Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 230 - 1. desember 2004 1. desember hevur Birgith H. Clementsen 25 ára starvsdag sum hjálparfólk á Vøggustovuni á Konmansmýru. Birgith byrjaði á Lüt- zenstrøð í 1979 í Vøggu- stovuni hjá Nancy Bjõrk- lund. Fyrst sum avloysari, men bleiv seinni fastsett tann 1. desember, og hevur hon sostatt fylgt gongdini í vøggustovuni gjøgnum hesi ár. Í 1983 flutti Vøggustovan niðan á Konmansmýru, og her hevur Birgith verið við í teimum broytingum, ið hava verið gjøgnum tíðirn- ar. Millum annað vóru børn- ini fyrr bundin til eitt langt heklað band, tá farið varð túr – tvey og tvey – við ein- um vaksnum í hvørjum enda. Birgith er stuttlig og fyri- komandi at arbeiða saman við, altíð fús til eitt spæl, Americano í kaffipausuni, og ongantíð óð tá hon ikki vinnur. Nógvar góðar søgur eru sagdar, og vónandi hoyra vit fleiri tey næstu árini. Vit á Konmansmýru ynskja Birgith hjartaliga tillukku á starvsdegnum og bjóða kaffi og køkur á degnum. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 1. desember. Arnaldur. Er eitt av teim elstu nøvnunum í halgramanna tali, tað er eitt sindur tvørligt at fáa skil á, hvør hesin Arnaldur hevur verið. Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir flestu halda, at her verður sipað til ein franciskanaramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari. Navnið er gamalt týskt, sett saman av arn, sum merkir ørn og Wald, ið merkir tað sama sum føroyska orðið vald, hersi. Í dag, 1. desember 2004, hevur Jóannes L. Ziska (Jóa) í Havn 50 ára starvs- dag hjá Føroya Tele. Jóa var bert 14 ára gamal, tá hann fekk lærupláss á Telefonverkinum í 1954. Lærutíðin var trý ar. Í fystuni umvældi hann tele- fonir og gjørdi annað verk- staðsarbeiði. Tá læru tíðin var av, ar- beiddi hann sum montørur. Alt fleiri fingu telefon, og Jóa fekk til uppgávu at vera »feilrættari«. Tað var at fara út at kanna og umvæla tele- fonirnar, sum vóru í ólagi hjá fólki. Tað gjørdi hann í nøkur ár, men hann fekk síðani til uppgávu at sita inni á Telefonverkinum og taka ímóti boðum frá við- skiftafólkunum. Nú er virksemið nógv broytt, men tað er altíð okkurt at takast við, sum Jóa hevur best skil fyri at gera. Eitt nú hevur hann umvælt og snøggað gamlar lutir, telefonir, borð o.a., sum ikki longur eru í nýtslu. Í dag standa hesir lutir í nýggja virkisbygninginum hjá Føroya Tele og bera boð um upprunan og søguna hjá hesum stovni. Jóa er tann seinasti, sum er eftir av teimum gomlu á stovninum. Hann sigur um hesi 50 árini, sum er alt hansara vaksna lív, at tað hava verið nógv góð ár við góðum arbeiðsumstøðum og góðum samanhaldi mill- um starvsfelagar og leiðslu. Í samband við starvsdag- in verður móttøka hjá Før- oya Tele í Hoyvík í dag frá kl. 14.00. Jóa Ziska, Tórshavn: 50 ára starvsdag hjá Føroya Tele Birgith H. Clementsen, Hoyvík: 25 ára starvsdag á Vøggustovuni á Konmansmýru Alma Samsonsen fødd Midjord ættað úr Fuglafirði Búsitandi í Keypmannahavn, andaðist fríggjadagin 26. november, 70 ára gomul í »De gamles by plejehjem«. Bønarhald í Danmark og jarðarferð í Føroyum verða lýst seinni. Familjunnar vegna Hansemann, Jancy, Randi, Finn Fróði og Karin Lesið -so eru tit við! veitst tú ikki tað?