týsdagur 5. mars 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
BINNI HLÖÐVERSSON
EINKI MÁL OG
EINKI LANGT HÁR
Hóast hann einki mál skeyt í fjør og fyri tað mátti klippa
eyðkenda langa hárið, so er Brynjar Hlöðversson millum
týdningarmestu leikararnar hjá HB. Hann hevði tilboð úr
Íslandi, men valdi kortini at halda fram í Føroyum
PÆTUR ALBINUS
Við einum syngjandi 3-0-heimatapi fyri KÍ
fekk HB alt annað enn eina ynskiliga byrjan
upp á kappingarárið í fjør, men eftir tað
sá HB seg ongantíð aftur um bak og fekk
gongd í eina røð við góðum úrslitum, sum
helt áfram alt kappingarárið og úrslitaði
seg í einum ótrúligum stigameti og
sannførandi føroyameistaraheiti heili 18 stig
frammanfyri nærmasta avbjóðaran.
Alt riggaði hjá HB undir nýggja íslendska
venjaranum, Heimi Guðjónssyni. Adrian
Justinussen var í stórformi og gjørdist
toppskjútti í Betrideildini við 20 málum.
Aftanfyri seg hevði hann eina væl smurda
maskinu, har ein íslendingur var at
finna innast í maskinrúminum, aftast á
miðvøllinum. Talan var um uppruddaran,
Brynjar Hlöðversson, sum longu í sínum
fyrsta ári gjørdi seg kendan um landið –
neyvan fyri sínar teknisku gávur, men fyri
sín gløggleika á einum fótbóltsvølli, evni
at verja og leggja upp ímillum – og sum,
tá ið avtornaði, var ein týðandi partur í
FM-heitinum hjá HB og eisini gjørdi hann
uppibornan at vera ein av teimum tilnevdu
til ársins leikara í føroyskum fótbólti. Hann
var eisini á ársins liði, sum Miðlahúsið setti
sambært atkvøðunum frá leikarum og
venjarum í Betrideildini og miðlafólki kring
landið.
Brynjar, eisini kendur sum Binni, hevði
einans eitt ára sáttmála við HB, og eftir
góða avrikið vóru boð eftir honum úr
øðrum feløgum – eisini úr heimlandinum,
Íslandi – men til sjeynda og síðst, á jólum,
valdi hann at leingja um sáttmálan við HB.
– Eg elski at vera her, og eg klári næstan
ikki at bíða við at sleppa á eitt evropeiskt
ævintýr við HB, sigur Binni.
Sambært íslendskum miðlum, so vóru
FH og Fylkir áhugað í at fáa fatur á Binna.
RAKAÐI SÆR
Brynjar Hlöðversson, sum verður 30
ár í næsta mánað, hevur heima í Íslandi
einamest spælt við Leiknir í Reykjavík. Hann
sigur, at hansara núverandi pláss hansara
á verjukenda miðvøllinum er hansara
yndis, men at hann áður eisini hevur spælt
aðrastaðni á vøllinum.
– Eg havi spælt á hesum plássinum
tað mesta av leiðini, og tað er eisini mítt
yndispláss. Eg havi tó eisini roynt at spælt
á høgra bakki, vinstra bakki og í miðverjuni,
sigur hann.
– Men eg havi altíð ynskt at spælt sum
áleypari eitt heilt kappingarár, bara fyri
at vísa hvussu lætt tað er at skjóta mál,
skemtar Brynjar víðari.
Tað er tó okkurt, ið bendir á, at hann
hóast alt ikki er so kringur at skjóta mál.
Hann skeyt nevniliga einki mál sítt fyrsta
ár í HB, og tað mátti hann rinda fyri. Hann
hevði lovað at klippa eyðkenda langa hárið,
um hann ikki skeyt nakað mál, og hetta
lyftið helt hann.
– So tit kunnu vænta at síggja mál frá
mær í summar, sigur hann.
FALLIN TIL
Brynjar Hlöðversson heldur, at góða árið
í fjør skyldaðist harða arbeiðið, ið teir
løgdu fyri dagin, og tað góða samanhaldið í
hópinum.
Persónliga trívist hann eisini væl í
Føroyum.
– Tað var lætt at fella til í Føroyum.
Mær dámar væl bæði fótbóltin og fólkið
her, sigur hann.
– Men eg haldi, at tit kundu dugað betur
við endurnýtslu, skoytir hann uppí.
Heldur óvant fyri eitt føroyskt felag, so
valdi HB undan hesum kappingarárinum
at fara langt av landinum á venjingarlegu.
Teir fóru til Turkalands, og hendan túrin var
íslendski HB-stríðsmaðurin glaður fyri.
– Tað var bæði hart og stuttligt. Maturin
var góður. Slíkir túrar eru góðir fyri hýrin í
hópinum, og vit komu tættari at hvørjum
øðrum. Og so fingu vit eisini D-vitaminir,
sigur hann.
Svarini hjá Binna eru mangan stutt og
skemtilig, og stutt og greitt er tað eisini,
tá ið hann verður spurdur um málið fyri
kappingarárið 2019.
– Málið hjá HB er so einfalt. Vit fara á
vøllin fyri at vinna hvønn einasta dyst, sigur
Brynjar Hlöðversson.men higartil hava
skaðar og vantandi pappírarbeiði verið ein
avbjóðing.
LYKLASPÆLARIN
Adrian Justinussen
Adrian Justinussen tók øll á bóli í fjør og
gjørdist suverenur toppskjútti í Betrideildini.
Ungi vongleikarin er við sínum framúr
sparkiteknikki ein støðug hóttan einsamallur
at avgera dystir, og hesin virðismikli
leikluturin kann vera lykilin til at bera verandi
meistararnar upp á tindarnar aftur í ár.
GJØGNUMBROTIÐ
Símun Sólheim
Tað er ikki lætt hjá nøkrum ungum at bróta
ígjøgnum á einum vælsmurdum meistaraliði,
men 18 ára gamla miðvallaratalentið Símun
Sólheim kann vera á gáttini til nakrar minuttir,
serliga nú miðvøllurin hjá HB tíðliga í kappingini
er raktur av onkrum skaða. Í venjingardystum
hevur Símun fingið kjansin at spæla, og boð
kunnu fara at vera eftir honum aftur.
VENJARIN
Heimir Guðjónsson
Íslendski Heimir Guðjónsson hevur við nýskapandi
meirvenjingum og einari ágangandi spæliskipan
ikki einans endurreist stórfelagið, men eisini lagt
ein nýggjan yvirliggjara í føroyskum fótbólti við
einum stigameti, ið verður trupult at taka. Tað
er ein fongur fyri HB, at Heimir heldur fram.
MÁLIÐ
FM
Tað mest nærliggjandi og einfalda málið er
at endurvinna FM, men sambært teimum
íløgum, sum eru gjørdar í tann frammanundan
sterka hópin, so kann ein hugsa sær, at tey í
felagnum eisini hava dreymar um greipuna
og at gera ein vørr í Champions League.
Tit kunnu vænta
at síggja mál frá
mær í summar