týsdagur 5. mars 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Nú fæst fiskur á línu
og snellu samstundis
- Vanligt plagdi at vera, at bátar við línu
ikki fingu nakað serligt, meðan várróðurin
er, og fiskurin tekur beitu. Men, eisini her
hevur árið higartil verið øðrvísi enn onnur
ár, tí bæði fríggjadagin og leygardagin
fingu bátar, sum rógva við línu her norðuri,
nógvan fisk, sigur Jóhan K. Joensen
Vilmund Jacobsen
Tað eru bilar hjá Hans Egili
Joensen & Synum, sum plaga
at
landa
útróðrarbátarnar,
sum leggja fiskin upp á Eiði, og
nú snelluútróður er á Norð
havinum, er talið av bátum
nógv størri enn annars.
Jóhan K. Joensen sigur, at
várróðurin hjá snellubátunum
byrjaði nógv fyrr í ár, enn
vanligt plagdi at vera.
- Tað var longu um hálvan
januar, at bátar gjørdu onkra
roynd við snellu og fingu fisk.
Tá vit so komu út í februar,
fingu fleiri góðar dagar longu
um hálvan februar ella so. Teir
siga, at hetta var torrafiskur,
sum stóð inni á summarleið
unum heilt stutt úr landi. Tað
vóru bátar, sum í byrjanini av
várróðrinum í ár gjørdu góðar
dagar bara ein ella tveir fjórð
ingar úr Risanum.
Jóhan K. Joensen sigur, at
sum tíðin er liðin, og vit nú eru
komin út í mars, eru bátarnir
ytri, og teir royna meira víða.
- Í løtuni er einki veður.
Mánadagin var illveður, og eg
trúgvi neyvan, at nakar snellu
bátur loysti týsdagin. Eftir
veðurforsagnunum í løtuni
verður neyvan nakar dagar
aftur norðan fyri fyrr enn
fríggjadagin, um forsagnirnar
halda.
Væntandi var, at bátatalið
seinasta leygardag, tá líkindini
vóru rímiliga góð, fór at gerast
rættiliga stórt, men júst henda
leygardagin vóru ikki fleiri
bátar úti enn aðrar dagar, tá
tað viðrar. Kanska vóru teir
heldur færri.
- Eg haldi, at vit landaðu
einar 30-40 bátar henda dagin,
og flestu bátar høvdu millum
1000 og 2000 pund. Nú royna
snellubátarnir meira víða um,
og teir eru eisini ytri.
Jóhan K. Joensen sigur, at
tá várróðurin higartil hevur
roynst betur, hava bestu bát
arnir fingið upp í eini 3000 til
4000 pund.
- Men, frætt er so sanniliga
eisini frá góðum snelludøgum,
bæði hjá vágamonnum og
sandoyingum, og bestu dagar
nir her hava verið minst líka so
stórir – fyri ikki at siga størri –
enn hjá snellubátunum, sum
rógva út av Eiði.
Hann leggur aftrat, at í febr
uar í ár kom nógv meira snellu
fiskurn upp á land á Eiði enn í
februar í fjør, tí sum áður
nevnt, vísti tað seg, at bátar
byrjaðu at fáa fisk nógv fyrr
enn vanligt.
- Eg dugi ikki at siga, hvussu
marsmánaði
higartil
hevur
roynst, men enn hevur ikki
viðrað nakað serligt í hesum
mánaðinum.
Eisini við línu
Vanligt plagdi at vera, at bátar
við línu ikki fingu nakað ser
ligt, meðan várróðurin er, og
fiskurin tekur beitu.
Men, eisini her hevur árið
higartil verið øðrvísi enn onn
ur ár.
- Bæði fríggjadagin og leyg
ardagin fingu bátar, sum rógva
við línu her norðuri, nógvan
fisk.
Jóhan K. Joensen vísir á, at
fríggjadagin hevði Falkurin
eini 13.000 pund, og Luttur og
Gordrúgvin
høvdu
umleið
10.000 pund hvør.
- Leygardagurin royndist
eisini góður hjá útróðrarbát
unum, sum royna við línu.
Henda dagin høvdu Luttur og
Falkurin umleið 7.000 pund
hvør, og Gordrúgvin hevði
millum 10.000 og 11.000 pund.
Hetta eru góðir útróðrardagar
við línu, tí vit skulu minnast
til, at hesir bátar seta allir nið
an fyri 40 stampar hvørja ferð.
Jóhan K. Joensen sigur, at í
fjør fekst einki við línu, meðan
snelluútróðurin var á Norð
havinum.
Settu sjóneyku á smábarnaøkið
Í farnu viku vóru borgarstjórar og politikarar, sum arbeiða fyri trivnaðarøkinum í Norðoyggjum, til verkstovu
saman við leiðandi starvsfólkum innan trivnaðarøkið, og her varð sjóneyka sett á smábarnaøkið í Norðoyggjum
Vilmund Jacobsen
Beinta Klakstein, forkvinna í
trivnaðarnevndini, sum fevn
ir um børn og ung, greiddi frá
endamálinum við verkstov
uni, sum eitt nú er at arbeiða
víðari
við
evninum,
sum
Kommunufelagið
setti
á
breddan síðsta heyst við slag
orðinum: ”Við at gera nakað
nú, vinna vit í longdini”.
- Endamálið við teirri ráð
stevnuni var at varpa ljós á
tann týdning, sum fyribyrgj
andi arbeiði hevur fyri børn
og ung, og hvussu vit megna
at lyfta hesa uppgávu í felag.
Beinta Klakstein fegnast
um, at starvsfólk, sum dagliga
arbeiða á smábarnaøkinum í
Norðoyggjum,
saman
við
politikarum, kunnu luttaka á
einari tílíkari verkstovu, har
víst verður á, hvussu arbeið
ast kann víðari, og hvørji am
boð kunnu brúkast til at loysa
hesa týðandi uppgávu.
Eyðun
Christiansen
frá
Kommunufelagnum
luttók
eisini á verkstovuni, og hann
vísti eitt nú á týdningin hjá
kommununum
at
raðfesta
fyribyrgjandi arbeiði.
- Slíkt arbeiði verður í flest
um førum veitt av kommun
alum starvsfólkum, sum dag
liga eru um børnini, og eiga
kommunurnar
at
raðfesta
fyribyrgjandi átøk soleiðis, at
børnini frá byrjan mennast
og trívast.
Óli Rubeksen, sum er SSP
ráðgevi, hevði eisini framløgu
um SSP-arbeiðið, har hann
kunnaði um ymiskar arbeiðs
hættir, sum kunnu verða
gagnligir, tá farast skal undir
eina
nýggja
menningartil
gongd.
Umframt hesar framløgur,
vóru eisini forvitnisligar fram
løgur
frá
starvsfólkum
í
Klaksvíkar kommunu, sum
lýstu støðuna á kommunala
økinum.
vilmund@sosialurin.fo
Á verkstovuni var eitt nú víst á, hvussu arbeiðast
kann víðari, og hvørji amboð kunnu brúkast til at
loysa týðandi uppgávur innan smábarnaøkið
Í byrjanini av snelluútróðrinum fingu bátar nógvan fisk heilt stutt úr landi,
men nú verður roynt meira víða um og ytri, og fiskiskapurin er misjavnur
- Snellubátarnir hava fingið
fisk nógv fyrr í ár enn vanligt,
og longu um hálvan januar
gjørdu bátar góðar dagar,
sigur Jóhan K. Joensen