein blanco check at
nýta almennan pening, fyri
síðani at skriva eina um-
sókn til jólamannin um at
tíverri tað gekk ikki. Bank-
in hevur fingið sítt, men
jólamaðurin fær einki.
Mær vitandi eru tað
hópatal av teimum, sum
hava almenna skuld før fyri
at gjalda landskassanum
millumverandi aftur. Men
um onki verður gjørt fyri at
fáa peningin, jamen so lat
standa til, tí einaferð kemur
jólamaðurin.
Havi verið í starvi í 18 ár
sum innkrevjari av almenn-
ari skuld. Havi verið úti fyri
bæði einum og øðrum, men
tað sum jólamaðurin nú
borðreiður við, er tað fúl-
asta eg havi upplivað.
Tíðindaskriv
Føroyar fáa í døgunum
kring altjóða AIDS-dagin
vitjan av eini HIV-positiv-
ari danskari kvinnu, ið fer
at siga frá um seg sjálva og
avleiðingarnar av at vera
smittað við HIV.
Serliga hóskandi er tað,
at ein kvinna fær høvi til at
siga frá um AIDS/HIV, av tí
at dagurin samstundis av
alheimsheilsustovninum
WHO er lýstir við evninum
Kvinnur og AIDS.
Sjálvan altjóða AIDS-
dagin – hin 1. desember –
verður hon eftir døgurða at
hoyra í auluni á Lærara-
skúlanum.
Áhoyrararnir
her fara millum annað at
vera lærara- og námsfrøð-
ingalesandi skúlans um-
framt handilsskúlanæming-
ar í Tórshavn.
»Eg haldi tað vera sera
týdningarmikið, at onkur
trínur fram til tess at gera
tað minni duldarfult, hetta
at vera smittað við HIV. Og
so hevði tað jú eisini verið
frálíkt, um eg kundi gjørt
mítt til, at fleiri ansa eftir
sær sjálvum og sleppa
undan at vera smittað«,
sigur Brit Mølberg Nielsen.
Í 1992 vóru hon og drongur
hennara staðfest HIV-posi-
tiv. Brit veit, at hon er
smittað við hinskyndum
sambandi, men ikki, hvør
ið smittaði hana. Rættiliga
skjótt tók hon avgerð um
ikki at brúka orku at fáa
greiðu á hesum.
Hóast Brit hevur havt
smittuna staðfesta í meira
enn 12 ár, so hevur hon tað
framvegis í dag gott krops-
liga. Hon fær tað serligu
samansettu viðgerðina fyri
HIV-positiv og hevur bert
fá hjáárin. Brit hevur mill-
um annað yvirskot til at
røkja sítt arbeiði sum sosi-
alnámsfrøðingur á einum
stovni fyri sálarsjúk. Hon
býr í Keypmannhavn sam-
an við samlíva sínum, sum
hon eisini hevur hitt í HIV-
umhvørvinum.
Parið hevur tó eingi børn,
tí tey hevur Brit orsakað av
sjúku síni tilvitað valt frá.
Á vitjan síni í Føroyum
fer Brit at siga frá um
hvussu tað er at liva við
HIV. Her uppií tey trupulu
tíðarskeið, ið hon hevur
verið ígjøgnum, tá hon fekk
staðfest sjúkuna. Umframt
hetta fer Brit millum annað
eisini at siga frá um, hvussu
hon hevur tað í dag og
hvussu
fólk
vanliga
reagera, tá ið tey gerast
greið yvir, at tey eru saman
við einum menniskja, ið er
HIV-positivt. Áhoyrararnir
fáa harumframt møguleika
at seta fram spurningar.
Umframt Brit verður eis-
ini høvi at hoyra rithøvund-
an Jóanes Nielsen. Hann
fer at lesa egnu stuttsøgu
sína »Hin smædni híta-
keyparin«.
Tað er ein bólkur av
sjúkrarøktarfrøðingum
undir felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, ið
hevur tikið stig til upplýs-
ingarvitjan Brit Møberg
Nielsens í Føroyum. Bólk-
urin, ið nevnist Fá2, ar-
beiðir serliga við menning
av krabba- og AIDS-økin-
um. Millum stigtakararnar
er Anna Jóannesardóttir,
sjúkrarøktarfrøðingur.
»Í bólki okkara við ser-
økinum krabbamein og
AIDS gjørdust vit samd
um, at vit vildu gera nakað
burtur úr altjóða AIDS-
degnum hin 1. desember.
Vit vendu okkum tí til
danska AIDS-grunnin, sum
setti okkum í samband við
Brit Mølberg Nielsen. Hon
játtaði at koma til Føroyar
at siga frá um seg sjálva.
Vit halda tað vera beint at
velja hana, tí hon er ein
vanlig kvinna – ein eins og
vit onnur, sum vit øll kunnu
samanbera okkum við«
sigur Anna Jóannesardóttir,
sum eisini upplýsir, at
Fyribyrgingarráðið hevur
givið tilsøgn um at stuðla
tiltakinum fíggjarliga.
