Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Mál 1 Kristian Joensen 16 Meinhardt Joensen Verja 3 Ísak Simonsen 4 Deni Pavlovic 5 Jesper Brinck 12 Mikkjal á Bergi 18 Ólavur Niclassen 23 Jóannes Danielsen 29 Kristian Eliasen Miðja 7 Simen R. Sandmæl 8 Jákup B. Andreasen 11 Darius Lewis 13 Jonn Johannesen 20 Takuya Matsunaga 21 Boris Dosljak 25 Steinbjørn Olsen 27 Óli E. Poulsen 28 Tórur Justesen Álop 7 Patrick Johannesen 9 Torbjørn Grytten 10 Jóannes Bjartalíð 14 Aksel Danielsen Venjari Mikkjal Thomassen Tilgongd Patrick Johannesen, Jesper Brinck, Simen R. Sandmæl, Darius Lewis, Takuya Matsunaga, Torbjørn Grytten Frágongd Páll Klettskarð, Semir Hadzibulic, Hørður Askham, Ronni Møller-Iversen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG Síðani 2016 hevur KÍ vunnið pláss í europeisku kappingini. Eftir tvær ferðir silvur í landskappingini og gull í steypakappingini í 2016 vunnu klaksvíkingar einki heiðursmerki í fjør. Málið er aftur í ár í hvussu so er at endurvinna fjórða plássið og harvið atgongumerki til Europa fótbólt. Í heyst vera tað 20 ár síðani KÍ vann FM. Soleiðis sum fyritreytirnar eru undan kappingarbyrjan hoyrist einki í KÍ leguni um, at møguleikin verður roknaður at vera realistiskur, at tað loksins skal eydnast aftur at vinna FM. Síðani í fjør hava fleiri skiftingar verið, og tí er spurningurin, hvussu væl tað er eydnast Mikkjali Thomassen, sum á fjórða ári er venjari í Klaksvík, at samanspæla nýggja liðið. Tað snýr seg um at finna stevið, eftir at lyklaspælararnir Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð hava mynstrað av. Í fjør vórðu spælskipanin og sniðið broytt eftir summarsteðgin, tá ið tað varð farið frá at leggja langar og høgar sendingar fram á vøllin og til meiri spæl á vøllinum við fleiri nertingum. Um tað verður annað ella hitt í nýggju kappingini hevur ikki verið so lætt at síggja í venjingardystunum. Tá hevur dagsskráin meiri verið at fáa teir nýggju og teir royndu á liðnum at finna saman sum ein eind. Undanfarnu árini hevur úrtøkan fyrsta partin av kappingini verið størri, enn hon hevur verið fram ímóti kappingarenda. Hjá venjaranum og spælarunum er tað avbjóðing at leggja soleiðis til rættis, at tað fer at skerjast betri frá summarfestivalinum og sjómannadegnum og fram til kappingarenda, enn tað hevur gjørt. 39 ára gamli nærlagdi veteranurin Meinhardt P. Joensen og Kristian Joensen, sum undan kappingarbyrjan hevur verið darvaður av skaðum, kappast um plássið millum stólparnar. Jóannes K. Danielsen, sum er tann einasti á ársins liði, ið var við í øllum landskappingardystunum í fjør, og Ísak Simonsen eru fremstu boðini á vongverjunum, og í miðverjuni eru Deno Pavlovic, Jesper Brinck og Ólavur Niclasen, sum eisini er kandidatur á vongverjanum í vinstru. Hóast hann er 20 ára gamal, so er Jákup B. Andreasen lokalur veteranur á sentrala miðvøllinum. Undir liðini á honum eru Takuya Matsunaga úr Japan og Simen R. Sandmæl úr Noregi og Steinbjørn Olsen og Tórur Justesen, sum eru uppvaksnir í felagnum og hava royndir á besta liðnum. Nýggja álopsessið er Patrik Johannesen, ið ætlanin er skal serviserast av Jóannesi Bjartalíð, sum av álvara er komin fyri seg, eftir at hann í fjør var skaðadarvaður. Aðrir framrættaðir spælarar eru Boris Dosljak og Torbjørn Grytten úr Noregi. Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum tvey tey seinastu árini hevur spælt 24 dystir á besta liðnum, og Aksel B. Danielsen, sum í fjør var leigaður út og í vetur hevur verið skaðadarvaður, og Jonn Johannesen eru lokalir spælarar, sum bjóða av í kappingini í fremstu røð, og í verjupartinum eru tað Mikkjal á Bergi og Kristian Eliasen. Darius Lewis er komin úr USA og til Klaksvíkar, men enn er ógreitt, um og hvussu stóran leiklut hann fer at eiga á besta liðnum. MEISTARI (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999 STEYPAVINNARI (6) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999, 2016 GREIPUVINNARI (3) 1966, 1967, 1999 Í BESTU DEILDINI (76 ÁR) 1942-1943, 1945-2009, 2011- Í EUROPA (10) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003, 2007, 2017, 2018 KÍ STOVNAÐ 24. august 1904 FORMAÐUR Tummas Lervig 4 V I T T I P P A HÓPURIN Stór útskifting hevur við sær, at nýtt lið skal spælast saman og avrika sum tey bestu NÓGVIR SPURNINGAR BÍÐA AT VERÐA SVARAÐIR