Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Klæmint A. Olsen Fóðrarin hevur skift felag, og Øssur Dalbúð er ikki tøkur enn. Tað ber við sær, at tað í álopsspælinum hongur uppaftur meiri á liðformanninum, enn tað hevur gjørt undanfarnu árini, tá ið Klæmint hevur hevur verið lyklaspælari og besti málskjútti hjá NSÍ og í Føroyum. GJØGNUMBROTIÐ Jann J. Benjaminsen Hann hevur verið framvið í fleiri ár, uttan at tað er eydnast honum at vinna pláss millum teir fyrstu ellivu. Nú er framrættað pláss leyst í báðum borðum. Tað passar sum fótur í hosu til Jann Benjaminsen, sum er skrásettur fyri 65 dystir í fremstu røð. VENJARIN Guðjón Þórðarson Íslendski venjarin, sum er ættaður úr Akranesi, eigur nógvar royndir sum spælari og venjari. Hann spældi yvir 400 dystir í bestu íslendsku deildini, áðrenn hann varð venjari. Umframt at venja fleiri av bestu liðunum í Íslandi og íslendska landsliðið, hevur hann eitt nú verið venjari í Stoke City. MÁLIÐ HEIÐURSMERKI Málið er at vinna fleiri stig enn í fjør, tá ið 55 stig bóru næstfremsta plássið við sær. Um tað skal eydnast, so er neyðugt, at tað fer at hilnast betur á heimavølli, enn tað gjørdi í fjør. Tá noyddist NSÍ fimm ferðir av vøllinum við Løkin uttan úrtøku. Vit ætla at vinna fleiri stig í ár, enn vit vunnu í fjør PETUR KNUDSEN VIT ERU BETRI FYRI ENN NAKRANTÍÐ Í roynd at røkka fleiri stigum enn tey, sum í fjør bóru silvurkrónurnar við sær, hevur íslendski NSÍ venjarin álagt sínum monnum at venja hvønn dag JÓANNES HANSEN Mest ítøkiliga broytingin, nú íslendskur venjari hevur tikið um stýrisvølin í Runavík, er, at tað verður vant meiri, enn tað hevur verið undanfarnu árini. – Kropsliga kenna vit okkum vera betri fyri, enn vit nakrantíð áður hava verið. Tað kemst av, at vit í vetur hava vant meiri, enn vit áður hava gjørt. Vit plagdu at hava frí eitt kvøld mitt í viku og eisini leygardag. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár. Guðni Þórðarson hevur havt okkum til venjingar hvørt kvøld í vikuni og eisini leygardagar. Kanska tað verður eitt fríkvøld, nú tá ið tað verður farið undir kappingina, men vit ivast ikki í, at vit nú eru betri fyri, enn vit plaga at vera við kappingarbyrjan. Tað sigur Petur Knudsen, sum er ein av evnaríku miðvallarunum í NSÍ. Hann hevur altíð umboðað barndómsfelagið, og tað ger hann framvegis. Hvussu sæst tað í konseptinum, at tit nú hava íslendskan venjara? – Í prinsippinum er fótbóltsfatanin tann sama. Felagið hevur sín máta at spæla uppá. Hetta verður vant frá teimum yngstu og á øllum aldursstigum. Tað vil siga, at hetta skínur ígjøgnum, hóast vit skifta venjara, og soleiðis er tað eisini nú. Men Guðni Þórðarson hevur okkurt við sær, sum hinir venjararnir ikki hava havt? – Sum eg segði, so venja vit meir. Tað ber við sær, at vit orka at arbeiða meiri. Nú pressa vit mótstøðuliðið meiri og longri frammi á vøllinum, enn vit hava gjørt, tá ið vit hava mist bóltin. Og venjarin vil hava okkum at arbeiða og flyta okkum meiri í verjustøðu, og tað krevur hann, at vit eru heilt tilvitaðir um. Hvat er hansara eyðkenni í álopsspælinum? – Hann vil hava, at tað gongur skjótt fyri seg, og hann vil hava, at vit spæla á vøllinum og ikki í luftini. Tað hevur nógv at siga, at fáa bóltin skjótt fram í síðurnar, og at tað verður lagt skjótt innfyri. Liðið er altíð vandamiklari, tá ið vit hava tak á bóltinum í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum. FLEIRI MØGULEIKAR Petur Knudsen er 20 ára gamal. Longu í 2014 var hann fyrstu ferð á besta liðnum, og hann hevur spælt 97 dystir í fremstu røð í landskappingini og steypakappingini og í Europa, umframt at hann hevur spælt seks U-21 landsdystir. Hann hevur fínan bóltførleika og gott skil fyri spælinum. Petur Knudsen spælir á framrættaðu plássunum. Hann er møguleiki í báðum borðunum, umframt at hann hevur førleikan at vera tann, sum er í ódnini aftanfyri Klæmint A. Olsen. – Øssur Dalbúð er ikki tøkur enn. Tí er tað ein møguleiki, at mítt pláss verður mitt fyri. Tað er upp til venjaran at gera av, hvør spælir, og hvar vit spæla. Skiftandi venjarar broyta allir eitt sindur. Nýggi venjarin hevur gjørt av, at Pól Jóhannus Justinussen skal vera vongverji í vinstru. Hann hevur annars verið longri frammi á vøllinum. – Á sentrala miðvøllinum er Peder Nersveen úr Noregi góður styrkur. Upplagdur møguleiki við síðuna av honum er Betuel Hansen, men hann verður ikki við fyrstu ferðirnar. Orsøkin er tann, at Betuel er uttanlands í útbúgvingarørindum, men hann verður skjótur aftur, sigur Petur Knudsen. TEIR UNGU FÁA MØGULEIKAN Á spælaralistanum sæst, at teir eru heilt nógvir um boðið við Løkin. Og venjarin letur blaðungu spælararnar kenna, at tað verður fylgt við teimum. – Besta og næstbesta liðið venja samstundis. Vit eru umleið átjan á okkara hálvu, og teir eru eins nógvir á hinari hálvuni. Venjarin gevur viðhvørt ungu monnunum, sum fyri tað mesta manna næstbesta liðið, møguleika at venja saman við okkum. Tað kveikir hugin, og tað skundar undir menningina, tá ið støðið í venjingunum er betri, og tað gongur skjótari fyri seg. Í fjør var NSÍ úrtøkan 55 stig. Tað hevur onkuntíð verið nóg mikið at vinna FM. – Vit ætla at vinna fleiri stig í ár, enn vit vunnu í fjør. Í heyst fæst at síggja, hvussu langt tað røkkur. Í fjør var HB átjan stig undan okkum, so har er stórt glopp. Í fjør taptu vit fimm ferðir á heimavølli. Tað ber ikki til, um vit skulu vinna meiri, enn vit gjørdu í fjør, sigur Petur Knudsen.