Annars ber til at fáa
meira at vita um evnið á
m a i l a d r e s s u n u m
www.aidsfondet.dk
ella
www.unaids.org/en
fuglameingin
fuglameingin fjarborin
frælsur flákrar,
fevnir í føgru findarløtu
fáfongdu foldarbú,
flýgur, og firnast foyur
fjøldina fjarri,
frá farnur, fornu fjallafjøld
fánandi fylgið fylkist
í fjarska,
framskygnið fatta
flogið fremur.
Christian F. Djurhuus
HIV-smittað kvinna til Føroyar at siga frá um sjúku sína
Hurrá fyri skuldarreyvum landskassans
Frá 1. februar 2005
verða broytingar í
deildarbygnaðinum
hjá Føroya Banka.
Tríggjar deildir verða
útbygdar, á tveimum
deildum verður av-
greiðslutíðin avmark-
að, og tríggjar deildir
verða stongdar
Tíðindaskriv
Føroya Banki
Nýggi deildarbygnaðurin
hjá Føroya Banka, sum
kemur í gildi tann 1. febru-
ar, hevur við sær, at tríggjar
deildir bankans steingja.
Tað er deildirnar á Flog-
vøllinum, á Skála og í Leir-
vík.
Í nýggja bygnaðinum hjá
Føroya Banka fáa kundarn-
ir tó betri atgongd til ráð-
geving í nærumhvørvinum,
men í summum førum hel-
dur longri til nærmastu
kassaavgreiðslu.
Framyvir verður rúm fyri
munandi fleiri kundaráð-
gevum, meðan talið av av-
greiðslustørvum minkar.
Nýggju ráðgevingarupp-
gávurnar koma at verða
røktar av verandi starvsliði,
og bankin bjóðar starvs-
fólkunum eitt miðvíst út-
búgvingartilboð, fyri at tey
kunnu brynja seg best
møguligt til nýggju avbjóð-
ingarnar.
Deildirnar í Kollafirði, á
Strondum og í Gøtu, sum
higartil hava verið av-
greiðsludeildir, verða út-
bygdar, og koma framyvir
allar at hava opið fulla tíð,
og at bjóða allar tænastur,
ráðgeving, inn- og útlán,
tryggingar,
fíggjaríløgur
við meira. Hinvegin verða
deildirnar á Flogvøllinum,
á Skála og í Leirvík sum
sagt stongdar. Á deildunum
á Eiði og í Hvalba verða
avgreiðslutíðirnar styttar til
2 tímar um dagin, tríggjar
dagar um vikuna.
Eftir broytingarnar fer
bankin sostatt at hava færri
deildir,
men
deildirnar
verða størri, og hava meiri
víðfevnt útboð.
Færri deildir
Í nýggja bygnaðinum verða
færri deildir - 20 í mun til
verandi
23
deildirnar.
Hinvegin koma meginpart-
urin av deildunum nú at
bjóða allar tænastur – 14 av
20 deildum – í mun til
verandi bygnað, har bert 11
av 23 deildum bjóða allar
tænastur, meðan restin fyri
tað mesta bert bjóða kassa-
avgreiðslur.
Í
hjálagda
korti, er nýggi deildarbygn-
aðurin avmyndaður.
Kundar okkara vilja hava
meiri ráðgeving um m.a.
útlán, tryggingar, fíggjar-
íløgur v.m. Bankin hevur tí
tey seinnu árini økt um tal-
ið av starvsfólkum, ið veita
ráðgevingartænastur, men
verandi bygnaður hevur
verið ein forðing, av tí at
nógvu
avgreiðsludeildir
bankans hava bundið nógv
fólk til kassaavgreiðslur,
hóast eftirspurningurin eftir
hesi tænastu er minkaður
heili 60% seinastu 5 árini,
orsakað av øktu møguleik-
unum at gjalda sjálvvirk-
andi á ein lættan og bíligan
hátt.
Tíðindaskriv frá HUXA
(Fólkafloksungdómur)
Nýggj nevnd vald.
Á aðalfundi tann 13. novembur 2004 bleiv nýggj
nevnd vald.
Í nevndini er nú:
• Poul Laust Christiansen. Formaður.
• Hans Anfinnson Norðfoss. Kassameistari.
• Turid Christophersen. Næstformaður.
• Eli Thorsteinsson. Skrivari.
• Regin Weihe Dalsgaard. Nevndarlimur
Nevndin hevur sett sær fyri at hava tvey størri tiltøk.
Tað fyrra tiltakið snýr seg um Miðnámsdepilin og tað
seinra tiltakið snýr seg um liberalismu.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
formannin á 521516.
Tórshavn, tann 29. november 2004
Føroya Banki steingir tríggjar deildir
Frá 1. februar komandi ár verða broytingar í deildarbygnaðinum hjá Føroya Banka settar í verk.
Tær hava millum annað við sær, at tríggjar deildir steingja
Tilvildarlig mynd