Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM SÆTTA ÁRIÐ Á RAÐ Í EUROPA NES SÓKNAR ÍTRÓTTARFELAG Royndir spælarar eru burtur, men NSÍ hevur sterkan hóp, sum ætlar sær at kappast í toppinum Tað er royndi íslendski venjarin, Guðjón Þórðarson, sum stendur á odda, nú NSÍ skal royna at lyfta seg eitt vet hægri enn í fjør, tá ið tað endaði við silvurkrónum. Hetta var aðru ferð, at NSÍ vann silvur. Fyrra ferðin var í 2002. NSÍ hevur einaferð vunnið gull. Tað var í 2007. Í fjør stóð fleirfaldi meistaravenjarin Sámal Erik Hentze á odda. Hann avloysti danska Anders Gerber, sum var við Løkin í 2016 og 2017. Nú er venjaraferðin fyribils endað í Íslandi. Venjingardystirnir hava givið ábending um, at spælistílurin er broyttur soleiðis, at nú gongur tað skjótari at fáa bóltin fram í síðurnar og so innfyri. Fýra spælarar, sum vóru við í fjør, eru ikki longur í NSÍ. Talan er um ógvuliga royndar spælarar – miðverjan Jens Joensen, vongverjan Einar Tróndargjógv, miðvallaran Fróði Benjaminsen og Árni Frederiksberg, sum hevur lagt upp til eina rúgvu av málum, og sum ofta hevur verið millum málskjúttarnar. Jens, Einar og Árni eru allir uppaldir í felagnum, sum teir hava tænt í nógv ár. Nýggjur miðverji er Oddur Á. Højgaard, nýggjur miðvallari er Peder Nersveen, og nýggir framrættaðir síðuspælarar eru Óli H. Olsen og Búi Egilsson. Peder Nersveen er norðmaður og einasti útlendski spælarin í Runavík. Tórður Thomsen er málverji, og eykamálverjar eru Eli Joensen og sekstan ára gamli Dánial Danielsen. Vongverjar eru Bárður J. Hansen, Pætur Hentze og Pól Jóhannus Justinussen. Í miðverjuni eru Jóhan Troest Davidsen, Per Langgaard og Oddur Á. Højgaard. Ungir verjuspælarar, sum venja við besta liðnum, eru Sjúrður Pauli Nielsen, Aron Knudsen, Atli Petersen, Meinhard Geyti og Kári Hansen. Miðvallarar eru umframt Peder Nersveen Betuel Hansen, sum er burturstaddur nakrar vikur, Petur Knudsen, Jann Martin Mortensen, Mórits Heini Mortensen, Magnus H. Olsen, Jann J. Benjaminsen, Andri Benjaminsen, Jannik Olsen og Pætur Skibanæs. Aðrir ungir spælarar, ið bíða eftir møguleikanum, eru Sølvi Sigvardsen, Jákup R. Højgaard, Jógvan Højgaard og Aron Mikkelsen. Fremstu álopsspælararnir eru liðfor­ maðurin og vandamiklasti málskjúttin nógvu tey seinastu árini, Klæmint A. Olsen, og Øssur Dalbúð, sum ikki er komin seg heilt eftir skurðviðgerð. Umframt Óla H. Olsen og Búa Egilsson er eisini Hans Marius Davidsen við í kappingini um fremstu plássini. At teir eru so nógvir um boðið á besta liðnum ber við sær, at næstbesta liðið er væl mannað, og tað sást aftur í úrslitunum í næstbestu deildini í fjør. Í summar fer NSÍ at royna seg í Europa sætta summarið á rað. Hóast tað framvegis bara er eitt FM heiti á kontuni, so boða endastøðurnar frá støðugum avrikum. Síðani 1997 hevur NSÍ verið partur av bestu deildini. Í 2012 endaði liðið á sjeynda plássi. Annars hevur NSÍ verið millum fýra tey bestu síðani søguliga FM heitið í 2007. Síðstu árini hevur tað verið stutt millum heiðursmerkini, tí umframt silvur í 2018 vann NSÍ bronsu í 2015 og 2016. At endurtaka heiðursmerkjapláss og aftur at vinna pláss í Europa er minstakravið. MEISTARI (1) 2007 STEYPAVINNARI (3) 1986, 2002, 2017 GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (34 ÁR) 1976, 1979, 1984-1988, 1991-1992, 1994-1995, 1997- Í EUROPA (13) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2015, 2016, 2017, 2018 NSÍ STOVNAÐ 24. mars 1957 FORMAÐUR Dánial Hansen 5 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Tórður Thomsen 25 Eli Joensen 30 Dánial Danielsen Verja 2 Per Langgaard
 3 Oddur Højgaard
 5 Jóhan Troest Davidsen 13 Pól Jóhannus Justinussen 15 Pætur Hentze 22 Bárður J. Hansen 25 Sjurður Pauli Nielsen
 27 Aron Knudsen Miðja 8 Peder Nersveen 14 Jann Martin Mortensen 16 Petur Knudsen 17 Jann J. Benjaminsen 18 Magnus H. Olsen 20 Mórits Heini Mortensen 21 Andri Benjaminsen 23 Jannik Olsen 24 Betuel Hansen 28 Pætur Skipanes Álop 6 Óli Højgaard Olsen 9 Øssur Dalbúð
 10 Klæmint A. Olsen 11 Búi Egilsson
 19 Hans Marius Davidsen Venjari Guðjón Þórðarson Hjálparvenjari Trygvi Mortensen og Jens Martin Knudsen Tilgongd Bú Egilsson, Ól Højgaard Olsen, Oddur Højgaard Frágongd Árni Frederiksberg, Fróði Benjaminsen, Einar Tróndargjógv, Jens Joensen