týsdagur 5. mars 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mars 2019 · Nr. 27
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Øll eiga at fagna Olumpe de
Gouges tann 8. mars
Virgar Dalsgaard
Fyri bara fjøruti árum síðani
útgav tann ágrýtni týski fem
inisturin
og
sociologurin
Hannelore Schrøder eina til
trongda bók um Olympe de
Gouges tann allarmætasta og
djarvasta pionerin fyri emanci
patión av kvinnum og stríðn
um móti øllum trælahaldi av
svørtum arbeiðsfólki.
Hannelore, sum sjálv strídd
ist stálsett fyri socialum rætt
indum til kvinnur var eisini
ein av initiativtakarunum til
"Olympe de Gouges Stiftung.
Menschenrechte für weibliche
Menschen."
Bókin
hjá
Hannelore
Schrøder
um
OLYMPE
de
GOUGES
var
alneyðug
at
skriva, tí ótrúliga nógvir mod
ernaðir
feministar
næstan
tóktust hava gloymt, fortrongt
ella kanska slett ikki vita um
henda kvinnuliga martyrin.
Olympe hevur fram um
allar kvinnur uppiborið ein
serligan minnisvarða á hvørj
um einasta kvinnudegi, tí hon
var
tann
fyrsti
politiski
kvinnuligi martyrurin.
Hannelore fekk tí í 1979
rehabiliterad ta fronsku pion
erkvinnuna, sum bæði setti
skjøtul á kvinnubardagan og
eisini doyði fyri sakina sum
martyrur, bara 45 ára gomul.
Stutt um skribentin, sjón
leikaran og ein tann allarfyrsta
kvinnuliga aktivistin, Olympe
de Gouges
Hon var fødd sum Marie
Gouges 1748 í eini smáborgar
ligari familju í Montauban, ca.
50 km norðanfyri Toulouse í
Suðurfrankaríki.
Hon
var
ógvuliga gløgg og fekk eisini
góða skúlagongd, men sum
bert 16 ára gomul bleiv hon
hart móti sínum vilja noydd at
gifta seg við einum restaura
tøri, sum skuldi hava eina bí
liga arbeiðsmegi á síni mat
stovu.
Tey fingu ein son í hesi
mesalliancu, men hjúnarbónd
in doyði longu árið eftir.
Tá ið Olympe var blivin 21
ár, flýddi hon við soninum til
Paris, har hon fekk innivist hjá
eini systir.
Í Paris møtti hon tí múgv
andi aðalsmanninum Jacques
de Rozières, og tey livdu saman
sum par, men Olympe sýtti
fyri giftarmáli, tí hon helt
hjúnarbandið vera eitt fongsul
fyri einahvørja kvinnu.
Tey suppleraðu intellektuelt
hvønnannan,
samstarvaðu
væl og fingu stovna eitt sjón
leikarahús longu í 1770´unum.
Marie skifti sítt prosaiska
navn út til frama fyri tað kult
urpoetiska Olympe.
Hon skrivaði dúgliga og
javnan bæði skaldsøgur, sjón
leikir og politiskar pamflettir,
sum allar hvassliga kritiseraðu
diskriminering av kvinnum,
funnust at tí líkagylduga og
arroganta aristokratiska stætt
inum, fordømdu ta socialu
neyðina hjá teimum fátæku og
trælahaldi av nekarum.
Olympe fírdi ikki fyri spon
tant at taka orðið á torgum og
gøtuhornum, har hon býtti út
politiskar brochurur og pam
flettir.
Jacques og Olympe vitjaðu
dúgliga í teimum viðgitnu de
batt-salonunum í Paris, har
bæði skribentar, politikarar og
listarfólk hittust til liberalar
fundir. Á slíkum fundum fanst
man opinlýst at fronskum
einaveldi og slóðaði fyri rev
olutionerum tankum.
Millum hennara vinir vóru
menn sum samfelags-filosoff
urin og økonomurin Condor
cet
og
skribenturin
Louis
Mercier. Teir vóru sera impon
eraðir av hennara ótroyttiliga
áræði og sociala ágrýtni.
Mest kenda skriv hennara
var "Déclaration des droits de
la femme et de la citoyenne"
(1791), har hon systematiskt
argumenterar fyri, at kvinnur
eiga at fáa fulkomuliga tey
somu rættindi sum menn.
