týsdagur 5. mars 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
HAVNAR BÓLTFELAG
Allir teir trettan, sum vóru drúgvastir í fjør, eru
klárir at vera við til at verja meistaraheitið
Heimir Guðjónsson vísti seg í fjør at vera
plettskot í HB. Eftir trilvandi avrik og
plasering, sum var langt frá tí, ið kræsna HB
legan var von við, vendi íslendski venjarin í
stórum stíli gongdini.
Manningin var ikki so nógv øðrvísi
enn undanfarna árið, men talan var
um hamskiftar spælarar, sum í betri
venjingarstøðu enn tað er sæð áður, og
við framúr hugburði og stórari tilvitan um
spælskipan – bæði í verju og álopi – vístu
støðug og sannførandi avrik.
Úrtøkan var 73 stig, sum var ruddiligt
met – seks stig frammanfyri gamla metið.
HB tapti tvær ferðir, einaferð endaði tað
javnt, og 24 ferðir fóru meistararnir av
vøllinum við fullari úrtøku.
Síðstu fimmti árini hevur HB oftast verið
í flokki fyri seg. 23 FM heiti síðani 1955
siga sína søgu, og síðani túsund ára skiftið
er úrtøkan átta FM – í 2002, 2003, 2004,
2006, 2009, 2010, 2013 og 2018.
Útgangsstøðan undan nýggju avbjóðingini
er so mikið góð, at tað ber ikki annað til enn
at rokna HB at vera FM favoritt. Allir teir
trettan, sum vóru drúgvastir í fjør, eru klárir
at vera við til at verja meistaraheitið.
FM heitið í fjør ber møguleikar við sær,
sum HB ikki hevur havt tey seinnu árini. Tað
verður lagt uppfyri, so vandin fyri nýggjum
fíggjarligum óføri er minni. Samstundis er
tað so mikið rúmsátt, at meistararnir nú
undan kappingarbyrjan vóru í Turkalandi,
har teir undir sólini pussaðu formin av.
Undan fráferðina til Turkalands vann HB
finaluna í venjarakappingini, og sunnudagin
vann HB stórsteypadystin.
Heimir Guðjónsson koyrir á sínar menn
hvønn dag og viðhvørt fleiri ferðir um dagin.
At tvey steyp longu eru vunnin, áðrenn tað
verður farið undir landskappingina, eigur at
boða frá góðum.
Teitur Matras Gestsson er sjálvskrivaður
málverji, og Mattias Lamhauge og Bjarti
V. Mørk eru eykamálverjar. Í verjuni
eru liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen
og Magnus Egilsson vongverjar og
Bartal Wardum og Lasse Andersen
miðverjar. Nýggjur møguleiki er Hørður H.
Askham, sum eisini hevur royndir bæði á
vongverjanum og sentrala miðvøllinum.
Sentrali miðvallarin Tróndur Jensen
hevur verið illa skaddur, men hann er við at
koma seg aftur. Binni Hlöðversson er aftur
stóri stríðsmaðurin, og annað boð er Daniel
Johansen. Adrian Justinussen og Símun
Samuelsen eru sjálvskrivaðir í borðunum, og
í fremstu ódnunum verður roknað við Ara
Mohr Olsen, Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe,
Sebastian Pingel og Pætur J. Petersen.
Aðrir spælarar, sum í fjør snoddaðu til
besta liðið, vóru Niklas Kruse, Tórmóður
Djurhuus, Hjalti K. Djurhuus og Villiam
Emil Klein. Aðrir ungir spælarar eru Bjarni
Brimnes og Símun Sólheim.
Hóast HB í fjør vann FM, so lagaði
kappingarárið seg ikki heilt soleiðis, sum
tað varð vónað. Ætlanin var at vinna
steypafinaluna fyri fyrstu ferð síðani 2004.
Tað var tætt við. Tí kendist tað serliga
meint, tá ið grannarnir struku avstað við
løgmanssteypinum, hóast HB alla longdu
leiktíðina í finaluni var yvirmannað.
Tí er málið í ár, sum tað altíð er, bæði at
vinna FM og løgmanssteypið.
MEISTARI (23) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973,
1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002,
2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013, 2018
STEYPAVINNARI (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964,
1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980,
1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004
GREIPUVINNARI (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975,
1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004
Í BESTU DEILDINI (77 ÁR) 1942-1943, 1945-
Í EUROPA (22) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999,
2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009,
2010, 2011, 2013, 2014, 2015, 2016
HB STOVNAÐ 4. oktober 1904 FORMAÐUR Kaj Leo Holm Johannesen
1
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Teitur M. Gestsson
16 Mattias Lamhauge
25 Bjarti V. Mørk
Verja
2
Magnus Egilsson
3
Jógvan Rói Davidsen
17 Bartal Wardum
19 Hørður Askham
20 Hjalti Djurhuus
21 Bjarni Brimnes
24 Lasse Andersen
Miðja
5
Brynjar Hløðversson
6
Daniel Johansen
7
Adrian Justinussen
8
Dan í Soylu
9
Tróndur Jensen
11 Pætur Petersen
18 Símun Samuelsen
22 Tórmóður Djurhuus
26 Símun Sólheim
Álop
4
Sebastian Pingel
12 Jógvan Skeel Nolsøe
15 Villiam Klein
23 Ari Mohr Olsen
27 Niklas Kruse
Venjari Heimir Guðjónsson
Hjálparvenjari Rasmus Nolsøe
Tilgongd
Pætur Petersen, Hørður Askham
Frágongd
John Frederiksen, Grétar Gunnarsson,
Heri Mohr
MEISTARARNIR ERU
GREIÐIR FM FAVORITTAR