týsdagur 5. mars 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Mál
1
Rói Hentze
21 Hans Jørgensen
Verja
2
Andrias Eriksen
3
Jónas Tór Næs
4
Bjarni Petersen
5
Andrias J. Thomsen
12 Alex Mellemgaard
13 Erling Dávasson
16 Sveinur Lava Olsen
27 Sámal Jákup Jóhannesarson
17 Gilli Samuelsen
Miðja
6
Eli Falkvard Nielsen
7
Árni Frederiksberg
8
Magnus H. Jacobsen
10 Róaldur Jakobsen
15 Hugin Samuelsen
18 Benjamin Heinesen
19 Erlendur Magnussen
22 Tórur H. Hentze
23 Jónas Warner
24 Ragnar Samuelsen
28 Michal Przbylski
Álop
9
Hannes Agnarsson
11 Lukasz Cieslewicz
14 Brian Jakobsen
20 Andrass H. Johannesen
Venjari Jákup á Borg
Hjálparvenjari Fróði Clementsen og André
Olsen
Tilgongd Erling Dávasson, Árni
Frederiksberg, Brian Jakobsen, Sveinur
Lava Olsen, Hans Jørgensen, Magnus Holm
Jacobsen
Frágongd Odmar Færø, Trygvi Askham,
Meinhard Olsen, Kaimar Saag, Robert Heðin
Brockie
B36 ER STØÐUGT
MILLUM TEY BESTU
BÓLTFELAGIÐ B36
Teir í B36 vilja bjóða HB av í stríðnum
um fínastu heiðursmerkini
JÓANNES HANSEN
Tað hevur verið undantakið seinnu árini, at
árstalsfelagið ikki hevur luttikið í Europa.
Síðani 2010 hevur B36 vunnið FM tríggjar
ferðir, bronsukrónur tríggjar ferðir og
steypafinaluna einaferð.
Eftir góð avrik og FM í 1997, 2001,
2005, 2011, 2014 og aftur í 2015 eru
europeisk atgongumerki tað minsta, sum
tað nú verður roknað við.
Hjá teimum flestu eru bronsukrónur
at liva við. Hetta kennist eisini at vera á
einari leið í B36. Men bæði í 2017 og 2018
var spælarahópurin so stinnur, at tað varð
roknað við møguleikanum at vinna seg
longri fram enn so.
Nógvir skaðar darvaðu. Hetta var partur
av frágreiðingini, at tað ikki altíð gekk, sum
tað varð roknað við.
Avbjóðingin hjá Jákupi á Borg, sum er
venjari triðja árið á rað, er nú at spæla
nýggjar menn í plássini hjá teimum, ið ikki
eru farnir, og tað eru nógvir um boðið.
Stórur saknur er í liðformanninum
Odmari Færø, sum nú spælir í Noregi.
Lyklaspælarin á miðvøllinum, Róaldur
Jakobsen, er framvegis skaðadarvaður.
Eyðsýndi Meinhard E. Olsen er farin av
landinum, og Rói Mørk Hentze, sum vann
plássið millum stólparnar, er skaddur.
Eftir skaðasteðg í fjør er JónasTór Næs
aftur á høgra vongverja. Alex Mellemgaard
er sjálvskrivaður í vinstru, og í miðverjuni
skulu Bjarni Petersen og Andrias H. Eriksen
kappast við veteranin Erling Dávasson, sum
er nýggjur í felagnum.
Í fyrstu atløgu verður Trygvi Askham
málverji. Aðrir málverjar, sum fara at vera
við í kappingini, tá ið teir eru komnir seg
eftir skaðar, eru Rói Mørk Hentze og Hans
Jørgensen.
Á sentrala miðvøllinum eru Eli Falkvard
Nielsen og Magnus Holm Jacobsen, sum
júst er komin aftur úr Portugal, og á
framrættaða plássinum tykist Lukasz
Cieslewicz, sum hevur verið í B36 síðani
2011, at vera væl fyri.
Brian Jakobsen er nýggjur í felagnum
og ætlaður at vera fremsti maður, og
Árni Frederiksberg er nýggjur trumfur í
framrættaða partinum. Aðrir, sum eru
við í kappingini um frermstu plássini, eru
Michael Przybylzski, sum síðsta summar
fór at spæla við B36, og Benjamin
Heinesen, sum í fjør átti heilt stóran leiklut.
Og so eru tað gávaðir ungir spælarar,
sum eru uppaldir í felagnum og í fjør
vístu, at tað skal roknast við teimum.
Millum hesar eru Ragnar Samuelsen,
Gilli Samuelsen, Hugin Samuelsen og
Hannes Agnarsson. Sera gávaði Erlendur
Magnusson verður roknaður sum
lyklaspælari. Tað er tó greitt, at hansara
leiklutur í ár verður lítil, tí í venjingardysti
herfyri var hann so óheppin at slíta
krossbandið. Tí verður hann ikki at síggja á
vøllinum næstu nógvu mánaðirnar.
Onkrir blaðungir spælarar snoddaðu
í fjør til besta liðið. Eitt nú Andrass H.
Johannesen, Tórur H. Hentze, Andreas J.
Thomsen, Sámal Jákup Jóhannusarson og
Jónas Warner. Í vetur er miðverjn Sveinur
Lava Olsen komin í felagið, og allir hesir
skulu vera við til at syrgja fyri, at kappingin
um plássini á besta liðnum verður stór, og
at steðgurin hjá næstbesta liðnum, sum er
nýtt í næstbestu deildini, verður longri, enn
hann var tað síðst, tá ið liðið var í fyrstu
deild.
MEISTARI (11) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001,
2005, 2011, 2014, 2015
STEYPAVINNARI (6) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006, 2018
GREIPUVINNARI (1) 2001
Í BESTU DEILDINI (75 ÁR) 1942-1943, 1945-1984, 1986,
1988-
Í EUROPA (17) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004,
2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2014, 2015, 2016, 2017,
2018
B36 STOVNAÐ 28. mars 1936 FORMAÐUR Jákup Mørk
2
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN