Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Veturin er um at missa takið, og ljósið og várið fáa alt meiri fatur í langa endanum. Bara nakrar vikur eftir, at 2018 kappingin 27. oktober var av, fóru fyrstu feløgini undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Síðani í januar hava venjingardystir verið fleiri ferðir um vikuna, og nú er tað álvari. Sunnudagin fer bólturin á rull, og fram til 26. oktober verður í 27 umførum og 135 dystum kappast um, hvør skal vinna FM, hvørji skulu vinna atgongumerki at spæla í Europa í 2020, og hvørji skulu sleppa undan niðurflyting. Umframt landskappingina eru tað kappingin um løgmanssteypið og Europa kappingarnar. Kvinnurnar kappast í landskapping, steypakapping og í Europa. Og so eru tað øll landsliðini. Hetta blaðið snýr seg um landskappingina í Betri Deildini hjá monnum. Hon er undirhald og savnar fleiri áskoðarar og verður meiri umrødd og viðgjørd enn nakað annað undirhald og nøkur onnur kapping í Føroyum. Sosialurin, in.fo og FM1 plaga at vera tey fremstu at undanumrøða, siga frá beinleiðis og at viðgera dystirnar. Sunnudag eftir sunnudag og eisini tá ið onkrir dystir eru aðrar dagar. Soleiðis verður tað eisini í ár, og nú leggja vit til brots við hesum blaðnum. Hvussu stendur tað til við spælarum, hvørjar flytingar hava verið millum feløgini og millum Føroyar og útlandið, hvussu rokna spælarar og venjarar við, at tað fer at ganga, og hví rokna teir soleiðis, sum teir gera. Millum annað hesar spurningarnar royna vit at svara í hesum blaðnum. Og so ditta vit okkum at meta um, hvussu støðutalvan fer at síggja út, tá ið punktum verður sett fyri kappingini. Tað verður leygardagin 26. oktober ella um 33 vikur. Sunnudagin verður sjøtul settur á 2019 kappingina, og inntil tá ber tað til við at lesa og kanna hetta blaðið at stytta sær stundir og seta seg inní, hvussu spælararnir og liðini eru fyri, nú tey fara undir enn eitt kappingarár. Fyrsta landskappingin var í 1942. Burtursæð frá 1944 hevur tað verið kappast um FM á hvørjum ári síðani tá. Sunnudagin verður farið undir FM kapping nummar 77. Øllum verður ynskt eitt gott kappingarár. FÓTBÓLTUR 2019 Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum Útgevari: Sosialurin Útgávudagur: Mikudagur 6. mars 2019 Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen og onnur Prent: Prentmiðstøðin STØRSTA UNDIRHALDIÐ ER AFTUR Á BREDDANUM Betri Deildin hjá monnum savnar fleiri áskoðarar og verður meiri umrødd enn nakað annað undirhald ella kapping í Føroyum