Kvinnur fingu sjáldan orðið
á almennum fundum, so eitt
av hennara kendu citatum var
soljóðandi: "Kvinnur sleppa
uppá skafottið til at verða
hálshøgdar,
so
mugu
tær
sanniliga eisini sleppa uppá
ein talarastól."
Øll hennara skrivtir vóru
politisk, so tað var heilt natur
ligt fyri hana at fylkjast við
teimum revolutioneru í 1789,
men hon var pacifistur og vildi
ikki vita av kríggi ella yvir
gangi.
Hon ógvaðist yvir guillotin-
drápini hjá jacobinarunum;
sjálv var hon moderatur giro
ndinari og stríddist tí harðliga
móti Robespierre, sum hon
lýsti
sum
ein
maktsjúkan
høvuðkamb og ein tyrann
iskan yvirgangskropp.
Summarið 1793 býtti hon
kritiskar pamflettur út og setti
plakatir upp við álopum á
tann ráa Robespierre og aðrar
jacobinarar. Tað førdi til, at
hon bleiv fastsett í tríggjar
mánaðir, har hon var avhoyrd
og torturerað av eirindaleysum
vaktarmonnum, men hon vildi
ikki lúta ella ganga frá sínum.
Hon var so stálsett í síni
mótstøðu, at hon fleiri ferðir
smuglaði kritiskar pamflettur
út úr fongslinum.
Tann 3. november 1793 varð
hon hálshøgd í guillotinuni og
gjørdist harvið tann fyrsti
politiski kvinnuligi martýrur
in. Nógvar kvinnur høvdu fyrr
verið religiøsir martýrar, men
Olympe doyði fyri ta femin
istisku sakina.
Saman við tí týsku Claru
Zetkin og tí schweisisku Iris
von Roten stendur Olympe de
Gouges í verðins sterkastu trio
fyri aktiva feministiska eman
cipatión. Kvinnur í dag skylda
hesum stálsettu slóðbrótarum
øll síni rættindi!
Tað skal vera
stuttur vegur
frá diagnosu til
viðgerð
Helgi Abrahamsen
Sambandsflokkurin legði í
undanfarnu tingsetu upp
skot fyri løgtingið um við
gerðartrygd. Uppskotið, sum
Kaj Leo Johannesen legði
fram vegna flokkin, var ein
áheitan á landsstýrið um at
seta í verk eina skipan, sum
skuldi veita øllum føroying
um trygd fyri, at sjúkuvið
gerðir skuldu setast skjótt í
gongd. Eitt samt løgting tók
undir við uppskotinum.
Sambandsflokkurin
vil
virka fyri einum málsetningi
sum er, at eingin skal bíða
longur enn ein mánað frá tí
at illgruni um sjúku er stað
festur, til viðgerðin er sett í
gongd.
Hetta er ein krevjandi
málsetningur, men eingin ivi
er um, at tað hevur stóran
týdning fyri sjúklingar og alt
samfelagið, at bíðitíðin verð
ur so stutt sum til ber. Tað
skal bera til hjá øllum sjúkl
ingum at leita sær heilsubót
innan stutta tíð frá fyrsta
sjúkardegi.
Her
manglar
nakað í føroyska samfelagn
um.
Fyri nøkrum árum síðani
varð ein skipan gjørd í Dan
mark, har tey søgdu, at tey
góðtóku ikki longur, at fólk
skuldu liggja sjúk ella hava
pínu í óneyðuga langa tíð. Tí
varð
ein
viðgerðartrygd
bjóðað, og tann skipanin
hevur virkað somikið væl, at
vit eiga eisini at bjóða før
oyskum
sjúklingum
tað
sama. Serliga tá hugsað verð
ur um, at vit eru í ríkisfelags
skapi við Danmark, og at vit
senda nógvar sjúklingar til
Danmarkar til viðgerðir, so
er tað natúrligt, at tilboðið er
tað sama.
Eitt samt løgting tók und
ir við at uppskotinum hjá
Sambandsflokkinum um at
heita á landsstýrið, um at
fáa sett viðgerðartrygdina í
gongd.
Vónandi
hendir
nakað skjótt á økinum, og
Sambandsflokkurin fer at
raðfesta hetta høgt í kom
andi valskeiði
Søguligt memento á kvinnudegi: