mikudagur 1. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
13
VINNUsíðurnar í Sosialinum
- hvønn dag men serstakliga mikudagar
Kæru viðskiftafólk
Frá 1. desember tvs. í dag fer
Sosialurin mikudagar (møgu-
liga annanhvønn at byrja við
men kortini hvønn mikudag, tá
orka og tilfar er til tess) at gera
meira burtur úr føroyska
vinnulívinum. Á sama hátt sum
vit t.d. týsdagar ger meira
burtur úr ítróttinum og leygar-
dagar meira burtur úr mentanini
og orðaskiftinum, so fara vit
mikudagar hereftir at gera
meira burtur úr vinnulívstilfari.
Hetta er sjálvandi ein táttur,
sum finst í blaðnum hvønn
dag, men rætt er í hvussu er
mikudagar at steðga á og
viðgera vinnulívsmál í størri
mun.
Hetta er eisini ein ásannan av, at
tað er eitt ynski millum lesarar
okkara, at vit gera meira burtur
úr vinnulívinum. Sosialurin
hevur annars hesi mongu sein-
astu árini gjørt serbløð um
vinnulívið, sum koma einar
tvær ferðir um árið. Hetta er
eisini nakað vit fara at halda
fram við, serstakliga í sambandi
við ráðstevnur á vinnulívsøkin-
um. Eitt slíkt serblað kemur
sum íkast í Sosialinum nú
leygardagin.
Hugsanin aftanfyri hesum
vinnulívstáttinum í blaðnum er
bæði at kunna lesaran um tað,
ið vinnan tekst við í dag eitt nú
við at vitja virki og arbeiðspláss
kring landið, men vit fara eisini
at seta fokus á ársroknskapir og
hagtøl fyri vinnulívið annars.
Somuleiðis fara vit at bjóða til
og leggja upp til eitt orðaskifti/
debat um vinnulívið. Hvørja
viku fer eitt vinnulívsfólk ella
onnur í samfelagnum við áhuga
fyri vinnulívinum at siga sína
hugsan.
Vit halda, at tað hevur alstóran
týdning fyri eitt samfelag sum
okkara, at miðlarnir gera nógv
burtur úr vinnuni. Sjálvandi er
torført hjá einum blað, sum
eisini skal viðgera flest øll
samfelagsmál dag um dag, at
gera serliga nógv burtur úr
onkrum einstøkum tátti. Tó so –
tá hetta er eitt ynski og eisini
hevur áhuga okkara - eiga vit
at gera tað.
Sosialurin fer í næstu framtíð at
flyta oman í miðbýin í Havn,
har vit fáa góðar og rúmligar
umstøður. Í tí sambandi verður
eisini lættari hjá okkum og
tykkum at samskifta og sam-
tarva. Vit verða í mongum
førum nærri tykkum og tit nærri
okkum. Men tað er eisini ein
verð uttan fyri Havnina, og tað
ásanna vit. Tí hava vit eisini
ment okkara redaktiónir úti
kring landið og fara at gera tað
framhaldandi á ymsan hátt.
Tað skal vera okkara vón, at
vinnulívið í landinum tekur væl
ímóti hesum okkara tiltaki á
einhvønn hátt, tvs. við at senda
okkum tilfar, lýsa í blaðnum og
annars vísa hesum tiltaki ans,
tá tiltøk á einumhvørjum slag
eru. Sum so er einki nýtt í
hesum. Vit hava fleiri ferðir
tikið hetta stigið, men so er tað
dottið niðurfyri aftur. Vit vilja
tó gera enn eina roynd og
hesaferð meira miðvíst og betur
tilrættalagt.
Vinnutíðindi hvønn dag – tó
serliga mikudagar.
Vinarliga
Sosialurin