týsdagur 5. mars 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
JÓNAS TÓR NÆS
JÓNAS NÝTUR
HVØRJA LØTU
Á VØLLINUM
Landsliðs- og B36-bakkurin, Jónas Tór Næs, sat uttanfyri
tað mesta av kappingarárinum í fjør, men nú er hann aftur
tilreiðar at spæla. - Við árunum havi eg funnið útav, at tað
ræður um at njóta hvørja løtu á vøllinum, sigur hann
PÆTUR ALBINUS
Avrik hjá liðnum verða stundum máld
eftir hvussu tey hava staðið seg í
landskappingini, men at tað ber til at hava
eitt gott kappingarár uttan at vinna gull ella
silvur í landskappingini, man B36 í fjør vera
eitt gott dømi um.
B36 vann bronsu í landskappingini, sum
man vera á einari leið í sjálvum sær, men
tað, sum kryddaði árið hjá B36, var gullið í
steypakappingini og evropeiska ævintýrið,
har føroyska høvuðsstaðarfelagið vann á
maltesiska St. Joseph's og montenegrinska
OFK Titograd áðrenn teir vórðu sendir úr
Europa League eftir tveir minniligar dystir
ímóti turkiska stórfelagnum, Besiktas.
Ein, sum ikki var við til steypafinaluna
ella Europa League-dystirnar, var Jónas Tór
Næs. Drúgvi høgri bakkurin stríddist við ein
ryggskaða tað mesta av kappingarárinum
í fjør, og fekk hann einans fimm dystir á
vøllinum – fýra teir fyrstu í landskappingini,
og so tann allarseinasta.
- Eg fekk ein skaða í byrjanini av
kappingarárinum í fjør. Eg varð lagdur
undir skurð og kundi ikki spæla restina
av kappingarárinum. Nú eri eg komin fyri
meg, og eg njóti hvørja løtu á vøllinum. Við
árunum havi eg funnið útav, at tað ræður
um at njóta hvørja løtu á vøllinum, greiðir
32 ára gamli Jónas Tór Næs frá.
ILT AT SPÁA
Jónas Tór Næs hevur verið nógvastaðni
sum fótbóltsspælari. Í Danmark hevur hann
spælt við BK Frem, Fremad Amager og
Køge BK, og í Íslandi hevur hann spælt við
Vali og ÍBV.
Nógv bendir á, at Jónas hevur verið á
sínum seinasta uttanlandsævintýri, men
hann undirstrikar tó, at ein ongantíð kann
vita tað fyri vist.
- Eg havi búð og spælt uttanlands síðani
eg flutti til Danmarkar sum tannáringur.
Eg havi verið heima og spælt í nøkrum
tíðarskeiðum. Eg havi verið bæði í Danmark
og í Íslandi, og eg havi trivist í báðum
londunum, sigur Jónas.
- Serliga í Íslandi, har eg havi ættarbond,
havi eg følt meg sum heima. Eg havi ikki
ætlanir um at fara aftur út, men tað er ringt
at spáa um framtíðina, sigur hann.
Jónas, sum hevur spælt 57 landsdystir
fyri Føroyar, spældi við ÍBV í 2017 áðrenn
hann kom aftur til Føroya og B36 undan
kappingarárinum í fjør. Her heima hevur
hann fyri tað mesta spælt við B36, men
hevur eisini spælt einstøk kappingarár við
AB, NSÍ og EB/Streymi.
KREATIVT LIÐ
B36 hevur í ár fingið tilgongd frá profilum
sum Árna Frederiksberg úr NSÍ, Briani
Jakobsen av Skála og Erlingi Jacobsen úr
Víkingi. Jónas Tór Næs letur væl at nýggju
spælarunum.
- Vit hava mist nakrar profilar og fingið
nakrar royndar leikarar inn. Teir síggja
ótrúliga gott út og geva liðnum nógv. Brian
er krútsterkur. Árni skapar kjansir, mál og
gevur pláss til aðrar spælarar. Og við Erlingi
hava vit fingið ein royndan mann, sum hevur
vunnið nógv við Víkingi og dugir ótrúliga væl
at lesa spælið, sigur Jónas
- Harafturat hava vit nógvar evnaríkar
og dugnaligar ungar leikarar og eina góða
og sunna kapping í málinum, leggur hann
afturat.
Jónas vónar, at eyðkenda B36-spælið
kemur á glið aftur í ár.
- Vit hava nógvar góðar og kreativar
leikarar, samstundis sum vit eisini hava
leikarar, sum arbeiða ómetaliga hart. Vit
hava eisini ein rímiliga breiðan hóp, men tað
er umráðandi fyri eitthvørt lið, ikki at vera
ov hart rakt av skaðum og leikbonnum.
Fyri at vit skulu eydnast í ár, skulu vit fáa
okkara væl smurda álopsspæl at koyra,
samstundis sum vit skulu kenna okkara
vitjunartíð, sigur hann.
Høgri bakkurin hjá B36 er ikki smæðin at
viðganga, at málið fyri kappingarárið í ár er
at spæla við í toppinum í landskappingini,
og so vil hann eisini fegin varðveita tað
steypið, sum B36 vann í fjør, nevniliga
Løgmanssteypið.
- Vit fara altíð út á vøllin fyri at vinna, og
vit vilja gjarna vera við har tað er stuttligt, í
toppinum. Tað er torført at vinna FM, og tað
eru nógv lið, sum síggja sterk út. Kappingin
um plássið á ovastu rók verður óivað hørð,
men tað hevði verið ótrúliga deiligt at fingið
Løgmanssteypið heimaftur, sigur Jónas Tór
Næs.
LYKLASPÆLARIN:
Lukasz Cieslewicz
Lukasz Cieslewicz er ein av fáu profilunum,
sum eru eftir frá meistaraliðnum í 2011, og
tann eftir hondini sera royndi pólski driblarin,
ið eisini hevur ment seg sum ein skilagóðan
spælbýtara, kann fáa lyklaleiklutin at
orkestrera tað lutfalsliga nýggja B36-liðið.
GJØGNUMBROTIÐ
Gilli Samuelsen
Gilli Samuelsen vísti sera gott máltev, tá ið hann
varð útleigaður til 07 Vestur, men enn hevur
kviki vongurin tilgóðar veruliga at vísa seg í
barndómsfelagnum. B36 stríðist við skaðar, so
tað er væl hugsandi, at Gilli fær møguleikar. Tað
er eyðsýnt, at evnini røkka til eitt gjøgnumbrot.
VENJARIN
Jákup á Borg
Tann lívligi venjarin, Jákup á Borg, hevur borið
álopskenda B36-spælið víðari, men tað hevur
haltað í verjupartinum, og treytirnar eru ikki
batnaðar, nú verjuskansin, Odmar Færø, er farin
uttanlands. Loysnir eru tó funnar, men tað verður
helst sama álopsspæl, ið kemur at eyðkenna B36.
MÁLIÐ
FM
Tað er blivið til bronsu í Betrideildini seinastu
tvey árini, og hóast tað í fjør varð kryddað við
steypagulli og einum ævintýri í Europa League,
so eru vónirnar helst at klintra eitt ella tvey fet
longri upp eftir talvuni í Betrideildini. Hetta krevur
tó betur hepni við skaðum og at alt klappar.
Vit hava
nógvar góðar og
kreativar leikarar